Skip to main content

Dreymar við havið á filmsstevnu í Tromsø


Filmurin hjá Sakarisi Stórá Dreymar við havið verður sýndur á altjóða filmsstevnuni í Tromsø í døgunum 15.-21. januar í 2018. Tað boða føroysku filmsframleiðararnir frá í dag.

Tromsø International Film Festival, sum eftir vitjanartali er størsta filmsstevna í Noregi, og millum størstu filmsstevnur í Norðurlondum, sýnir umleið 80 filmar hvørt ár, fyri fleiri enn 60.000 vitjandi. Stevnan hevur 28 ár á baki og genererar sambært kanning 26 milliónir norskar krónur í avleiddum virksemi.

Í tíðindaskrivi siga føroysku framleiðaranir, at hetta er fjórða altjóða filmsstevnan, sum Dreymar við havið luttekur á. Filmurin varð frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio 6. september í ár, fekk framúr ummæli, og hevur síðan luttikið á filmsstevnum í Íslandi, Italia og Týsklandi.

Havnar Bio sýndi filmin í heyst og aftur í desembur, og sýningar hava eisini verið í Klaksvík, Suðuroy, Runavík og komandi ár verða sersýningar í Fuglafirði og á Sandoynni.

Framleiðararnir siga, at til ber at fylgja við og lesa meira um filmin á Facebook síðuni, og meir sæst um filmin á Tromsø International Film Festival her.