Skip to main content

Kjøt úr Oynnabóli er best


Fyrra fríggjadag millum jólanna, 29. desember, vóru vit í Nólsoy, har Ivan og Guðrun savnaðu familjuna og borðreiddu við føroyskum mati. Besti bitin, ið saktans kundi staðið ovastur á sjarkuttarí-listanum hjá The Tarv, var klárur at taka upp í lógvan á køksborðinum í Nýggjagørðum. Í dry aged smakki ikki ólíkt búnaðum galisiskum kjøti.


Er tørført at taka seg niður í brattlendið, haðan kjøtið stavar, er enn verri at finna fram til staðarnavnið, sum er livandi á mannamunni í Nólsoy, men ikki kann googlast og ikki er á staðarnavnalistanum hjá Kortalinum. Egon Hansen nevnir tó navnið í einum yvirliti í aðrari av Nólsoyarbókunum, so vit vita, hvussu munnborna navnið stavast. Oynnabóli er navnið.


- Eingin hevur nakrantíð átt Oynnaból, sum er eystantil á Nólsoynni, sunnanfyri Mann, mitt í berginum, beint upp frá Bólstaði. Vit kunnu vera eini níggju mans, sum fara við 60 favna línu. Av eggini eru 37 favnar niður í brattlendið har tveir seyðir ganga. Tá eru minst 80 favnar niður á Bólstað. Tað er tann reini sportur, at hava tveir seyðir har, sigur Ivan Holm og sker av hárygginum á einum veðri, sum vigaði 65 pund og upprunaliga kom úr Skopun.


- Hygg, glærfitin, sigur Ivan og sker niður.

- Meginparturin er kjøt, beinini eru dubult so sver, tí teir ganga í brattlendi. Her er kjøtríkt í Oynnabóli, har hvannirnar eru manshøgar, og seyðurin annars etur sýru.

- Hóast veðrar eru dotnir oman, havi eg fingið allar mínar aftur. Man skal vera stillur. Ein seiðatráða verur brúkt at fanga teir. Menninir halda, so hálar tú til tín. So verður seyðurin hálaður upp í hinari línuni, sigur Ivan um at vera í Oynnabóli.


Eydnuhjól er í Royndarhúsinum, har hagar, privat og vinnurekandi í oynni hava latið vinningar, sum verða burturlutaðir á seðlum, ið gerast dýrari alt eftir vinningunum.

Kvinnur við fyrriklæði selja seðlarnar, og tvey veðurlomb úr hvør sínum haga eru høvuðsvinningarnir, tá drigið verður á pallinum, har børnini sita spent á senukantinum.


Hinumegin senukantin er Nicolaj Falk, sum er við í sagnarkenda novellufilminum Trøllabeiggjar hjá Gudmundi Helmsdal, sum teir gera upptøkur fyri júst í dag.


So nærkast Ternan, ið førir bilar, fólk og vøru um jólafjørðin av Malarenda og inn á Bursatanga.


Umborða á Ternuni er laga manni at kanna knappar og funkur á myndatólinum um fjørðin hetta fríggjakvøld. Men kalt er í luftini, so tú verður beinfrystur, ert tú ov leingi á dekkinum.


Hesa svørtu og hvítu Kingomynd av Nólsoynni tók eg fyrr í ár. Hana lata vit standa, nú árið er um at renna út, og vit kunnu transformera 328 ára gamla páskasálmin til nýggjárið, og syngja

Sum ígjøgnum sortar skýggja 
kemur fram hin gylta sól,
so at bølamyrkur má flýggja,
lýsur í um tind og hól