Skip to main content

Hvat er ein góður filmur?


Mikukvøldið varð seinasta sýning í Filmsfelagnum fyri jól. Tað var gullvinnarin í Cannes í ár, The Square, sum svenski Ruben Östlund (f.1974) leikstjórnaði. Solveig H. Olsen, sum er savnsumsjónarfólk í Listasavninum, innleiddi sýningina við sipingum til listafólk, sum vóru til staðar. Tað gjørdi sýningina nærverandi, aktuella og viðkomandi. Filmsfelagið hevur fyrr sýnt Force Majeure (Östlund 2014), ið varð vístur fyri fullum sali í Havnar Bio í februar í 2015. Beint frammanundan hitti eg smílandi svenska leikstjóran á norðurlendskari filmstevnu í Lübeck og tok hesa purpurlittu nøtriljósmyndina.


Eftir at hava sæð svenska filmin The Square, og hin eins nýggja norska Thelma (Joachim Trier), havi eg varhugan av, at eitt nýtt ættarlið av norðurlendskum leikstjórum er við at vinna sær fótafesti innan listaliga spennandi film, sum fjøldin lukkutíð eisini vil síggja, eitt nú í Filmsfelagnum. Og so eru báðir hesir leikstjórar føddir í 1974. Til felags hava teir eisini ein vilja at brúka óhugnan sum innastu drívmegi í egnum filmiskum frásøgusnildum. Í førinum The Square er satiran eisini sjónlig í brotakenda, næstan dokumentaristiska filminum, har hvørt stykki er merkiliga óforloyst. Tað dámar mær væl. Tí tá fer filmurin at liva sítt egna kjakskapandi lív, nakað sum tá Lars von Trier sigur, at eyðkennið fyri ein góðan film er, at hann kenst sum ein steinur í skógvinum. Hann gnaddar og gnaddar, bara tú sært hann, filmin, og síðan merkir hugsaða steinin, hann í skógvinum. Í hesum tankahøpi er tað framúr fantastiskt, at Filmsfelagið hevur fingið møguleikan at seta nýggjan listaliga áhugaverdan film á skrá í Havnar Bio, einasta virkandi biografinum í landinum, í tí mest sjálvsagda samstarvi, sum hugsast kann, annan hvønn mikudag. Tað skapar natúrliga karmin um kjakið, hvat ein góður filmur er. Ikki fyrr enn vit síggja hann, filmin, ið summi halda vera góðan, kunnu vit taka støðu til útboðið, gott ella ikki.

Fyrsta mikudag í nýggja árinum byrjar Filmsfelagið við satiru, sum Jákup Veyhe fer at innleiða. Tað er nýggi bretski satirufilmurin Deyði Stalins (Armando Iannucci UK 2017).