Skip to main content

Litríka Moskva


Hon er so mannslig, Moskva, at eg vil kalla hana við kvennkyni, so litrík hon er, Moskva. Omanfyri standa russisku høvuðsstaðarstavirnir, Москва́, frammanfyri einum handilshúsi á stóru Tverskaya gøtuni, ikki so langt frá mínum hotelli, Marco Polo Presnja, sum varð bygt í 1904 og tá kallaðist St. Andrew's House. Arkitekturin var hin bretski William Walcott. Fyri russisku kollveltingina hýstu tey betra bretska og amerikanska slagnum, men í Sovjettíðini bleiv húsið privathotell. Á hotellinum kann hetta lesast í bókunum: "In Soviet times it became a private hotel with the prestigious restaurant for the Soviet Government members, and obviously the doors of this building were closed for the rest. And just at the beginning of the 90's an Austrian firm turned this house into one of the finest hotels in Moscow." Eg búði í kamarinum á triðju hædd til høgru, har ljós er á altanini.


Í hotellgøtuni Spiridonjevskij eru nógvir nútímas handlar og kaffistovur, men lítla grøna keypmanshandilin dámdi mær best at avmynda, tí eg helt at hann fevndi so væl um tað eyðkanda og litríka í Moskva.


Smáfuglarnar brýggja tey seg eisini um í Moskva, eins og vit gera tað í Grasagarði. Kom í tankar um russiska filmin Москва слезам не верит, Moskva trýr ikki á tár, sum Mosfilm gjørdi í 1980 og vann Oscarvirðisløn fyri sama ár, tí hann varð kosin besti útlendski filmur tá. Filmsfelagið vísti hann í 1984. Sangarin í Police, Gordon Sumner, eisini kendur sum Sting, yrkti og sang í 1985 Russians, ið er ikki minni hugvekjandi, tá vit hugsa um kalda kríggið og vesturlendska illgrunan um alt, ið russiskt er.


Millum kaffistovurnar í friðarligu, men sentralu hotellgøtuni, er henda, David B, sum eisini selur kaffi beint út á gongubreytina.


Við risastóru miðbýðarboulevardina, Tverskaya, eru vøkur handilshús við kendum handlum.


Við jøvnum millumbilum verða vit á handilsgøtuni mint á onnur virði enn tey merkatilu, til dømis við dyrnar í Stanislavsky Elektrotheater har Lenin er settur á veggin til mentanarliga eftirlitsáminning.


Russiska stjørnan er sett á nógvar veggir og stendur seg væl í stranga byggistílinum, hvussu samansettur hann so kann vera á buldrandi breiðu handilsgøtuni. Her er aftur ein minnispláta við Lenin mitt á yvirstættargøtuni, ein meitlað steinstjørnað, og niðast er russiska stjørnan sett á grannaveggin hjá multinationala óskattarindaranum McDonald's.

Í einari smogu um hornið arbeiða fryntligir eysturlendskir menn við at seta upp russisk fløgg og mentanarlig uppsløg. Á vegginum hanga endurprent av kendum listaverkum, sum eru á mongu søvnunum.


So  er aftur ein kaffistova, júst sum hjá okkum vestanfyri.


Niðast høgrumegin á Tverskaya gøtuni er fimmstjørnaða Ritz-Carlton hotellið, sum lat upp við 334 rúmum og svitum í 2007. Tá amerikanska sjónvarpsstøðin CNN í 2012 vildi dusa sær á fimtan av heimsins dýrastu hotellsvitum, var Ritz-Carlton í Moskva á einum trettandaplássið. Rokningin fyri eina gisting var 13.715 dollars, tað er 92,434,00 krónur fyri eina nátt. Ikki er upplýst um tað er við morgunmati og um speileggið tá er vent, easy over. Men hesa myndina tók eg mánadagin við inngongdina til hotellið.


Við bara 180 rúmum á 15 hæddum lat Four Seasons hotellið upp í 2014 á sama stað, har klassiska Hotel Moskva var fyrr, millum endan á Tverskaya og byrjanina á Heilaga andans gøtu, Voskresenie, dygst við Kreml og Reyða Torgið.


