Skip to main content

Skal ferðavinnan oyðileggja besta býin?


Hví skal ferðavinnan sleppa at oyðileggja okkara bý, spyrja katalonsku mótmælisfólkini uttanfyri Ajuntament de Barcelona, Ráðhúsið, mitt í býnum, meðan flaggið og búnar síggjast aftanfyri. Tað er la Mercé, sum eru hátíðardagar frá 22.-25. september.


Mótmælisgongan í ferðafólkabýnum er ágangandi og sigur og skrivar: My Home is not Your Home. So ganga tey oman eftir gøtuni og síggjast og hoyrast í øllum tí gamla býnum.


Hóast takksemi fyri at vitja býin stendur á hvørjari handilskvittan, er tónin ein annar á gøtuni. Fólkið vil ikki hava turismu, sum køvur býin.


Niðri við havnina síggjast uppsløg, sum greina ónøgdina og hvat hon snýr seg um. Ferðafólkini skulu halda seg burtur frá privatu íbúðunum. Tað er tað, ið málið snýr seg um.


Monica livir fult og heilt av at leiga íbúðir á nettænastuni Airbnb í Barcelona. Tað er hon vælnøgd við, óansæð, hvat hotellini og onnur fólk siga. Tað er ein fín fólkslig tænasta, uttan dýrkandi millumlið og krøv um ónyttug avkast til óviðkomandi. Internetið ger tað møguligt, og tað er fínt fyri allar partar, sigur Monica.


Dana er við í eini aðrari skipan, Inside Barcelona, sum eins og Home Away og Tripadvisor eisini leigar íbúðir út til ferðafólk í stytri tíð. Tænastan er bundin at internetinum og fungerar fínt, sigur Dana í durinum í gamla býarpartinum.


So  við rennistrongi niðan á Montjiuc eins og flestu ferðafólk. Ovast á heygnum er Castell de Montjuïc.


Her eru klovnar, sangarar, gandakallar og yrkjarar, ið lesa upp fyri børnum í øllum aldri, nú ársins le Mercé er í hæddini.


Omanaftur steðga vit á stóra Miró savninum, sum er miðskeiðis á heygnum, við útsýni yvir býin.


Eftir ein lítlan gongutúr frá Miró savninum, eru vit við gamla olympiska býin mitt á heygnum, sum ber lítið flatterandi heitið Museo Olímpic i de l'Esport Joan Antoni Samaranch. Fremst fyri sæst fótafarið á rumensku Nadia Comăneci, sum í dag er 54 ár, men bara var 14 ár, tá hon sum fyrsti filmleikari í heminum fekk fult stigatal 10.0 á olympisku summarleikunum í Montreal. Nú býr hon í Oklahoma í USA.


Open Camp, ið er eitt slag av ítróttapark, er í borgini, sum sæst omanfyri. Her eru fá ferðafólk og bygningsverkið tykist mær ivasamt, tí tað í mínum eygum stendur sum eitt minni um tiltakandi fasismuna. Men ganga vit oman trappurnar móti Plaza de Españael koma vit fyrst til Pabellón de Barcelona, har føroyskir vinnulívsferðamenn vóru í 1929 og gjørdu hol í sjógv. Ja, við eini so flottari framsýning, at neyvan hevur nakar sæð nakað líknandi úr Føroyum síðan.

Rókur Tummasarson skrivar í Atlantic Review, at "eftir tilmæli frá Føroya Keypmannafelag varð Herluf B. Thomsen, keypmaður og blaðstjóri á Tvøroyri, valdur í fyrireikingarnevndina. Hann hevði frammanundan skrivað grein um føroyska klippfiskin í eitt tíðarrit, sum Industri- og Handelsunionen gav út í spanskttalandi londum. Til heimsframsýningina varð greinin víðkað og givin út sum prýðiligur faldari undir heitinum “Bacalao De Feroé.“ Faldarin gjørdist eisini partur av bókini ”Dinamarca,” sum lýsti donsku luttøkuna í Barcelona. Tá avtornaði, vildu ellivu framfýsnar fyritøkur vera við í Barcelona.

