25.8.17

Miðlakanning: tey ungu eru torfør at náa


Sigrid Vejergang Jensen, til vinstru, og Eyðbjørt Skylv Midjord, til høgru, hava skrivað ritgerð um miðlabrúkið hjá føroyingum í sambandi við lestur á RUC í samskfti og miðlafrøði.

Í einum samandrátti siga tær báðar, at stroyming og sosialir miðlir vinna støðugt framá í Føroyum, men flow-sjónvarp og útvarp eru enn týdningarmikil.

Her er ein nútíðarmynd av føroyska miðlabrúkinum, siga Eyðabjørt og Sigrid:

Kanningin vísir, at føroyingar í miðal hyggja í sjónvarp 1 tíma og 12 minuttir um dagin. Hinvegin, so stroyma føroyingar í miðal 1 tíma og 18 minuttir. Vit kunnu sostatt staðfesta, at føroyingar hava skift flow-sjónvarp út við stroyming, ið enn ikki er hent eitt nú í Danmark. Hóast tey spáa um hesa gongdina, so stendur flow-sjónvarp enn sterkast í Danmark, har vit lesa.

Meir enn 75% av teimum spurdu stroyma í minsta lagi eina ferð dagliga. Harafturímóti tendra einans 70% av teimum spurdu sjónvarpið hvønn dag.

Orsøkin til hetta kann til dømis vera, at tað er bíligari at stroyma enn at keypa sær atgongd til útlendskar sjónvarpsrásir, samstundis sum miðlainnihaldið á stroymingartænastum er so breitt.

Samanbera vit aftur við Danmark, so eru fleiri ókeypis public-service rásir. Í Føroyum hava vit bert eina ókeypis sjónvarpsrás, hvørs innihald harafturat er sera avmarkað.

Útvarpið er yndismiðilin

Kanningin vísir, at føroyingar elska útvarpið. Í miðal lurtar føroyingurin eftir útvarpinum í ikki minni enn 1 tíma og 42 minuttir hvønn dag. Hetta úrslitið stendur sum týðiligur mótsetningur til danska miðlabrúkaran, tí hesin hyggur meira í sjónvarp, enn hann lurtar eftir útvarpinum. Samstundis staðfesti DR Medieforskning at lurtaratímanir gjørdust færri í 2016. Tað verður tískil sera spennandi at fylga við, hvussu gongdin verður, tá tað snýr seg um útvarpsbrúkið hjá føroyingum. Serliga tí at kanningin eisini vísir, at tann yngri miðlabrúkarin víkir frá tí almenna, tá tað kemur til útvarp. Tey ungu lurta ikki eftir útvarpinum, og ei heldur tendra tey sjónvarpið. Tá spurt varð, við hvørjari eind, lurtað verður eftir útvarpinum, svaraðu fleiri enn 60%, at tey lurtaðu við ”stationerum” útvarpi. Hetta bendir sostatt á, at tá tendrað verður fyri útvarpinum, er tað ein virkin og tilætlað gerð.

Tá tað snýr seg um útvarpsrásir, hevur føroyingurin fimm rásir at velja ímillum. Her er greiði vinnarin tó Kringvarp Føroya. Næstan 70% av teimum spurdu lurtaðu mest eftir KVF, og hini 30% eru býtt millum hinar rásirnar.

Føroyingar á sosialum miðlum

Tað er ikki torført at síggja, at tá tað snýr seg um sosialar miðlar, so er tað júst her, at føroyingurin brúkar mest tíð. Her brúka vit nevniliga 2 tímar og 6 minuttir í miðal hvønn dag. Tað vil siga, at vit brúka næstan dupult so nógva tíð á sosialu miðlunum, sum vit hyggja í sjónvarp. Eisini her er ein týðiligur favorittur: Facebook. Fýra av fimm av teimum spurdu brúktu Facebook fleiri ferðir dagliga, og eingin brúkti miðilin minni enn nakrar ferðir um vikuna. Hetta gerst eisini týðiligt, hyggja vit eftir summum av teimum mongu føroysku bólkunum, sum eru á Facebook. Eitt nú hevur bólkurin ”Rótikassin 24/7” góðar 30.000 limir. Eitt tal, ið svarar til meira enn helvtina av føroyingum búsettum í Føroyum. Í Danmark hevði ein slíkur bólkur havt yvir 2 milliónir limir. Næstovast á listanum yvir mest brúktu sosialir miðlar finna vit Youtube, harnæst Snapchat og so Instagram. Næstniðast liggur LinkedIn og síðst liggur Twitter, ið næstan ongar føroyskar brúkarar hevur. Uppsetanin tekur hædd fyri hvør miðil hevur minst brúkarar. Tað merkir eitt nú, at tað eru fleiri, ið brúka Youtube, hóast Snapchat verður brúkt meira dagliga.

Føroyingar vilja síggja tíðindini

Hóast sjónvarpið ikki er yndismiðilin hjá føroyingunum, mett í mun til útvarpið, so dámar okkum best at síggja tíðindi. Spurd hvønn miðil, teimum dámdi best at fáa tíðindi frá, svaraðu yvir helvtin, at teimum dámdu best sjónvarpið, tá tað snýr seg um tíðindaflutning. Harnæst lá útvarpið, og so internetið. Her líkist tað almenna føroyska miðlabrúkið sera nógv tí danska miðlabrúkinum, har internetið tó tekur annað plássið og útvarpið triðja.


Í Útvarpssendingini Summarmogun 23. august greiðir Eyðbjørt, omanfyri, nærri frá um kanningina um miðlabrúkið hjá føroyingum. Tá er yvirskriftin: Føroysku miðlarnir røkka ikki teimum ungu.

Sagt verður í sendingini, at í miðal, og mett í mun til danir, lurta føroyingar nógv eftir útvarpi. Umframt at føroyingar lurta nógv eftir útvarpi, vísir kanningin, at føroysku miðlarnir dumpa, tá tað snýr seg um at røkka teimum ungu. Tey ungu, frá 12 til 20 ár, hyggja hvørki at sjónvarpi ella lurta eftir útvarpi, men brúka netið til at fáa tíðindi. Føroysku miðlarnir standa seg illa, tá tað snýr seg um at brúka platformarnar á teimum sosialu miðlunum, og tískil venda tey ungu sær heldur til útlendskar miðlar, sigur Eyðbjørt.