Seinastu feriuvikuna í ár brúkti eg til at fara við Atlantsflogi til Keypmannahavnar og so við toki til norðurlendsku filmstevnuna í Lübeck, sum í ár varð hildin á 60. sinni. Niðanfyri sæst, við dømi frá mikudegnum, hvussu ein dagsskrá á pappíri kann síggja út. Ikki tí, hon fæst eisini sum app, filmskráin í Lübeck. Allir filmar eru biografaktuellir, hava enskan undirtekst, og verða sýndir í biografunum CineStar, Kolloseum, Filmhaus og Koki. Tá fetteljarin vísti mest, varð talið seytjantúsund eftir einum degi. Tilsamans sá eg nítjan filmar frá týsdegi til leygardag. Nokk so stuttligt at ganga inn og út úr filmum og skifta orð við aðrar cineastar.
Drívmegin er Linde Fröhlich, sum er listaligur leiðari og eisini var fyrsti útlendski dómari í føroysku Geytadómsnevndini. Á niðaru myndini sæst Linde saman við Florian Vollmers, sum er fyrisitingarligur leiðari.
Her eru øll, ið fingu eina virðisløn, umboðaði á pallinum í Sjónleikahúsinum í Lübeck leygarkvøldið. Mitt fyri, undir stavinum L í navninum Lübeck, er leikarin Juan Camillo Roman Estrada úr Medellín í Kolumbia. Hann umboðaði íslendska filmin hjá Benedikt Erlingsson, Kona fer í stríð, sum fekk fýra virðislønir, og teirra millum høvuðsvirðislønina hjá Norddeutsche Rundfunk.
Í filmunum hjá Benedikt Erlingssyni er Juan Camillo ævigi súklandi ferðamaðurin, sum altíð kemur í løgreglukløtur, tí hann krossar hendingar, sum var tað ein glantrileikur av tí gamla og komiska blandings-farsu-slagnum, ikki so langt frá sirkussi og klovnum fyri hundrað árum síðan, men sum við nútíðartónleikarum og sangarum ganga inn og út í nútíðarsøguni í filminum. Greitt er, at íslendski leikstjórin, sum týsdagin fekk Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sama film, er bitin av júst sirkussi og playfulness, mest sum í ovurmát. Sama sást í fyrru filmunum, bæði súklarin og tað at goyma seg í einum dýrafeldi á fjøllum, nú í einum deyðseyðarovi. Hóast eg helt, at íslendskur filmur stóð seg best, ella í hvussu er átti besta filmin á skránni, sum taldi 199 filmar, ið vórðu sýndir 331 ferðir, so var tað ikki Kona fer í stríð, sum mær dámdi best. Tað var Andið eðlilega, sum er fyrsti filmur hjá Isold Uggadóttir (f.1975). Hon hevur lisið film og leikstjórn í New York og fekk fyri Andið eðlilega virðisløn fyri bestu leikstjórn á Sundance filmstevnuni og fyri besta filmin á Minniluta Filmstevnunum í Havn í ár. Tá segði enska dómsnevndin soleiðis: "Set on an small island, this film gives us a personal perspective on some of the biggest crisis that Scandinavia and Europe are facing right now. As we follow the footsteps of the main characters in the film, we get an inside view on critical refugee issues and growing poverty in Scandinavia. The Islandic director, Isold Uggadóttir, takes the audience on an emotional and intimate journey where two womens personal struggles are deeply connected eventhough they come from different parts of the world. This important film leaves us reminded that, no matter where we are born we all deserve equal rights to ”breathe normally”." Her sæst Isold Uggadóttir, sum fegin vildi koma til Føroya at vísa filmin, hin besta eftir mín tykki, í einum føroyskum biografi við stórum lørifti.
Millum teir bestu av teim nítjan filmunum eg sá, var eisini norski one-take filmurin Blindsone, sum er fyrsti filmur, ið kendi svenski sjónleikarin Tuva Novotny (f.1979) hevur gjørt. Skakandi góður lýsur hennara filmur vælferðarsamfelagið, tá tað ringast hugsandi rakar eina familju og mest brúk er fyri grannum, ambulansu, sjúkrahúsi, sjúkrasystir, ið tekur sær av avvarandi, og at eitt væl virkandi psykiatriskt tilboð er við góðari journalskipan, har skynsom fólk vita av hvørjum øðrum. Hesir báðir verða viðmældir, skuldi tú rent teg í møguleikan at síggja teir, Andið eðlilega og Blindsone.
Biografiskir biograffilmar er ein sjangra, sum svenski Hannes Holm (f.1962) stendur seg væl í. Á sama hátt sum danski Per Fly (f.1960) í Monica Z liggur serliga væl fyri at lýsa viðurskiftini millum ein kendan persón í uppvøksturi og ein ofta trúttandi pápa við brostnum vónum, ið næsta ættarlið skal plágast við. Her sæst Hannes Holm saman við Adam Pålsson, sum í filminum Ted - För kärlekens skull spælir meistarligi poppsangarin Ted Gärdestad, sum doyði bara 41 ára gamal í 1997. Ein sjáldsama gávaður unglingi, sum Stikkan Andersson og Björn og Benny og tey løgdu til merkis í 1960'unum, og sum sviar siga varð størri enn ABBA nakrantíð vóru í 1970'unum, men fekk eina so út av lagi vána lagnu av sálarligari sjúku. Framúr filmur um ein framúr sangara, sum tey brúka til dóp og jarðarferð í Svøríki. Akkurát sum Kim Larsen í Danmark.
Millum áhugaverdu heimildarfilmarnar var Lykkelænder, sum danski Lasse Lau hevur gjørt í Grønlandi og Danmark, men við grønlendingum og grønlendskum viðurskiftum sum evni snarar um í 75 minuttir. Eisini hann vil koma til Føroya at skapa kjak um nýkolionalismu við Grønlandi sum dømi. Spennandi filmur hjá spennandi leikstjóra um eitt ævigt spennandi evni, eisini í Føroyum.
Men tveir føroyskir filmar, Nina hjá Mariu Winther Olsen, sum var í kappingarskránni, og Havið - Kærleiki umborð, hjá Eir í Ólavsstovu, høvdu eisini funnið sær vegin til marknaðin í Týsklandi, har publikum er so dedikerað sum onga aðrastaðni eg veit um. Í ár vóru 36.000 vitjandi, sum er rekord í hugnaliga býnum, har tú kanst skapa sambond við fólk í øllum filmsliðum, akkurát so sum tú leggur í. Persónligt og dedikerað.
Hevur tú hug fyri filmi, ikki minst at síggja film í góðum karmum og hugnaligum selskapi, so vil eg viðmæla eina feriuviku tá Nordische Filmtage eru í Lübeck. Feria og filmur, einki er so fittligt sum tað.