Gukki Nuka Willsen Møller (f.1965) er føddur í Nyborg í Danmark, men vaks upp í Uummannaq í Grønlandi, til hann 1982 fór til Danmarkar, har hann býr og arbeiðir. Umframt at hava verið á listaskúlum í t.d. Holbæk, er Gukki útbúgvin í Kanada. Mamman er donsk og pápin grønlendingur. Á egnu heimasíðuni sigur Gukki Nuka, at eins og nógvir javnaldrar er hann merktur av mentanarligu gjónni, cultural division , sum er millum tað grønlendska og tað danska. Kanska er hetta so sjálvsagt okkara millum, sum eru í sama ríki, at hann nevnir hetta bara á ensku síðuni, sum um bara útheimurin er áhugaður í at ganga millum, og alla tíðina kenna seg á eggini og vilja vita, hvussu nær tromini eg tori at fara. Hetta er latenti førningurin hjá øllum minnilutum í øllum heiminum, eisini føroyska minnilutanum, jú vit eru ein minniluti, eins og týski minnilutin har suðuri, og tey í Grønlandi, minnilutar eru vit, men tað eigur ikki at forða okkum at fara út í heim, og møta øðrum enn danskarum, sum vit enn biðj