Skip to main content

Tit eru okkara fyrimynd!


Her er Joan, ið er løgreglumaður á varðhaldi framman fyri katalonska parlamentinum, sum er innast í einum djóragarði í Barcelona. Í deyminum av hestaperum er hann skemtingarsamur og peikar upp á tómu flaggstengurnar á tekjuni.

- Mikudagin savnast parlamentið, og tá flagga vit aftur spanskt og katalanskt. Men dreymurin er at flagga við einum flaggi. Tað tók Madrid 300 ár at góðkenna Gibraltar, so dreymurin er helst fjarur, men ikki hjá øllum, sigur hann smílandi, og fer at tosa um Føroyar, ið hann týðuliga ber fram sum Foroyar, ið hann sigur vera fyrimynd hjá heitastu forsprákarunum fyri nýggja ætlaða landinum, Katalonia.

- Men Madrid vil ikki lata dreymin ganga út, sigur hann, og fer at tosa um Grønland og viðurskfitinum millum partaranar í danska ríkinum.

Undir myndini av katalonska parlamentinum er eitt klipp úr Atlasinum hjá Námi, sum vísur sponsku landspartarnar.



Við Arc de Triomf hava katalonskir vínbøndur í 36 ár sýnt fram egið vín og cava, sjampanju.

Teirra millum er Ernest Pérez-Mas frá Heretat Mascorrubí í Tarragona.

Tá hann hoyrir, at vit eru úr Føroyum, ger hann greitt, at vit eru teirra fyrimynd. Eg spyrji skakkur, um hann hugsar um fótbólt ella saltfisk?

- Nei, politikk og ríkisrættarligu viðurskfitini, sum tit hava stríðst fyri at vinna, hóast tit enn eru í danska ríkinum og ikki eru sjálvstøðug - enn. Í Katalonia eru tit okkara fyrimynd, sigur Ernest og vísur fram besta vínið, hann eigur.


Eg eri púra paff um katalonska kunnleikan um og áhugan fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum eftir kríggið og upp til okkara dagar. Í grannabúðini heldur hin unga Gina Malter frá Codorníu, sum er best umtókta katalonska cava slottið, fram at greiða frá um søgu, framleiðslu, stíl og smakk.


Við kunningardiskin fáa vit alt at vita um mongu katalonsku vínbøndurnar, hvat teir ymsu leggja seg eftir, um marknaðarpartin og um enoturismu, at vitja, keypa og sumstaðni eisini búgva á vinbóndagørðum. Eitt óvæntað íkast í søguna um okkum sjálvi!