Skip to main content

In the family of things

Foto: Tummas Jákup Thomsen

Í Norðragøtu hevur Tummas Jákup Thomsen ruddað, umvælt og fotograferað húsini hjá Karli, ella Sofusi hjá Karli, sum stava frá 1927. Húsini eru beint yvirav hugtakandi og estetiskt nýskapandi kommandobrúnni hjá Osbirni Jacobsen, har Eysturkommuna nú heldur til, og har gangast kann á tekjuni. Tað hugvekjandi við hesum arbeiði, yvirav, er at síggja gjøgnum tíðina, sum var hon transparent, gjøgnumskygd, á sama hátt sum Philippe Carré gjørdi heim eftir Kongabrúnni í Havn í 1985.


Á ovasta lofti í húsunum hjá Karli í Norðragøtu hevur Tummas Jákup funnið ein stakk av Dimmum. Vit síggja lýsingar frá Marstein og fyri Pinotex, og á faldaða framkantinum á einu Dimmuni kunnu vit lesa hetta danska brot úr oddagreinini: "...djævre maanedlange færd med robaaden Diana Victoria er dog den altoverskyggende...". Eitt er at oddagreinin er donsk, men hendingin, sum oddagreinsskrivarin sipar til, fer fram í 1986, og danski stavingarmátin við dupultum a varð avsagdur eftir kunngerð frá Kenslumálaráðnum í 1948, tá å kom í staðin. Interessant at síggja, hvussu tvør føroyska pressa hevur verið heilt upp til okkara tíð.

Foto: Tummas Jákup Thomsen

Teir báðar, Tummas Jákup og Philippe, avmyndaði eg á Várframsýningini í apríl, fyrrárið.


Hetta við farnari tíð og at síggja hana gjøgnumskygda og endurvenda, kemur fyri í verkum og orðum hjá Susan Weil (f.1930). Ikki minst tá hon skrivar á kaffikrússið hjá SAS um ljóðið úr útvarpi:



If I were
neanderthal
in nature's
umhampered
complexity
if I were
and a car
rolled past
or
a radio sang
of toothpaste
at would be 
as strange
as it is

Foto: Angel Valentin

Nú frættist eisini at fimm ár yngri yrkjarin, Mary Oliver, er farin í annað ljós, sum Petur Rouch plagdi at siga í skaldabornu útvarpssendingini Rót og Rútma leygarmorgnar. Nú er alt blivi roks á tí kanalini tann dagin. Men fyri jól hevur starvsfelagin, Dorit, týtt kendastu yrkingina hjá Mary Oliver Wild Geese, sum eg havi tikið yvirskriftina frá úr seinastu upprunareglu, In the family of things. Við loyvi frá týðaranum endurgevi eg til dagin og vegin føroysku týðingina niðanfyri:

Villar gæs
Tær nýtist ikki at skikka tær væl.
Tær nýtist ikki at krúpa á knøunum
fleiri hundrað kilometrar ígjøgnum oyðimørkina, iðrandi.
Tú skalt bara lata bleyta kropsdjórið
elska tað, sum tað elskar.
Greið mær frá vónloysi, tínum, og eg skal siga tær frá
mínum.
Ímeðan heldur verðin fram.
Ímeðan fara sólin og kláru
regnpirrurnar
fram við landsløgunum,
yvir fløtunar og djúpu trøini,
fjøllini og áirnar.
Ímeðan eru villu gæsnar, høgt uppi í reinu, bláu
luftini
á veg heim aftur.
Hvør tú so ert, hvussu einsaman tú kennir teg,
verðin bjóðar tínum hugflogi seg sjálva,
rópar sum villu gæsnar á teg, harðliga og øsandi –
kunnger aftur og aftur, hvar tú hoyrir heima
í ætt luta.

- Mary Oliver (10. September 1935 – 17. Januar 2019) í týðing eftir Dorit Hansen, desember 2018.