Hyggja vit í tey skúlakort, sum eru á marknaðinum, so síggja vit at Jerúsalem er í minsta lagi disputed umstríddur høvuðsstaður í Ísrael. Londini, sum hava viðurkent Jerúsalem sum høvuðsstað eru Kekkia, Taivan, USA og Vanuatu. Nú vil Fólkaflokkurin eisini hava sett í føroysku móselógina, at Jerúsalem verður høvuðsstaður hjá jødum og kristnum, men ongum øðrum, og so slettis ikki hjá muslimskum palestinum. Nú fokus er á Ísrael, tí tjóðin næsta ár kann hátíðarhalda 70 ár, vil amerikanski forsetin eins og Fólkaflokkurin eisini kanna sær ein part av heilaga staðnum, Jorsalir . Hann vil flyta amerikansku sendistovuna úr Tel Aviv til Jerúsalem. Og í morgin er fríggjadagur við fríggjadagsbøn í hesi krúttunnu, sum í minsta lagi telur fýra heimsátrúnaðir, antin vit vilja tað ella ei. Bretska Wikipedia sigur, at "Israelis and Palestinians both claim Jerusalem as their capital, as the State of Israel maintains its primary governmental institutions there while the State of Palestine