Skip to main content

Posts

Gráa gullið er gott!

Brilljanta sangarinnan, sum var at hoyra í hvørjum bygdabili í sjeyti- og áttatiárunum, Linda Ronstadt, er enn frammi og reiðiliga tað. Gamaní ikki sum sangarinnan, men 72 ára gomul, parkinsonrakt í mong ár, og  ikki sungið alment í tíggju ár, kundi hon í sunnudagsmorgunsjónvarpi hjá CBS siga frá um eitt virkið lív, sum enn ikki er brent út ella brent av. Og lagnum bilar einki. Í samrøðuni við sunnudagsvertin sigur Linda Ronstadt, at hon syngur innantanna: "I sing in my brain all the time. It’s not quite the same as doing it physically. There’s a physical feeling in singing that’s just like skiing down a hill. Except better, because I’m not a very good skier.” Nú fer hon aftur til 1980 og gevur út eina konsert frá Hollywood, sum HBO tók upp hetta árið, tá hon var uppá tað allar besta. Klikk á myndina omanfyri, ella á nýlanseraðu Spotifyplátuna til høgru á blogginum - og mest av øllum gleð teg til eitt lív við gráum gulli!

Er tað ein dygd at verða síðst?

Klokkan 17:44 kann privati tíðindaportalurin In.fo við privatu sendistøðini FM1 sum keldu siga okkum, at javnaðaruppstillaði tinglimurin, Sonja Jógvansdóttir, sleppur ikki í Tjóðveldi, hóast hon hevur meldað seg inn í Eysturoyarpartin av tí flokkinum. Vit fáa nágreiniliga at vita, hvussu limir í flokkinum hava atkvøtt fyrr og ímóti at innlima Sonju í Tjóðveldi á tingi. Ein tíma áðrenn, tað er klokkan 16:46, kundi eins privati miðilin VP kunngera tað sama niður í somu smálutir, at Sonja Jógvansdóttir varð vigað og funnin ov løtt og slapp ikki í Tjóðveldi. Hvørki kl 17 í landsfíggjaða lisens- og public service útvarpinum, ella kl 19 í eins almentfíggjaðu Degi og Viku fingu lisensgjaldarar sum tað fyrsta at vita um prekeru støðuna, sum privatu miðlarnir høvdu snoddað seg fram til fyrr um dagin. Til dømis við at byggja á hesi ikki sørt hevdvunnu dagstíðindi, eins og mangan verður bygt á útlendska DR, sum nokkso fast er almenna føroyska eygað út í heim, um also Ekstrablaðið ikki er t

Olaf finnur ein penn, sum lýsir

Hann lýsir heilt út í tún! Olaf hevur funnið ein penn, sum lýsir í myrkrinum og út í kavan, tá tú koyrir hurðina upp út á terrassuna í Tórsbyrgi. Tað var í gjárkvøldið at Olaf, Marjun og Hanus vóru til døgurða, tí nú er nógv at ráðleggja sum dagarnir koma. Í dag fyllir Olaf tvey ár og er størri og vaksnari enn nakrantíð fyrr. Einki er sum at fáa ein abbason. Á, denn náði. Til lukku við honum, tit bæði. Og annars vit øll! Her er Olaf farin uppá loftið at kanna fløgur og bond hjá abbanum. Fløgur eftir bókstavaraðnum og háteknologisk dat bond, sum eingin brúkar longur. Soleiðis fer tíðin við øllum. Lukkutíð kemur hon aftur, tíðin. Til dømis við einum abbasoni. Álvarsligur er hann, eisini tá hann fer niðurundiraftur og setur seg við sofaborðið við Pinocchio-figurunum. So er tað, at Olaf fer í brandgulu Lübecktaskuna hjá abba eftir telduni, sum altíð plagar at vera har. Men nei, har er eingin telda í dag. Hvar er hon? Hvar er teldan, hon við øllum teim føroysku sa

