Skip to main content

Posts

Súkklað til allar bygdir

Her er Høgni Mohr komin í land av Jósupi í Mykinesi. Dagurin, eg møtti honum, er 27. juli í ár. Tann dagin hevði hann súkklað 120 kilometur, fyrst úr Havn til Vestmannar, og so í Vágum, haðani hann kom úr Sørvági. Í hesum YouTube klippi boðar Høgni frá, at seinasti teinur varð súkklaður 1. oktober í Lítlu Dímun. Rekordsúkluna, sum hevur verið á øllum oyggjum og í øllum bygdum í Føroyum, eigur dótturin, Lív. Til lukku við avrikinum, Høgni!

Eplafestivalur í Trøðum

Her er eitt hjartaskapað epli sett á eina bilantennu yvir í Trøðum á Sandi. Farna vikuskifti var býlingurin á øðrum sinni karmur um Eplafestivalin, sum helst er mest sermerkta tiltak í landinum, og gevur lokalum eins og avbygdafólki høvi at síggja heimin, sum er í túninum, av nýggjum. Her er Katrin Petersen, sum saman við Honnu á Reynatúgvu er drívmegin í eplatiltakinum. Katrin bjóðar heimagjørd kips úr eplaflísum. Løtu seinni lesur Oddfríður brot úr nýggjum yrkingasavni, sum kemur í november. Eina yrkingin ber boð um, at vit hava gott í væntu frá Oddfríði. Kanska tað besta nakrantíð. Upplestrartræðið yviri í Trøðum er pyntað til eina yrking hjá Alexanduri Kristiansen, sum Oddfríður eisini lesur í mikrofonina, so øll hoyra. Tí er hann í hátalaravesti. Á næstu trappu í sama túni verður kunngjørt hvør hevur vunnið eplakast á bønum, og hvør hevur gjørt besta eplarættin í ár. Dómsnevndin greiðir frá fjølbroyttu uppskotunum og kunngerð, at vinnarin er ein eplakøka hjá El

Føroyskt sum forðing

Einaferð fyri mongum árum síðani hevði Norrøna Felagið fund í Norðurlandahúsinum um málsligu nýtsluna í miðlunum. Tað var um ta tíðina, tá húsið enn var nýtt og fólk vóru nýfikin. Ja, so langt síðan er tað, at Ebba Hentze tók orðið og bað um pennin. Á ein flip over , sum var fremsta tøknin, skrivaði hon við reyðum spritmarker um fólkatalið í Dalið, sum støðugt lækkaði. Og plantaða eddið riggaði. Akkurát sum ætlað, avsporaði hesin óhoyriligi bókstavur alla ta mentaðu forsamlingina. Um enn grá, vóru tey ikki fá. Øll upp at góla um ringa standin í føroysku pressuni at stava. Eingin, ikki ein, gav álvarsliga demografiska innihaldinum gætur. Hesa álvarsligu skemtisøgu komi eg í tankar um í kvøld, nú heimsins størsti føroyski Facebookbólkur, Føroysk rættstaving, aftur ger somu søgu. Í dag eru 10.924 limir í bólkinum. Nýggjasta evni í bólkinum er Suðuroy, har eingin vinnarahugburður er. Tað sigur fyrrverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard í samrøðu við Sosialin. Hóast Smyril sigl

Handritakapping 2 x 50.000 kr

Hóskvøldið 6. oktober kl 19:30 er byrjanartiltak í kappingini um besta skúlabókahandrit til miðnám og fólkaskúla. Regin Marnersson, stjóri í Námi, bjóðar vælkomin og Signar í Homrum syngur góðar sangir. Síðan fara Oddfríður Marni Rasmussen og Hanna Jensen á kveikjandi hátt at siga frá um egnar royndir og møguleikar at gera tilfar, sum kann verða brúkt í undirvísing. Tey fara eisini at geva eitt boð uppá, hvørji krøv dagsins skúli eigur at seta tí góða handritinum. Tiltakið er alment og tit fáa eisini eina festliga kaku frá Gudny. Tað er í Námi hóskvøldið. Start it up!

LensCulture ummælir myndir av Sornfelli

So  havi eg fyri fyrstu ferð í lívinum fingið svar uppá nakrar fotomyndir, sum eg til stuttleika sendi inn til eina street foto kapping hjá tíðarritinum LensCulture, har fotografar úr 141 londum tóku lut. Ikki fyri at vinna, tí tað gjørdi eg ikki, men fyri at fáa eina yrkislærda afturmelding, sum kanska kundi siga okkurt óvæntað. Í dag kom lærandi afturmeldingin, ið er soljóðandi: Hello Birgir, thank you for sharing your series, “ Cracks on the path to The Cold War. ” From your statement, I understand you are documenting the mountain road leading to the Cold War early warning radar system on the mountain Sornfelli in the Faroe Islands. It is my pleasure to review your submission. Below I have noted some comments, suggestions, and questions: Your series is absolutely strong and cohesive. If you are not successful in this competition, I would highly suggest you continue to show this work by submitting it to future contests and exhibition opportunities. Your photographs have c

Og hin lamni dansaði samba

Leygarkvøldið, meðan le Mercé er í Barcelona, eru skrúðgongur, trummudansur og sjónleikur í gøtunum. Ein óvanliga vælspældani trummuskúli, SagreSamba, er í gøtuni og fangar straks mín áhuga. Eg fangi tey á filmi við telefonini. Trýst á myndina! Men tað var ikki bara eg, ið varð drigin at hesum fantastiska sambatrummuskúla í Barcelona. Ein blindur og lamin biddari, sum hevði sitið á gøtuhorninum við einum bikari framm fyri seg, blakaði bæði høkjur og bikar, og fór at dansa samba á gøtuni. Veit ikki, um allir biddarar í Barcelona eru so óheiðurligir sum hesin. Ein uggi er tó, at neyvan er nakar stórbýur við so fáum sjónligum biddarum, sum her. So eru stundir til ein svalligan sangria í Venus í síðugøtuni. Dagin eftir, sunnudagin 25. september, endar hátíðin við fýrverki og hørðum krútbrestum, har børnini ganga fremst. So koma tey vaksnu í okkultum miðaldarbúnum. Tað brestur og fýkur um oyruni. So kemur ein dreki, ið roykir pípu, sum bráddliga umskapast

Skal ferðavinnan oyðileggja besta býin?

Hví skal ferðavinnan sleppa at oyðileggja okkara bý, spyrja katalonsku mótmælisfólkini uttanfyri Ajuntament de Barcelona, Ráðhúsið, mitt í býnum, meðan flaggið og búnar síggjast aftanfyri. Tað er la Mercé, sum eru hátíðardagar frá 22.-25. september. Mótmælisgongan í ferðafólkabýnum er ágangandi og sigur og skrivar: My Home is not Your Home. So ganga tey oman eftir gøtuni og síggjast og hoyrast í øllum tí gamla býnum. Hóast takksemi fyri at vitja býin stendur á hvørjari handilskvittan, er tónin ein annar á gøtuni. Fólkið vil ikki hava turismu, sum køvur býin. Niðri við havnina síggjast uppsløg, sum greina ónøgdina og hvat hon snýr seg um. Ferðafólkini skulu halda seg burtur frá privatu íbúðunum. Tað er tað, ið málið snýr seg um. Monica livir fult og heilt av at leiga íbúðir á nettænastuni Airbnb í Barcelona. Tað er hon vælnøgd við, óansæð, hvat hotellini og onnur fólk siga. Tað er ein fín fólkslig tænasta, uttan dýrkandi millumlið og krøv um ónyttug avkast til