Teldutala
Í dag byrjar á 69. sinni ein av kendastu filmstevnunum í øllum heiminum. Tað er í suðurfranska Miðjarðarhavsbýnum Cannes, at kappast verður um Palme d’Or, Gylta Pálman. Síðan 1962 hevur eisini verið boðið til La Semaine de la Critique, Ummælaraviku, og síðan 1969 til Quinzaine des Réalisateurs, Fjúrtan dagar fyri leikstjórar. Í 1978 varð stevnan økt við kappingarskránni Un Certain Regard. Tað var í hesi kapping at íslendski veðrafilmurin Hrútar vann í fjør.
Formaður í Pálmadómsnevndini í ár er avstralski George Miller, sum í fjør var frammi við Mad Max: Fury Road. Ein rættuliga óvæntaður filmur, fyri ikki at siga buldrandi telduspæl, frá einum 71 ára gomlum leikstjóra.
Hinir Pálmadómsnevndarlimirnir eru ungarski leikstjórin László Nemes, ið gørdi holocaustfilmin Sonur Saul, sum Filmsfelagið sýndi í Havnar Bio 2. mars, franski leikstjórin Arnaud Desplechin, amerikanska Kirsten Dunst, italska Valeria Golino, danski Mads Mikkelsen og 80 ára gamli kanadiski Donald Sutherland, sum øll fýra eru filmsleikarar. Aftur at teimum eru franska sangarinnan Vanessa Paradis og íranski filmsframleiðarin Katayoon Shahabi.
Woody Allen er sloppin at seta stevnuna í Cannes við nýggja filminum Café Society, sum í treylaranum minnir ikki sørt um klassikaran The Great Gatsby. Setanarfilmurin er tó ikki við í kapping.
Halda vit høvuðsskránna og síðuskránna Un Certain Regard saman, so kunnu vit í ár fegnast um tveir norðurlendskar filmsleikstjórar. Danski Nicolas Winding Refn sýnir The Neon Demon og Juho Kuosmanen úr Finnlandi sýnir Hymyilevä Mies, ið hevur fingið enska heitið The Happiest Day in the Life of Olli Mäki.
Teir filmar, sum í ár eru við í høvuðskappingini um Gylta Pálman í Cannes, eru hesir:
Toni Erdmann (Maren Ade)
Julieta (Pedro Almodóvar)
American Honey (Andrea Arnold)
La fille inconnue (Dardenne-brøðurnir)
Personal Shopper (Olivier Assayas)
Juste la fin du monde (Xavier Dolan)
Ma loute (Bruno Dumont)
Paterson (Jim Jarmusch)
Rester vertical (Alain Guiraudie)
Aquarius (Kleber Mendonça Filho)
Mal de pierres (Nicole Garcia)
I, Daniel Blake (Ken Loach)
Ma’Rosa (Brillante Mendoza)
Bacalaureat (Cristian Mungiu)
Loving (Jeff Nichols)
The Handmaiden (Park Chan-wook)
The Last Face (Sean Penn)
Sieranevada (Cristi Puiu)
Elle (Paul Verhoeven)
The Neon Demon (Nicolas Winding Refn)