Skip to main content

Ljóð í filmi við "Polar" sum dømi


Í dag vísti 28 ára gamli Peter Storm Wich grønlendska filmin Polar í Havnar Bio, har Filmsfelagið skipaði fyri eini setu um ljóð. Peter lesur til tónameistara á Danska Filmskúlanum, og hevur fyrr lisið sound design á Sonic College í Danmark.


Grønlendski filmurin er fyrsti partur í webrøðini Polar, sum byrjar við at fýra menn verða funnir deyðir út fyri bryggjuna í Nuuk. Ein teirra livnar upp aftur og er høvuðspersónur í framhaldandi søguni. Umframt at vera ljóssterkt reinur og nauturalistiskur filmur, er søgan merkt av alien abduction tankanum undur afturvendandi norðljósinum, sum er eyðkennið fyri røðina.


Pápin, Ole Wich innleiddi sýningina, sum var í sali 2 í Havnar Bio.


Peter segði frá um teir tankar, sum liggja til grund fyri tí ljóði, sum ítøkiliga hoyrist í hesum filminum, og sum frá líður fær ein innlagdan part í søgugongdini, har fotografurin, sum hugsar í myndum, og tónameistarin, sum hugsar í ljóði, samstarva um, hvussu teir hvør í sínum lagi síggja og hoyra filmin, tá teir av fyrstan tíð lesa handritið. Meðan nettænastan við webfilmi vanliga er avmarkað í ljóði, er gjørligt at hoyra filmin við fullari dynamiskari kraft við umfarsljóði og øllum í biografinum.


At gera netrøðir til stroyming sum hesa, er ein góður møguleiki í vaksandi føroyska filmsumhvørvinum, helt Peter fyri, eftir sýningina.


- Polar er dømi um eina pilotverkætlan, og fólkini, sum hava gjørt minirøðina, royna nú at finna fígging til fleiri partar úr grønlendska umhvøvinum, har filmurin fer fram, sigur Peter.

Hann hevur verið knýttur at ætlanini í eitt ár. Fyrr hevur hann gjørt ljóð í stórum donskum biograffilmum sum Under sandet (Martin Zandvliet 2015) og I blodet (Rasmus Heisterberg 2016).