Sigrún og Anna lúka og rudda í horninum undir brekkuni niðanfyri Lágargarð.
Umhvørvisligi strategibólkurin hevur toppfund og setur út í kortið. Jana leggur Martini og Bjarnvarði lag á. Aftanfyri sæst hundurin hjá Martin.
Álvur og Jónfríð rudda og sópa í túninum, meðan teirra hundur er klárur at spæla við bóltinum. Gutti er farin at fáa sær ein guv meðan trillibørin bíðar.
Graslíki er lagt millum Tórsbyrgi og Ægishædd við útsýni til allan fjørðin. Betri verður tað ikki.
Millum parkeringsplássini, sum nú verða kommunal, eru runnarnir kliptir og skornir. So nú manglar bara hiti í luftini og grønska í gróðrinum.