Listin er ikki til sølu

Netflix hevur gjørt tað aftur - ein framúr film við avbjóðandi undirhaldi í nógvum løgum til tey, sum síggja stroymingartænastuna heima í stovuni. Velvet Buzzsaw er heitið á nýggja filminum, sum varð frumsýndur fríggjadagin. Og tað er ikki ein møðsom røð við repeterandi klisjéfigurum við innsettum lesbiskum senum, men ein kompaktur undirhaldsfilmur í spælifilmslongd. Tað er leikstjórin og handritahøvundurin Tony Gilroy (f.1959), sum er úr Santa Monica, ið hevur gjørt sarkastisku nøtri- og ræðusøguna um náðileysa yvirstættarummælaran Morf Vandewalt (Jake Gyllenhaal), sum gongur savn av savni at ummæla modernaða list fyri fremstu miðlar, til hann rennir seg í so fløktar samansvørjingar, at hann má endurskoða bæði tilveru og leiklut sum ummælari. Til ovseint er hjá mest sum øllum. Ein ókendur málari, Vetril Dease, er deyður og verður av tilvild funnin. Hóast hin deyði hevur sagt, at einki skal seljast, er freistingin ov stór, og hann verður heitasta navn hjá kuratorum

Falstíðindi hótta fólkaræði

38 ára gamla Charlene White er bretsk sjónvarpsstjørna, sum er í starvi hjá stóra privata Independent Television News (ITN) har hon er vertur í ITV News í London. Eg møtti henni á Bett Show í London í farnu viku. - We all have a responsibility to make sure young people understand the difference between what’s real and what’s fake online. It’s important we give them the tools to navigate the fake news arena, so they can form their own balanced opinions of world affairs, once they have all the facts. Which makes what we do as journalists evermore crucial, sigur Charlene White á Bett Show í London, har hon hevur sett falstíðindi og keldukritikk á skrá fyri skúlafólki og undirvísarum, eisini úr Føroyum. Falstíðindi er fremsta evni hjá fleiri stevnumyndarum, policy makers , sum eru á Bett Show í London í ár. Falstíðindi er ikki bara eitt journalistiskt fyribrigdi í tíðindafloyminum, sum vit vaksnu kunnu tendra og sløkkja fyri, men eisini eitt vandamál hjá børnum og teirra vælveru,

Melissa Lindgren verður gestadómari

Svenska Melissa Lindgren verður gestadómari, tá Geytavinnarin skal finnast í Norðurlandahúsinum 23. februar í ár. Melissa er listarligur leiðari í Tempo Dokumentarfestival , sum er í Stockholm í døgunum 5.-11. mars í ár. Stevnan, sum byrjaði í 1989, er hin størsta at vísa heimildarfilm har í landinum. - Det är första gången jag besöker Färöarna, men jag har länge velat åka dit, sigur Melissa, ið lýsur svensku filmstevnuna soleiðis: - Tempo Dokumentärfestival är Sveriges största festival för dokumentära uttryck. Vi visar film, radio, foto och VR för en stor publik i Stockholm varje år, och vår mix av genres gör oss unika även internationellt. Tempo har även ett inspirationsforum för bransch- och filmverksamma, ett flertal pris för film och radio, en pitch för svenska projekt, samt en konferencier om Impact Producing kopplade till festivalen. Utöver festivalen anordnar vi utomhusvisningar, förhandsvisningar och aktiviteter för ungdomar året runt.    Filmsfelagið hevur í 1980&

In the family of things

Foto: Tummas Jákup Thomsen Í Norðragøtu hevur Tummas Jákup Thomsen ruddað, umvælt og fotograferað húsini hjá Karli, ella Sofusi hjá Karli, sum stava frá 1927. Húsini eru beint yvirav hugtakandi og estetiskt nýskapandi kommandobrúnni hjá Osbirni Jacobsen, har Eysturkommuna nú heldur til, og har gangast kann á tekjuni. Tað hugvekjandi við hesum arbeiði, yvirav, er at síggja gjøgnum tíðina, sum var hon transparent, gjøgnumskygd, á sama hátt sum Philippe Carré gjørdi heim eftir Kongabrúnni í Havn í 1985. Á ovasta lofti í húsunum hjá Karli í Norðragøtu hevur Tummas Jákup funnið ein stakk av Dimmum. Vit síggja lýsingar frá Marstein og fyri Pinotex, og á faldaða framkantinum á einu Dimmuni kunnu vit lesa hetta danska brot úr oddagreinini: "...djævre maanedlange færd med robaaden Diana Victoria er dog den altoverskyggende...". Eitt er at oddagreinin er donsk, men hendingin, sum oddagreinsskrivarin sipar til, fer fram í 1986, og danski stavingarmátin við dupultum a varð av