Mitt í hjartanum á søguligari filmsgerð, tað er í russiska høvuðstaðnum Moskva, skipaði føroyski sendiharrin, Bjørn Kunoy, fyri fulsettum filmskvøldi við tveimum føroyskum filmum í Dom Kino, har pláss var fyri 550 fólkum. Filmarnir Dalur hjá Heiðriki á Heygum og Tunnan hjá Jónfinni Stenberg og Jóanesi Lamhauge vórðu sýndir. Framleiðararnir høvdu hjálpt til, so sendistovan kundi fáa russiskan undirtekst settan á filmarnar. Ein russiskur bóklingur varð gjørdur til høvið, og ein nýggjur lýsingafilmur frá Visit Faroe Islands varð vístur upp á stóra løriftið. Undan sýningunum helt Bjørn Kunoy hesa inngangsrøðu á russiskum: Aftaná filmsýningarnar og røðurnar borðreiddi Birgir Enni við føroyskum fiski og fiskavørum í grannarúminum, sum er matstova. Á fyrstu myndini niðanfyri sæst skrivarin hjá Bjørn, Anastasia Novobranova, sum tulkaði, tá vit, ið ikki dugdu russiskt, høvdu orðið. Millum gestirnar vóru norðurlendsku sendiharrarnir, russisk vinnulig sambond, filmsfó