Skip to main content

Posts

Fiskur eftir egnum vali

Í Barcelona og beint sunnanfyri, í býnum Sitges, eru tilsamans sjey matstovur undir navninum La Paradeta. Hóast lítið prangandi, eru tær so vælumtóktar, at long bíðirøð eru uttanfyri, so sum sæst omanfyri. Uttanfyri diskin kjakast russiska parið um havtasku, hummara og krabba, meðan kvinnurnar innanfyri koyra í kramarhús og viga valdu vøruna. La Paradeta matstovurnar eru komnar til síðan 1994, og byggja allar á feskan fisk, krabba og skeljadjór í einum ótilgjørdum kafeterialíknandi stíli. Framgangsmátin er, at hin vitjandi velur úr tøka borðinum, so verður vigað og betalt, og tú fært eina klokku, sum blinkar, tá klárt er til forrætt, høvuðsrætt og omaná. Afturvið fæst breyð, fiskasúpan, salat og sitrónøl. Ein góð vitjan, sum kanska kundi kveikt útróðarmenn í Vágsbotni, at bjóða hinum ferðandi ein sjáldsama góðan og unikkan bita.

Nýggir marknaðir at skoða

Nógvir nýggir marknaðir eru at skoða í fremsta Miðjarðarhavsferðamannabýnum, Barcelona. Teir kunnu vera kirkjuligir, sum omanfyri, har ein japanskur turistur ytst til høgru, eins og eg sjálvur, roynir at avmynda reyðu avlátsljósini framman fyri Kristusmyndini við Mariu í skugganum til vinstru. Men meiri verðsligar ábendingar koma fram, tá iðrandi søluljósini eru uppi. Hvat er tá at gera? Myndirnar omanfyri eru úr kirkjuni Santa Maria Del Mar, sum er bygd niðri í la Ribera økinum millum ár 1329 og 1383. Longur upp í býnum er meir at síggja. Ja, mest í øllum Spanialandi. Har er undarliga byggiplássið, Sagrada Família, sum tey fóru at byggja í 1882 og enn ikki er liðug. Antoni Gaudi (1852-1926) teknaði. Ikki er hugsingur um at koma beint in av gøtuni at hyggja, tí útselt er tríggjar dagar fram, hóast vit eru síðst í september. Men uttanfyri er nóg mikið at síggja. Úr øllum ættum man henda kirkja vera mest brúkta baksýn til spanskar sjálvsmyndir. Tá er meira jarðbundið at

Tit eru okkara fyrimynd!

Her er Joan, ið er løgreglumaður á varðhaldi framman fyri katalonska parlamentinum, sum er innast í einum djóragarði í Barcelona. Í deyminum av hestaperum er hann skemtingarsamur og peikar upp á tómu flaggstengurnar á tekjuni. - Mikudagin savnast parlamentið, og tá flagga vit aftur spanskt og katalanskt. Men dreymurin er at flagga við einum flaggi. Tað tók Madrid 300 ár at góðkenna Gibraltar, so dreymurin er helst fjarur, men ikki hjá øllum, sigur hann smílandi, og fer at tosa um Føroyar, ið hann týðuliga ber fram sum Foroyar , ið hann sigur vera fyrimynd hjá heitastu forsprákarunum fyri nýggja ætlaða landinum, Katalonia. - Men Madrid vil ikki lata dreymin ganga út, sigur hann, og fer at tosa um Grønland og viðurskfitinum millum partaranar í danska ríkinum. Undir myndini av katalonska parlamentinum er eitt klipp úr Atlasinum hjá Námi, sum vísur sponsku landspartarnar. Við Arc de Triomf hava katalonskir vínbøndur í 36 ár sýnt fram egið vín og cava , sjampanju. Teirra

Barcelona - reinur býur!

Skalt tú halda frí og ætlar tær av landinum, er einki sum at seta seg í flúgvaran í Vágum, og fara beina leið, akkurát har, tú ætlar tær, til dømis til katalanska høvuðsstaðin, Barcelona, sum er næststørsti býur í Spania. Omanfyri sæst terrassan oman á íbúðini, vit funnu á Tripadvisor í gamla býarpartinum, el Barrio Gótico. Fimm hæddir longur niðri fjalir íbúðin seg aftanfyri hesar dyr í eini trongari smogu. Nú er hurðin á glopp, og vit síggja nøkur av teim 72 trapputrinunum upp til íbúðina. Banktskúraði og angandi av sápu, øll somul hvønn dag. Ikki er vist, at øll halda, at einar tílíkar dyr eru passandi at hava sum karm um eina frítíðarviku í tí fremmanda. Men hugsa vit sum so, at ein ferðaskrivastova hevði tilboð um gisting á fyrstafloks hotelli í stóru grannagøtuni í somu viku, og tú í staðin velur hesa annanfloks íbúð í trongu smoguni, so eru 9000 krónur at spara. Og tað er ikki so lítið í einum fyrstafloks býi. Supermarked, uttandura marknaður og bakarí eru við n