Skip to main content

Posts

Gott nýggjár!

Gott nýggjár! Í Tórsbyrgi hevur øll árini, síðan fólk fluttu inn her í 1976, verið vanligt at hava nýggjárshald. Í dag varð byrjað við barnatiltaki klokkan fimm í brekkuni frá hitamiðstøðini í elsta eigarafelagnum niðan móti Lágargarði, sum lat upp í 1987. Klikk á myndina omanfyri og hon verður eitt krubbuspæl. Við trygdarútgerð fokusera børnini í Tórsbyrgi saman við mammum og pápum á, hvussu alt skjótbært fæst at bresta best hetta gamlaárskvøld í Tórsbyrgi. Og omanfyri øllum er bálmeistarn, Jón, sum í hesi løtu hevur set seg inn í gomlu smáttuna í brekkuni beint undir Lágargarði. Fyrr um dagin er gjørt klárt til kyndlagonguna hjá teim vaksnu, sum byrjar klokkan ellivu um kvøldið. Her sæst, at millum jólahurðanna standa kyndlar. Kanska forða teir fyri at nýggjar dyr verða opnaðar. Hvør veit. So byrjar kyndlagongan hjá teim vaksnu, nú klokkan er farin av midnáttarellivu. Nú er at ansa eftir leidningum og takskeggi, so kyndlarnir ikki festa í. Eyðdis un

Kjøt úr Oynnabóli er best

Fyrra fríggjadag millum jólanna, 29. desember, vóru vit í Nólsoy, har Ivan og Guðrun savnaðu familjuna og borðreiddu við føroyskum mati. Besti bitin, ið saktans kundi staðið ovastur á sjarkuttarí-listanum hjá The Tarv, var klárur at taka upp í lógvan á køksborðinum í Nýggjagørðum. Í dry aged smakki ikki ólíkt búnaðum galisiskum kjøti. Er tørført at taka seg niður í brattlendið, haðan kjøtið stavar, er enn verri at finna fram til staðarnavnið, sum er livandi á mannamunni í Nólsoy, men ikki kann googlast og ikki er á staðarnavnalistanum hjá Kortalinum. Egon Hansen nevnir tó navnið í einum yvirliti í aðrari av Nólsoyarbókunum, so vit vita, hvussu munnborna navnið stavast. Oynnabóli er navnið. - Eingin hevur nakrantíð átt Oynnaból, sum er eystantil á Nólsoynni, sunnanfyri Mann, mitt í berginum, beint upp frá Bólstaði. Vit kunnu vera eini níggju mans, sum fara við 60 favna línu. Av eggini eru 37 favnar niður í brattlendið har tveir seyðir ganga. Tá eru minst 80 favnar niður

Ljóð í filmi við "Polar" sum dømi

Í dag vísti 28 ára gamli Peter Storm Wich grønlendska filmin Polar í Havnar Bio, har Filmsfelagið skipaði fyri eini setu um ljóð. Peter lesur til tónameistara á Danska Filmskúlanum, og hevur fyrr lisið sound design á Sonic College í Danmark. Grønlendski filmurin er fyrsti partur í webrøðini Polar , sum byrjar við at fýra menn verða funnir deyðir út fyri bryggjuna í Nuuk. Ein teirra livnar upp aftur og er høvuðspersónur í framhaldandi søguni. Umframt at vera ljóssterkt reinur og nauturalistiskur filmur, er søgan merkt av alien abduction tankanum undur afturvendandi norðljósinum, sum er eyðkennið fyri røðina. Pápin, Ole Wich innleiddi sýningina, sum var í sali 2 í Havnar Bio. Peter segði frá um teir tankar, sum liggja til grund fyri tí ljóði, sum ítøkiliga hoyrist í hesum filminum, og sum frá líður fær ein innlagdan part í søgugongdini, har fotografurin, sum hugsar í myndum, og tónameistarin, sum hugsar í ljóði, samstarva um, hvussu teir hvør í sínum lagi síggja og h

Gleðilig jól!

Birkblog ynskir øllum lesarum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, sum fer at verða aktuelt um eina góða viku. Hesa ársins tíð, tá árið rennur út og eitt nýtt stundar til, verður tikið saman um á øllum økjum, so ein ábending og eitt umhvarv kann hómast, hvussu skarst og hvat fekst burturúr, ikki bara fyri íleggjarar, men eisini fyri brúkarar, ið til gerandis skifta orð um nýggj rák og fyribrigdi í tíðindaverðini, sum einaferð var so sára einføld. Ikki minst tá bara eitt útvarp var og einki annað. Jú, kanska norðmaðurin og danskarin á langbylgjusendaranum í Kalundborg, og so Tórshavnsradio á bygd. Ja, og so tey góðu gomlu heimaprentaðu pappírsbløðini. Í dag er miðlamyndin so fragmenterað sum aldri áður. Møguleikarnir eru ovurhonds nógvir. Nógv bjóða sær til, og nú fæst eisini stuðul til miðlavirksemi hjá øðrum enn útvarpinum og sjónvarpinum, sum man einaferð, við høvdinum undir arminum, koyrdi í ein pott og kallaði kringvarpið. So varð kringvarpsgjaldið strikað og kravt inn yv

Filmur í 2017

Foto: Ole Wich Eyðkennið fyri film á okkara leiðum í ár var, at vit fingu nógvar coming of age filmar at síggja í biografunum. Hjá okkum var tað fyrsti filmurin hjá Sakaris Stórá í spælifilmslongd, Dreymar við havið , sum Filmsfelagið frumsýndi í Havnar Bio 6. september. Hann var um gentur, meðan íslendsku Þrestir og Hjartarsteinn vóru um dreingir. Danski  Team Hurricane , hjá Anniku Berg, sum er hálv av Tvøroyri, og amerikanski Lady Bird hjá Gretu Gerwig, eru báðir um gentur. Coming of age heitið er nýtt og sipar til eina búningartilgongd, ofta við einum kynsliga definerandi tema, sum er frammarlaga í søguni, ið er nógv meira kompleks enn fløtu og eindimensionellu ungdómsfilmarnir, sum til dømis vóru á danska marknaðinum í 1970’unum. Eitt annað eyðkennið fyri film í undanfarna árið er avbjóðandi og tilætlaður óhugni, discomfort . Dømi um hetta er filmsrøðin Black Mirror á Netflix, har tilveran verður lýst og hildin upp móti aktuellari samskiftistøkni, har tú kanst bl