Kovboyfilmar vita vit, hvat er, men hvat er ein kvinnufilmur? Eru tað filmar um kvinnur og kvinnuviðurskifti; filmar, sum kvinnur gera, ella bæði og kanska okkurt triðja? Í september royndi Filmsfelagið at seta nýggjar kvinnufilmar á skrá í Havnar Bio og í Norðurlandahúsinum, eisini ein føroyskan, við góðum innleiðarum, sum allir vóru kvinnur. Frálíkt tiltak, spyrt tú meg. Tí samstundis kom eisini fram, at nógv tey flestu, sum ganga í biograf, eru kvinnur. Kvinnur eru vorðnar mentanarberar, tað er sjón fyri søgn, fert tú í biograf eitt fulsett kvøld. Nú fer Filmsfelagið at vísa fyrsta filmin hjá svensku Isabellu Eklöf (f.1978), sum ber lagaliga frítíðarheið Holiday og hevur eina so flotta plakat, at tú skuldi trúð at hetta var lokkandi sponsorvirksemi og product placement frá charterturismuni. Men so er ikki. Svenska Isabella, sum er útbúgvin á danska Filmskúlanum í 2011, skrivar og skapar hennara egna veruleika, sum vit fyrstu ferð sóu í svenska filminum Gräns , sum vann