Skip to main content

Hanna og Mikkjal vunnu


Systkinini Hanna og Mikkjal Davidsen úr Havn vunnu í kvøld 10.000 krónur fyri stuttfilmin 12 ár í kappingini hjá Klippfisk, sum byrjaði fríggjakvøldið klokkan seks, tá evnið "Meðan vit bíða" varð kunngjørt. Kappingin endaði 48 tímar seinni, sunnukvøldið klokkan seks, tá dómsnevndin møttist og metti um allar teir 21 filmarnar, sum komu inn. Partur av evninum var ein forðing, ið skuldi fatast sum ein spegil ella spegling.


Sum vinnarafilmurin bendir á, er Mikkjal 12 ára gamal. Hanna, sum hevur leikstjórnað, er 18 ára gomul og gongur í 3.g á Glasi, har yndisfakið er miðlakunnleiki. Mikkjal, sum er høvuðspersónur í filminum, gongur í 6.e flokki í skúlanum á Fløtum.


Beinta Haraldsen, ið er leiðari á filmverkstovuni Klippfisk, skipaði fyri sýningunum í Reinsarínum í kvøld, meðan Pætur Marjunarson Dahl las grundgevingarnar hjá dómsnevndini.


Dómsnevndin segði soleiðis um besta filmin 12 ár:

Hóast tað vóru nógv góð uppskot til besta filmin í ár, so var tað ein samd dómsnevnd, sum í síðsta enda peikaði á vinnarafilmin. Besti filmur í ár vísur eitt stórt yvirskot av frásøgugleði, nærveru og films-handalagi. Ein estetiskur, vísur og poetiskur portrettfilmur um ein 12 ára gamlan drong, sum gleðir seg at blíva vaksin. Og meðan vit bíða, hoyra vit um hansara avbjóðingar, lívsroyndir og dreymar, har drongurin at enda sjálvur tekur avgerð um, at liva beint nú, ístaðin fyri at bíða. Við tryggum hondum, einum vøkrum myndamáli og einum sterkum tempo fortelur filmurin
eina kompakta søgu, sum onkursvegna er rørandi, samstundis sum hon bæði er lívsjáttandi og stuttlig. Myndamálið skiftur millum tað subjektiva og tað observerandi. Rútman er sterk og støðug. Alt hetta leiður okkum inn í ein heim, ið vit øll kunnu kenna okkum aftur í. Við støði í tí gerandisliga, sum er í dokumenteraðu løtuni, lyftir filmurin einstaklingin upp í eina tíðarleysa dimensjón, og gevur honum eina rødd, ið er merkt av djúphugsni. Góðu myndirnar styrkja avmáldu løtuna, sum liggur leingi á. Tað er týðuligt, at leikstjórin hevur eina lovandi framtíð innan film.


Vinnarafilmurin 12 ár er tryggjaður pláss á sýningarskránni, tá Geytakvøldið verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 23. februar næsta ár. Í fjør vóru tríggir filmar úr kappingini hjá Klippfisk við í Geytakappingini. Frestin at tekna seg til Geytan í 2019 er ikki úti fyrr en 3. desember, so enn eru stundir at vera við og sýna filmin fyri eini stórari áskoðarafjøld.


Besti leikari var Búi Dam í filminum Tyggigummi, besta hugskot var tað hjá Ditte Mathildu Joensen og Tróndi Sørensen fyri Síggjast skjótt, og herðaklappið fekk Lazar Ilic.


Uppgávan var at gera ein stuttfilm, sum í mesta lagi er 4 minuttir, lidnan eftir 48 tímum. Ongi krøv vóru til førleikar ella útgerð, og tað var ókeypis at luttaka.

Á Reinsarínum skipaði Klippfisk fyri, at filmshugskotini kundu mennast, filmurin kundi klippast og alt annað, sum hongur uppií filmsgerð, meðan kappingin var í gongd. Virðislønarhandanin var eisini í Reinsarínum, har Gunvør Balle, varaborgarstjóri, helt røðu vegna Tórshavnar kommunu.