Mitt í hjartanum á søguligari filmsgerð, tað er í russiska høvuðstaðnum Moskva, skipaði føroyski sendiharrin, Bjørn Kunoy, fyri fulsettum filmskvøldi við tveimum føroyskum filmum í Dom Kino, har pláss var fyri 550 fólkum.
Filmarnir Dalur hjá Heiðriki á Heygum og Tunnan hjá Jónfinni Stenberg og Jóanesi Lamhauge vórðu sýndir. Framleiðararnir høvdu hjálpt til, so sendistovan kundi fáa russiskan undirtekst settan á filmarnar. Ein russiskur bóklingur varð gjørdur til høvið, og ein nýggjur lýsingafilmur frá Visit Faroe Islands varð vístur upp á stóra løriftið. Undan sýningunum helt Bjørn Kunoy hesa inngangsrøðu á russiskum:
Aftaná filmsýningarnar og røðurnar borðreiddi Birgir Enni við føroyskum fiski og fiskavørum í grannarúminum, sum er matstova. Á fyrstu myndini niðanfyri sæst skrivarin hjá Bjørn, Anastasia Novobranova, sum tulkaði, tá vit, ið ikki dugdu russiskt, høvdu orðið.
Millum gestirnar vóru norðurlendsku sendiharrarnir, russisk vinnulig sambond, filmsfólk, journalistar og vinafeløg, sum Sóljan, ið hevði Ísland sum felagsnevnara. Her er Salnikov Yuri, ið er leikstjóri og formaður í eini akademiskari upptøkunevnd, ið ger av, hvør sleppur inn á ein filmskúla, har tey arbeiða við heimildarfilmi.
Eins og Salnikov vóru hesi trý niðanfyri, ið gera film á russiskum, stórliga bilsin av tekniska førleikanum í Føroyum at fotografera, skapa ljós og at fáa náttúruna at spæla við í filmaðu søgunum. - Hesar søgur úr náttúrini, taxasjaførurin og kvinnuligi passagerurin í fyrra filminum, og søgan um træsprittið í tunnuni, sum rekur upp á land á bygd, eru so tættar at okkara hjarta, at tær kundu fyri tað verið russiskar, segði ungi filmsleikstjórin longst til høgru á niðaru myndini. Eins og onnur av teim møttu mælti hon til, at hesir filmar, og aðrir føroyskir við, fóru víða í Russlandi, so fólk kundu síggja film og náttúru úr hesum eksotiska og fjara landi, sum Føroyar skilliga eru.
Oksana Stashenko hevur tvær matsendingar í russiskum sjónvarpi um vikuna, og eg skilji at øll kenna hana og hundin, sum eisini er við í sendingunum. Eins og onnur, ið gera russiskan film, til dømis um víkingar í Eystarasalti, vildi hon hava samstarv við føroyingar um filmsgerð og matvinnu. - Men tað skal vera á russiskum, sigur hon, tá Gutti Winther, Jónfinn Stenberg og Dávur Djurhuus bráddliga eru millum okkum. Teir fylgja fýra føroyskum rávørum á ymsum støðum, og hava beint verið í New York, og eru nú í Moskva at filma makrel.
Taxasjaførurin, Jevgenjev, sum koyrir meg til flogvøllin, er 28 ára gamal, og arbeiðir fyri bilstøðina Lingo, har tey duga enskt. Honum tørvar bara at verja eina phd ritgerð, sum er um búskap.
Vit tosa um víða hugtakið russiskan film, frá Potemkin til Tarkovsky, og lenda á aktuella leikaranum Konstantin Habensky, sum var við í kendastu russisku filmunum í nýggjari tíð, Daywatch og Nightwatch í 2004 og 2006. Nýggjastu filmar við Konstantin, sum Jevgenjev mælir mær til at síggja, eru Geografilæraran, sum drakk globussin burtur, jú soleiðis eitir filmurin, ið er frá 2013, og hin nýggjasta, Savnarin, The Collector, sum er frá í ár.
Fløgførini hjá Aeroflot eru av Airbus slagnum. Tey eru eins nýggj og nýfalni kavin í Moskva.
Á heimvegnum lesi eg, at fremsta danska filmstíðarritið, Ekko, hevur nominerað Skuld hjá Heiðriki at verða besta film beint nú, og tískil fáa Ekko Shortlist Award, sum er ein týðandi filmsvirðisløn har í landinum. Ikki færri enn fýra føroyingar eru í uppskoti til henda heiður. Heiðrikur, Barbara Hilduberg, sum senugrafur, Janus Rasmussen fyri tónleik, og so er Maria Winther Olsen eisini nominerað fyri hennara film Sum einglar vit falla. Tað grør um gangandi filmsfót í Føroyum. Og risastóra filmslandið í eysturi, Russland, vil hava samstarv við okkum á øllum filmiskum stigum, eisni í skúlahøpi. Hetta var eitt gott átak hjá føroysku sendistovuni í Moskva. Og eg takki fyri at verða boðin við at siga frá um føroyskan film. Takk!