Skip to main content

Nýggir marknaðir at skoða


Nógvir nýggir marknaðir eru at skoða í fremsta Miðjarðarhavsferðamannabýnum, Barcelona. Teir kunnu vera kirkjuligir, sum omanfyri, har ein japanskur turistur ytst til høgru, eins og eg sjálvur, roynir at avmynda reyðu avlátsljósini framman fyri Kristusmyndini við Mariu í skugganum til vinstru. Men meiri verðsligar ábendingar koma fram, tá iðrandi søluljósini eru uppi. Hvat er tá at gera?


Myndirnar omanfyri eru úr kirkjuni Santa Maria Del Mar, sum er bygd niðri í la Ribera økinum millum ár 1329 og 1383. Longur upp í býnum er meir at síggja. Ja, mest í øllum Spanialandi. Har er undarliga byggiplássið, Sagrada Família, sum tey fóru at byggja í 1882 og enn ikki er liðug. Antoni Gaudi (1852-1926) teknaði. Ikki er hugsingur um at koma beint in av gøtuni at hyggja, tí útselt er tríggjar dagar fram, hóast vit eru síðst í september. Men uttanfyri er nóg mikið at síggja. Úr øllum ættum man henda kirkja vera mest brúkta baksýn til spanskar sjálvsmyndir.


Tá er meira jarðbundið at fara oman á Sankta Katarina marknaðin, sum er beint uttanfyri dyrnar í gamla býarpartinum el Gótico. Har eru heimligar vørur at síggja, hóast tær ikki eru føroyskar. Her ein lokal neytavomb, íslendskur saltfiskur í leysari vekt í kølidiskinum og so pakkaður norskur bacalao í supermarknaðinum DIA.


Stutt er millum viðskerahandlarnar, sum hava sett svínatjógvini í ein haldara, so lætt og skjótt er at skera eina pappírstunna flís til føroyska ferðafólkið at smakka, so munurin er greiður á ymsum tjógvunum, hvussu tey hava hingið og annars eru haggreidd. Lokali bakarin hevur hugfarsliga heitið 365. Rímiligvis hevur hann opið hvønn dag í árinum.


Pipar og krydd og frukt og grønmet eru næst fyri á katalonska kvøldmarknaðinum.


Frá tiltiknu gongugøtuni la Rambla er inngongdin til stóra og gamla marknaðin la Boqueria, sum tykist eins spennandi og Rambla'in. Her er hvørki matarvarði ella kostkumpass, men kræklingar sum sjokuláta og gummbiomm í leysari vekt so langt eygað sær.


Er kaloriutørvurin ikki nøktaður og kostkumpassin hjá Fólkaheilsuráðnu ikki fara at mala trillrunt, so fer hon helst at gera tað eftir eina vitjan í la Galateria, ísbarrini.


Eftir hesar óunnuligu mongdir av søtmeti, má skolast niður. Ikki skal gangast langt í smølu gøtunum móti Born økinum, fyrr enn tú rennir teg í nógvar svalligar summarloysnir.


Fyrst renna vit okkum í ein margháttligan handil við dunnum, klæddar sum jólamenn, løgreglummenn og dunnumenn av øllum sløgum.


So renna vit okkum í menn, sum eru næstan í ongum og bjóða til alment yvirkroppaball, nú Ivan Forcatell, sum er fjórðaárslesandi á lærda listaskúlanum, hevur latið upp eina framsýning við summarmurtum, Vamos a la Playa, kom oman á strondina er heitið. Tað endar katalonska rundferðin við í kvøld. Vamos a la Playa.