Leygarkvøldið, meðan le Mercé er í Barcelona, eru skrúðgongur, trummudansur og sjónleikur í gøtunum. Ein óvanliga vælspældani trummuskúli, SagreSamba, er í gøtuni og fangar straks mín áhuga. Eg fangi tey á filmi við telefonini. Trýst á myndina!
Men tað var ikki bara eg, ið varð drigin at hesum fantastiska sambatrummuskúla í Barcelona. Ein blindur og lamin biddari, sum hevði sitið á gøtuhorninum við einum bikari framm fyri seg, blakaði bæði høkjur og bikar, og fór at dansa samba á gøtuni.
Veit ikki, um allir biddarar í Barcelona eru so óheiðurligir sum hesin. Ein uggi er tó, at neyvan er nakar stórbýur við so fáum sjónligum biddarum, sum her. So eru stundir til ein svalligan sangria í Venus í síðugøtuni.
Dagin eftir, sunnudagin 25. september, endar hátíðin við fýrverki og hørðum krútbrestum, har børnini ganga fremst.
So koma tey vaksnu í okkultum miðaldarbúnum. Tað brestur og fýkur um oyruni.
So kemur ein dreki, ið roykir pípu, sum bráddliga umskapast til trýggjar rampur við fýrverki. Her er ikki at vera fyri, sum hon blæsir!
SagreSamba síggjast og hoyrast aftur, hesu ferð á via Laietana, sum er okkara grannagøta. Nú er tey í reyðum troyggjum við fyrverki og krútbrestum framman og aftan. Trýst á myndina niðanfyri og hoyr. hvussu sunnudagur ljóðar í Barcelona, tá le Mercé endar!
Nú er kvøldið fallið á og stundir eru til tapas á lokala vertshúsinum.
Við katalonska parlamentinum í baksýni hevur hetta verið sum navnið sigur - A Triumph. Adiós!