Her sæst føroyska Barbara Lervig, standandi mitt fyri í svørtum, saman við upptøkuliðnum, ið gjørdi filmin Holiday. Myndin er tikin á altjóða filmstevnuni, sum hvørt ár er í Göteborg. Barbara hevur loyvt mær at blaða í myndasavninum, nú Holiday verður sýndur herheima mikudagin. Á myndini niðanfyri, sum er tikin á turkisku Bodrum strondini, er Barbara nummar fýra frá vinstru. - Tað var á fimtu lestrarhálvu á bachelorinum í Film- og miðlavísindi, at eg valdi at fara í starvsvenjing. Eg fekk eitt pláss á produktionsselskapinum Apparatur aps, sum tá var í holt við síðstu fyrireikingar til spælifilmin Holiday . Mín tittul var producerassistent og uppgávurnar vóru nógvar og ymiskar, sigur Barbara. - Holiday varð tikin upp í Bodrum í Turkalandi á vári í 2017 og vit filmaðu í fimm vikur. Vit vóru eitt stórt lið eini 40 fólk við sjónleikarum. Filmurin er ein co-produktión millum fleiri lond, so filmsliðið var úr nógvum ymiskum londum, og tað merktist eisini í mun til arbeiðsmen