Fert tú um opnað torgið, og upp einar trappur, rennir tú teg í hesar vøkru dyr, sum eru inngongdin til eina ferðafólkamatstovu, tey kalla. Ummælini eru ivasom og reytingin er einki serlig. Matstovan er sambært Tripadvisor nummar 1.565 av teim 11.369 matstovunum í Moskva. So eg haldi meg til inngangandi vakurleikan við dyrnar og ikki meir, hóast matlepin freistar við stroganoff. Og so eri eg við dyrnar í kendasta russiska handilshúsinum ГУМ, tað er GUM við okkara stavum. Styttingin stendur í dag fyri Glávnyj Universáĺnyj Magazín, ein alt-møguligt-handil, har elstu partar eru frá 1893. Stalin gjørdi risastóra handilin til skrivstovur í 1928, og tá onnur konan hansara, Nadezhda, tók lívið av sær, bara 31 ára gomul, í 1932, varð líkið sýnt fram í hesum hølum. Handilsvirksemið varð tikið upp aftur í 1953, og tá frættist um alt Sovjetsamveldið, at nú var ein handil, har allar vørur fingust. Sigst, at røðin av svangum borgarum, sum vildi keypa mat og húsarhaldsvørur, rakk um alt Reyða Torgið. Tá Sovjetsamveldið fall, varð GUM privatiserað og selt handilsfelagnum Perekryostok, og í 2005 var helvtin seld russiska ríkmanninum Bosco di Ciliegi.


Her eru langar gongdir við glaslofti, trappum, springvatni, matstovum og marglætishandlum. Henda dagin var framsýning við barnatekningum, tí at 100 ár vóru liðin síðani Sergej Mikhalkov varð føddur og 80 ár síðan hann skrivaði børnunum fyrstu yrkingarnar um Дядя Стёпа, á enskum Uncle Steeple, sum er ein risastórur og fyrimyndarliga vinarligur løgreglumaður - ein mynsturborgari. Sergej Mikhalkov skrivaði eisini orðini til russiska tjóðsangin.


Nógva av handilspyntinum vendir sær til børnini, og vatt er lagt í trøðini at pynta til jóla.


Úr erva er sýnið tað bera luksus. Vesturlendskt plantaðu søgurnar um kalda kríggið og karga russiska gerandisdagin, verða gjørdar til skammar av øllum, sum tú sært í GUM. Og so eru ikki so nógvir illsintir vaktarmenn her sum í Harrod's í London. Her í Moskva er alt nice and easy, alla staðni við eksotiskum anga, frá turrum hjartarhornssalti til søta vanilju.


Lívið á kaffistovu er akkurát sum hjá okkum.


Men á onkrari hædd er tað aftur litríka Moskva, ið brettir seg út og vil fotograferast, sum í hesari grønu pannukakubúð.

Men siðbundnu turisthandlarnir við babuskjum, dukkum, húsum og kirkjum av øllum sløgum, støddum og príslegum, forknokta seg ikki. Tær eru til sølu alla staðni í miðbýnum.

So eru aftur stundir at fara út á Reyða Torgið, sum er næstu granni hjá handislhúsinum GUM.


Fyri endanum, oman móti Moskvaánni, er 455 ára gamli Vasilji katedralurin við teim litføgru og leykskapaðu tornunum, ið eru so eyðkend. Tað eru 75 ár síðan hernaðarliga russiska marsjin í 1941, tá nazitýskurin nærum stóð í durinum, og eftirtíð fekk eyguni upp fyri hersýningum, paradum av militerum slag, har fólk ikki bara kundi lesa í bløðunum og hoyra í útvarpinum um hernaðarliga megi, men sjálvi síggja og uppliva landsins egnu styrki, herróp og stivlatramp. Tað var og er enn stórt, søgdu fólk henda 75 ára festdagin, sum var mánadagin í vikuni.


Yndismotivið, sum kom fyri linsuna henda dag, var hesin gamli skeggjuti russari, ið poséraði sum ein annar Tolstoj millum gomlu krígsmaskinurnar á Reyða Torginum.


Uttanfyri múrin við Kreml savnaðust børn og ung at leggja reyðar rósur og minnast deyða hermannin við æviga eldin, og so at skriva í kavan, sum nú hevur lagt seg yvir litríku Moskvu.