Skip to main content

Posts

Kvinnufilmar í felag

Kovboyfilmar vita vit, hvat er, men hvat er ein kvinnufilmur? Eru tað filmar um kvinnur og kvinnuviðurskifti; filmar, sum kvinnur gera, ella bæði og kanska okkurt triðja? Í september royndi Filmsfelagið at seta nýggjar kvinnufilmar á skrá í Havnar Bio og í Norðurlandahúsinum, eisini ein føroyskan, við góðum innleiðarum, sum allir vóru kvinnur. Frálíkt tiltak, spyrt tú meg. Tí samstundis kom eisini fram, at nógv tey flestu, sum ganga í biograf, eru kvinnur. Kvinnur eru vorðnar mentanarberar, tað er sjón fyri søgn, fert tú í biograf eitt fulsett kvøld. Nú fer Filmsfelagið at vísa fyrsta filmin hjá svensku Isabellu Eklöf (f.1978), sum ber lagaliga frítíðarheið Holiday og hevur eina so flotta plakat, at tú skuldi trúð at hetta var lokkandi sponsorvirksemi og product placement frá charterturismuni. Men so er ikki. Svenska Isabella, sum er útbúgvin á danska Filmskúlanum í 2011, skrivar og skapar hennara egna veruleika, sum vit fyrstu ferð sóu í svenska filminum Gräns , sum vann

Temasíða á Snar um miðlar

- Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í miðlunum er tíðarbundið. Eins og kronos merkir klokka, so er ein kronikkur ein tíðargrein. Greinin skal fanga okkurt, sum er í tíðini í tí landinum, har vit búgva. At vera journalistur merkir at vera ajour , tað er altíð at vera dagførdur, sama hvør miðilin er. Soleiðis byrjar nýggja temasíðan á Snar um miðlar, sum sæst her . - Umframt at lesa, fara vit í hesum tema eisini at spæla journalistar. Við støði í galdandi námsætlanum fara vit at skriva og læra okkum ymsu sløgini av journalistiskum tekstum, at brúka keldur og meta um falstíðindi. Tilfarið um miðlar er býtt í smáar stubbar við kjakevnum at taka upp í flokkinum. Lagt verður upp til at brúka og fata miðlarnar, og at næmingurin er virkin við egnum amboðum ella útgerð, sum skúlin útvegar. Tað er annan vegin at halda og lesa bløð, lurta eftir útvarpi og hyggja eftir Degi og Viku. Hin vegin er tað ikki minni umráðandi, at næmingurin sjálvur brúkar amboð sum fartelefon og teir skiftandi

Bankatoskur frá Kára

Kári Kristiansen úr Kollafirði er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbaru , sum er í Gongini heima í Havn. Vit sita niðri undir, og tað er sum í galluni undir dekki á einum fullriggara. Gólvbrettini geva seg, tá gestir koma inn og sum frálíður fylla húsið, og tænastugenturnar tita aftur og fram. Portugisiskur sangur við Elis Regina, Velha Roupa Colorida, frá 1976 fyllir rúmið. Ein organisk uppliving millum hvíttaða kjallaragrótið og mjúku sitipúturnar við føroyskum mynstrum. Saman við Ólavi Heinesen og Ólavi Sjúrðarberg, hevur kokkurin Kári sjálvur flakt bankatoskin uppi á Hotel Føroyum. Ein annar leirvíkingur, Ingvar Joensen, sum er stjóri á Tavuni, og sæst til vinstru á myndini niðanfyri, var hin fyrsti, sum flakti bankatosk til Áarstovu og matstovurnar heima í Havn. Bankatoskurin, sum er prima vøran, ið verður borðreidd í bacalaostíli í kvøld, er veidd við Magnusi Heinasson á Føroyabanka í september.  Her eru skiparin, og til vinstru stjórin á Havstovuni, Eiler Gaard, s

Filmur og fittlig feria

Seinastu feriuvikuna í ár brúkti eg til at fara við Atlantsflogi til Keypmannahavnar og so við toki til norðurlendsku filmstevnuna í Lübeck, sum í ár varð hildin á 60. sinni. Niðanfyri sæst, við dømi frá mikudegnum, hvussu ein dagsskrá á pappíri kann síggja út. Ikki tí, hon fæst eisini sum app, filmskráin í Lübeck. Allir filmar eru biografaktuellir, hava enskan undirtekst, og verða sýndir í biografunum CineStar, Kolloseum, Filmhaus og Koki. Tá fetteljarin vísti mest, varð talið seytjantúsund eftir einum degi. Tilsamans sá eg nítjan filmar frá týsdegi til leygardag. Nokk so stuttligt at ganga inn og út úr filmum og skifta orð við aðrar cineastar. Drívmegin er Linde Fröhlich, sum er listaligur leiðari og eisini var fyrsti útlendski dómari í føroysku Geytadómsnevndini. Á niðaru myndini sæst Linde saman við Florian Vollmers, sum er fyrisitingarligur leiðari. Her eru øll, ið fingu eina virðisløn, umboðaði á pallinum í Sjónleikahúsinum í Lübeck leygarkvøldið. Mitt fyri, undi