Skip to main content

Posts

Afturvið uppvaskinum

Afturvið uppvaskinum í morgun er valretorikkur áhugaverdur at skoða, tá hann verður tikin úr praktiska gerandisdegnum, og tí er so kjøtiligur, at øll hava sæð gongdina, keipurnar, orðalagið og orðavalið, og tí eisini kunnu hava eina kvalifiseraða meining, uttan at leggja seg niður í fortovsparlamentið at sutla við niðasta kommunala frálenslið, sum eg haldi, at hesar báðar forsíður gera, tá tær ikki bara niðurgera, men eisini tileinkisgera Anniku Olsen, sum eftir árskiftið verður høvuðsstaðarborgarstjóri, tí tað er tað hon ynskir sær og brennur fyri, og tað fari eg at ynskja henni alt tað besta við, hóast tað ringasta onkuntíð kann verða, at fáa júst tað, tú ynskir tær, men annars fari eg at ynskja tær alt tað best í borgarstjórasessinum í heimsins besta høvuðsstaði, sum er í Havn, og siga til lukku, ikki til bløðini við sexistiska forsíðuretorikkinum, men til borgarstjóran í sessinum á Vaglinum komandi fýra árini!

Litríka Moskva

Hon er so mannslig, Moskva, at eg vil kalla hana við kvennkyni, so litrík hon er, Moskva. Omanfyri standa russisku høvuðsstaðarstavirnir, Москва́, frammanfyri einum handilshúsi á stóru Tverskaya gøtuni, ikki so langt frá mínum hotelli, Marco Polo Presnja, sum varð bygt í 1904 og tá kallaðist St. Andrew's House. Arkitekturin var hin bretski William Walcott. Fyri russisku kollveltingina hýstu tey betra bretska og amerikanska slagnum, men í Sovjettíðini bleiv húsið privathotell. Á hotellinum kann hetta lesast í bókunum: "In Soviet times it became a private hotel with the prestigious restaurant for the Soviet Government members, and obviously the doors of this building were closed for the rest. And just at the beginning of the 90's an Austrian firm turned this house into one of the finest hotels in Moscow." Eg búði í kamarinum á triðju hædd til høgru, har ljós er á altanini. Í hotellgøtuni Spiridonjevskij eru nógvir nútímas handlar og kaffistovur, men lítla grøna

Føroyskur filmur mitt í Moskva

Mitt í hjartanum á søguligari filmsgerð, tað er í russiska høvuðstaðnum Moskva, skipaði føroyski sendiharrin, Bjørn Kunoy, fyri fulsettum filmskvøldi við tveimum føroyskum filmum í Dom Kino, har pláss var fyri 550 fólkum. Filmarnir Dalur hjá Heiðriki á Heygum og Tunnan hjá Jónfinni Stenberg og Jóanesi Lamhauge vórðu sýndir. Framleiðararnir høvdu hjálpt til, so sendistovan kundi fáa russiskan undirtekst settan á filmarnar. Ein russiskur bóklingur varð gjørdur til høvið, og ein nýggjur lýsingafilmur frá Visit Faroe Islands varð vístur upp á stóra løriftið. Undan sýningunum helt Bjørn Kunoy hesa inngangsrøðu á russiskum: Aftaná filmsýningarnar og røðurnar borðreiddi Birgir Enni við føroyskum fiski og fiskavørum í grannarúminum, sum er matstova. Á fyrstu myndini niðanfyri sæst skrivarin hjá Bjørn, Anastasia Novobranova, sum tulkaði, tá vit, ið ikki dugdu russiskt, høvdu orðið. Millum gestirnar vóru norðurlendsku sendiharrarnir, russisk vinnulig sambond, filmsfó