Á endavegginum á føroyska básinum var stórsligin málningur á heilar 3x4 metrar, sum Jógvan Waagstein hevði málað. Á hinum veggjunum var stabbamynd, ið sýndi vøksturin í útflutninginum av klippfiski til Spania seinastu 30 árini. Dentur varð lagdur á, at føroyingar einans nýttu spanskt salt til klippfiskin. Harumframt vórðu vístar livandi myndir, sum Leo Hansen hevði tikið av landslagi og gerandislívi í Føroyum.

Fram við veggjunum stóðu sýningarskáp úr glasi við klippfiski úr bankatorski, suðurlandstorski og longu. Eisini vóru føroyski tjóðbúnin, prýði, modell av slupp og ein stórur torskur, sum hevði verið á Zoologisk Museum í Keypmannahavn til útstappingar, at síggja. Á eini oyggj mitt á gólvinum, eitt sindur burturfrá, var framsýning við ullarvørum. Framman fyri básin stóð eitt áttamannafar við árum, segli, fiski- og grindareiðskapi."

Her er føroyski básurin á heimsframsýningini í Barcelona í 1929 avmyndaður:


Føroyingarnir dugdu so væl at sýna fram, at teir vunnu gull fyri básin. Á niðaru myndini, sum er frá Fornminnissavninum, sæst á vegginum, hvørjar handilsfyritøkur vóru við á heimsframsýningini í Barcelona í 1929.


Rókur skrivar víðari, at "Í summarhitanum var Herluf B. Thomsen eisini í Barcelona, og skipað varð í tí sambandi fyri móttøku fyri sponsku fjølmiðlunum. Hugt varð at básinum, og sýndur varð nýggi Føroya-filmurin, sum Leo Hansen hevði gjørt. Síðan spákaði fylgið niðan Montjuic til stílreinu tjóðarpavillionina hjá dønum, har Herluf B. Thomsen var vertur fyri einum døgurða. Skálað varð við sjampanju og borðreitt við trimum ymiskum rættum úr føroyskum klippfiski, donskum øli og sponskum víni. Omaná fingu gestirnir kaffi, konjakk og Havanna-sigarir. 

Døgurðin eydnaðist sera væl. Óteljandi røður og søgur um matlistarligar upplivingar vórðu sagdar undir døgurðanum. Í fleiri bløðum varð festligi døgurðin umrøddur og føroyskur klippfiskur hálovaður. Eitt spanskt blað skrivaði, at føroyski klippfiskurin fekk so nógv rós, at har vantaði bara, at onkur við skaldargávum reistist og bar fram eina yrking fiskinum til heiðurs. 

At maturin veruliga var góður, bendi umrøðan í blaðnum La Publicidad á. Har varð m.a. skrivað: 

”Um døgurðagestirnir vóru avmarkaðir í tali, var maturin so mikið meira framúrskarandi, at luttakararnir í langa tíð kunnu siga, at betri máltíð hava teir ikki fingið í lívinum.”"

Her situr spanska pressan til borðs og etur føroyskan klippfisk í framsýningarskálanum í Barcelona í 1929.


Og her eru ytru karmarnir, Palacios de Alfonso XIII y Victoria Eugenia, avmyndaðir tá la Mercé hátíðin endar 25. september. Á niðaru myndini gera tey klárt til fýrverk á plássinum framman fyri gamla framsýningarskálanum.


Hóast illu mótmælisfólkini í miðbýnum ikki eru farin úr huganum, má eg sanna, at neyvan er nakar býður so spennandi, fevnandi og upplivingarríkur, sum júst Barcelona. At vit hava beinleiðis ferðasamband við Atlantsflogi aftur og fram hvørja viku hesa ársins tíð, ger ikki tankan verri. Barcelona er og verður ein slankur av teim mest sjáldsamu, ein attracción turistica og destino turistico raro from Feroe. Tað var so eitt málsligt kviss at grunda yvir afturvið zenbuddismu á Miró savninum á Montjuic heygnum. Enjoy!