Skip to main content

Posts

Kjøtið komið

So er kjøtið komið í hús. Aftur í ár er tað frá starvsfelagnum Sigfríði, sum omanfyri sæst við jólaslipsi, haldandi í leskiliga høvuðsevninum, sum er av eina veðurlambinum úr Kollinum: tjógv, hárógva og ein snákaður hali í mentaða parkeringskjallaranum. Sum sæst á seðilinum niðanfyri, vigaðu veðurlombini 37 pund hvørt. Hetta verður gómagott og jólagleðiligt at seta tennirnar í, sum frá líður. Nú er so langt útliðið, at blanki og óslitni arbeiðskalendarin frá Nema, sum okkara kæri starvsfelagi Árni so trúliga hevur ment gjøgnum árini, eisini er komin í hús. I know who holds tomorrow. Nú eru stundir at takka fyri tað skjótt farna, og brátt taka við tí nýggja og enn ókomna 2018.

Dreymar við havið á filmsstevnu í Tromsø

Filmurin hjá Sakarisi Stórá Dreymar við havið  verður sýndur á altjóða filmsstevnuni í Tromsø í døgunum 15.-21. januar í 2018. Tað boða føroysku filmsframleiðararnir frá í dag. Tromsø International Film Festival , sum eftir vitjanartali er størsta filmsstevna í Noregi, og millum størstu filmsstevnur í Norðurlondum, sýnir umleið 80 filmar hvørt ár, fyri fleiri enn 60.000 vitjandi. Stevnan hevur 28 ár á baki og genererar sambært kanning 26 milliónir norskar krónur í avleiddum virksemi. Í tíðindaskrivi siga føroysku framleiðaranir, at hetta er fjórða altjóða filmsstevnan, sum Dreymar við havið luttekur á. Filmurin varð frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio 6. september í ár, fekk framúr ummæli, og hevur síðan luttikið á filmsstevnum í Íslandi, Italia og Týsklandi. Havnar Bio sýndi filmin í heyst og aftur í desembur, og sýningar hava eisini verið í Klaksvík, Suðuroy, Runavík og komandi ár verða sersýningar í Fuglafirði og á Sandoynni. Framleiðararnir siga, at til ber at fylgj

Trælist í Mjørkadali á jólum

Við amerikanska Jet dreyubonkin í barakk 28 í gomlu Natostøðini í Mjørkadali ger Joel Cole listaverk úr viði, so sum krukkur, stakar og skeribretti. Onnur kompleks listaverk, ið fyri mesta partin eru evnað til úr falnum trøum kring heimbygdina Shakopee í Minnesota og førd higar til lands í bingjum fyri mongum árum síðan, eru vakurt organiskir lutir, ið umframt at verða innbjóðandi taktilir at kína, eru funktionellir sum knagar, at hanga jakkar og hattar á. Til vinstru í myndini niðanfyri er eitt høgt og samansett listaverk, annanvegin átøkt Trøllkonufingri og hin vegin einum verndarsteyra, totempela, hjá norðuramerikanska upprunafólkinum. Joel, sum talar og praktiserar føroyskt sum ein innføddur, ja gongur fjøllini og flettir, sum er meir enn eg sjálvur geri, skrivar á Facebook, at "This is what I currently consider my "flagship" piece: Breaking Bad...as Faroese as it gets. The piece stands 215 cm tall and is made from: Sugar Maple, Mahogany, Ebony, Cherry, Braz

Riding shotgun í bestu harutíð

Í bestu harutíð sat eg í dag í bilsessinum framman, høgrumegin føraran, vestur á flogvøllin. Ístaðin fyri byrsu at skjóta haru við, hevði eg gjørt meg út við myndatólinum at skjóta kavamyndir soleiðis beint út eftir tí, sum fyri er í kalda góðveðrið. Yvirskipaðu ørindini vóru at møta Jógvani, sum seinrapartin kom við Atlantsflogi úr Danmark. Her hómast bláur himmal og seinastu sólstrálurnar á hvíttklæddu fjallarøðirnar norðanfyri, innan alt ber upp fyri, so vit bara síggja næstu líðirnar í Kaldbaksbotni. Nú missa vit bláa loftið og fjara sýnið, so alt er næstan svart og hvítt, og ber upp fyri øllum tí fjara.   Í Kollfjarðardali er ein bilur farin út av vegnum og er bóltaður runt í morgunhálkuni. Nú er saltað og gott at koyra, men allir litir eru burtur. Eftir Leynatunnulin er trøllsliga grátt yvir bláa vatnið og fram við vegnum, har brúnguli heystarhagin hevur hug at troðka seg upp úr tí litleysa lendinum. Eftir at flogfarið er lent henda sjáldsama góðveðursdag, v

Tá ljóðið sigur søgur á filmi

Tá ljóðið sigur søgur á filmi er yvirskriftin, tá Peter Storm Wich fer at sýna filmin Polar , og greiða frá um ljóðsniðið í fyrstu grønlendsku webfilmsrøðini. Tað eru Filmsfelagið og Havnar Bio sum í felag fara sýna filmin Polar, sum er verkætlan frá filmsskúlanum Super16. Samstundis er hetta ein pilotur, nú fyrsta grønlendska netrøðin verður gjørd. Baksýnið og orsøkin til sýningina í Filmsfelagnum er, at varpa ljós á ljóð í filmi og filmsgerð. Skal ljóðið gera mun og hava størst møguliga virkna í filmaðu søguni, so skal ljóðfólkið, ljóðdesignarin, vera við í kreativu prosessini longu tá hugskotið verður til og handritið skrivað. Polar er eitt dømi, har ljóðsniðgevin medvirkar frá byrjan, og elvir til, at ljóðmyndin og alt ljóðumhvørvið verður ein sjálvsagdur medspælari í filmaðu søguni. Peter Storm Wich, sum lesur til tónameistara á Danska Filmskúlanum, og hevur ábyrgdina av ljóðinum í Polar , fer eftir sýningina at siga frá um, hvussu ljóðið er blivið til og at svara spurni

Fullsett kirkja við Bach og kertum

Ólavskirkjan í Kirkjubø, sum helst er reist í 1200-talinum og tí er Føroya elsta kirkja, var fullsett í kvøld, tá skipað var fyri konsert við klassiskum tónleiki eftir Johann Sebastian Bach (1685-1750). Samskipari var Ólavur Jacobsen, sum spældi klassiskan guitar og var framúr væl upplagdur frásøgumaður við perfektari timing , ikki bara í gittarspæli, men eisini í orðum. Einki orgul er í kirkjuni, so umframt gittarin hjá Ólavi, hoyrdu vit eina strúkikvartett við Moniku Stauss Joensen, Jón Festirstein, Jens Christian Guttesen og Jonu Jacobsen. - Alt samalt í andum hjá Bach, sum skuldi levera tónleik hvønn sunnudag, bæði til vanliga messu og til hámessu, og altíð leggja til rættis eftir høvi og umstøðum, sum til dømis her í kirkjuni, segði ein nærverandi Ólavur. Carsten Arnskov, teknikari í Kringvarpinum, hevði myndprýtt kirkjuna við ljósi upp á veggin í litum, sum vit annan vegin kenna úr litaðu glaslistini hjá Tróndi Paturssyni, men eisini við søguligum portrettmyndum