Skip to main content

Kjøtið komið


So er kjøtið komið í hús. Aftur í ár er tað frá starvsfelagnum Sigfríði, sum omanfyri sæst við jólaslipsi, haldandi í leskiliga høvuðsevninum, sum er av eina veðurlambinum úr Kollinum: tjógv, hárógva og ein snákaður hali í mentaða parkeringskjallaranum. Sum sæst á seðilinum niðanfyri, vigaðu veðurlombini 37 pund hvørt. Hetta verður gómagott og jólagleðiligt at seta tennirnar í, sum frá líður.


Nú er so langt útliðið, at blanki og óslitni arbeiðskalendarin frá Nema, sum okkara kæri starvsfelagi Árni so trúliga hevur ment gjøgnum árini, eisini er komin í hús. I know who holds tomorrow. Nú eru stundir at takka fyri tað skjótt farna, og brátt taka við tí nýggja og enn ókomna 2018.