Kári Kristiansen úr Kollafirði er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbaru, sum er í Gongini heima í Havn. Vit sita niðri undir, og tað er sum í galluni undir dekki á einum fullriggara. Gólvbrettini geva seg, tá gestir koma inn og sum frálíður fylla húsið, og tænastugenturnar tita aftur og fram. Portugisiskur sangur við Elis Regina, Velha Roupa Colorida, frá 1976 fyllir rúmið. Ein organisk uppliving millum hvíttaða kjallaragrótið og mjúku sitipúturnar við føroyskum mynstrum. Saman við Ólavi Heinesen og Ólavi Sjúrðarberg, hevur kokkurin Kári sjálvur flakt bankatoskin uppi á Hotel Føroyum.
Ein annar leirvíkingur, Ingvar Joensen, sum er stjóri á Tavuni, og sæst til vinstru á myndini niðanfyri, var hin fyrsti, sum flakti bankatosk til Áarstovu og matstovurnar heima í Havn.
Bankatoskurin, sum er prima vøran, ið verður borðreidd í bacalaostíli í kvøld, er veidd við Magnusi Heinasson á Føroyabanka í september. Her eru skiparin, og til vinstru stjórin á Havstovuni, Eiler Gaard, sum situr í erva á matstovuni í kvøld.
Eftir eitt perlandi glas av spanskum cava kemur fyrsti rættur á borðið, sum er ein bacalaobrandada á polenta úr maisi.
Síðan kemur bacalao við ertrum, chickpea. Í báðum førum er vínskráin tvey løtt og svallig albarîño vín úr Rias Baixas í Galicia, har pílagrímsleiðin, camino'in, endar í Cabo Fisterra. So høvið er eisini at senda Høgna Rasmussen ein vinaliga tanka yvir bacalo rættunum. Komi eisini í tankar um, at einaferð sigldi eg við pápa mínum til Cabo la Burela í hesum sama øki. Sponsku hvítvínini, sum kallast Attis og Fefinanes, eru lætt saltrákað og minna meg á pílagrímsferð í bók og pápasigling hjá smádrongi.
Triði bacalaorættur er eitt leskiliga roykt stykki, lagt í kræklingasúpan. Aftirvið er einasta franska vínið í kvøld, sum er súrepla cidre frá Cristian Drouin, kenda calvadosframleiðarnum í franska Normandínum. Svalligt og eitt sjáldsama gott frávík í saltstroyddu matskránni, bæði tað roykta fiskastykkið og svalliga glasið. Perfekt samanseting undir mínum góma hesa løtu.
Eftir fruktkenda og smakkrúmliga cidre drykkin og roykta fiskin í kræklingasúpanini kemur høvuðsrætturin, sum er gratinerað og rúkandi heitt bacalaofat við purrleyki, hvítleyki og eplum í. Afturvið er chardonnay frá Costes del Segre goymt á fati í Katalonia. Annika Repond Sørensen serverar høvuðsrættin fyri okkum í gallukjallaranum.
Ein góð matskrá telur eisini eitt glas av einhvørjum góðum, sum kann leggja lok á máltíðina. Í hesum føri er tað Aberlour 16 ára gamalt whisky, sum vit fáa til kaffi afturvið søtum sjokulátabitum og mest sum ov søtum sponskum kleynum.
Men so kemur John Mikkelsen inn og tekur okkum allar á bóli. Við sær hevur hann ein tallerk við sjokulátu og áskriftini tillukku og eina sjampanjufløsku. Tað er til Ingvar, sum fyllir 65, og hevur havt so stóran týdning fyri bankatosk, saltfisk og bacalao í hesum góða og organiska matstovuumhvørvinum heima í Havn.
So gongur prátið um dagsaktuellan brisling, sum nú fæst aftur. Í fjør fingust 300 tons og tá best vildi til fingu teir 700 tons, sigur Ingvar og fortelur um Svírøkisferðir við Johan í sildaørindum.
Ólavur heldur at toskurin av bankanum, teir vóru henda túrin fjøruti og fór allir til Gist og Vist, var stórur sum lambskrov. Upp í fjøruti pund, men við eini miðalvekt á tjúgu. Alt er brúkt, lippur og kjálkar eisini. Kanska er hetta eitt gott øki fyri sportsfiskarar, heldur Ólavur.
Johan heldur, at gastronomisk krøv eiga altíð at verða tengd at veiðu á Føroyabanka. Kanska eigur eitt matmanifest at verða orðað um bankatoskin og alla veiðu har um leiðir. Tað eru allir menn um borðið samdir um.
Eftir kjakið kemur øltænarin úr grannahúsinum, Mikkeler, gjøgnum millumgongdina og serverar eina brexitbeiska Northern Monk øl, sum leggur endaligt lok á løtuna við septembersaltfiski av Føroyabanka. Manga takk fyri, Kári, John, Johan og øll tit, ið gjørdu løtuna møguliga!