Skip to main content

Posts

Skal ferðavinnan oyðileggja besta býin?

Hví skal ferðavinnan sleppa at oyðileggja okkara bý, spyrja katalonsku mótmælisfólkini uttanfyri Ajuntament de Barcelona, Ráðhúsið, mitt í býnum, meðan flaggið og búnar síggjast aftanfyri. Tað er la Mercé, sum eru hátíðardagar frá 22.-25. september. Mótmælisgongan í ferðafólkabýnum er ágangandi og sigur og skrivar: My Home is not Your Home. So ganga tey oman eftir gøtuni og síggjast og hoyrast í øllum tí gamla býnum. Hóast takksemi fyri at vitja býin stendur á hvørjari handilskvittan, er tónin ein annar á gøtuni. Fólkið vil ikki hava turismu, sum køvur býin. Niðri við havnina síggjast uppsløg, sum greina ónøgdina og hvat hon snýr seg um. Ferðafólkini skulu halda seg burtur frá privatu íbúðunum. Tað er tað, ið málið snýr seg um. Monica livir fult og heilt av at leiga íbúðir á nettænastuni Airbnb í Barcelona. Tað er hon vælnøgd við, óansæð, hvat hotellini og onnur fólk siga. Tað er ein fín fólkslig tænasta, uttan dýrkandi millumlið og krøv um ónyttug avkast til

Fiskur eftir egnum vali

Í Barcelona og beint sunnanfyri, í býnum Sitges, eru tilsamans sjey matstovur undir navninum La Paradeta. Hóast lítið prangandi, eru tær so vælumtóktar, at long bíðirøð eru uttanfyri, so sum sæst omanfyri. Uttanfyri diskin kjakast russiska parið um havtasku, hummara og krabba, meðan kvinnurnar innanfyri koyra í kramarhús og viga valdu vøruna. La Paradeta matstovurnar eru komnar til síðan 1994, og byggja allar á feskan fisk, krabba og skeljadjór í einum ótilgjørdum kafeterialíknandi stíli. Framgangsmátin er, at hin vitjandi velur úr tøka borðinum, so verður vigað og betalt, og tú fært eina klokku, sum blinkar, tá klárt er til forrætt, høvuðsrætt og omaná. Afturvið fæst breyð, fiskasúpan, salat og sitrónøl. Ein góð vitjan, sum kanska kundi kveikt útróðarmenn í Vágsbotni, at bjóða hinum ferðandi ein sjáldsama góðan og unikkan bita.

Nýggir marknaðir at skoða

Nógvir nýggir marknaðir eru at skoða í fremsta Miðjarðarhavsferðamannabýnum, Barcelona. Teir kunnu vera kirkjuligir, sum omanfyri, har ein japanskur turistur ytst til høgru, eins og eg sjálvur, roynir at avmynda reyðu avlátsljósini framman fyri Kristusmyndini við Mariu í skugganum til vinstru. Men meiri verðsligar ábendingar koma fram, tá iðrandi søluljósini eru uppi. Hvat er tá at gera? Myndirnar omanfyri eru úr kirkjuni Santa Maria Del Mar, sum er bygd niðri í la Ribera økinum millum ár 1329 og 1383. Longur upp í býnum er meir at síggja. Ja, mest í øllum Spanialandi. Har er undarliga byggiplássið, Sagrada Família, sum tey fóru at byggja í 1882 og enn ikki er liðug. Antoni Gaudi (1852-1926) teknaði. Ikki er hugsingur um at koma beint in av gøtuni at hyggja, tí útselt er tríggjar dagar fram, hóast vit eru síðst í september. Men uttanfyri er nóg mikið at síggja. Úr øllum ættum man henda kirkja vera mest brúkta baksýn til spanskar sjálvsmyndir. Tá er meira jarðbundið at