Skip to main content

Posts

Ræst frá borgarstjóranum í Sumba

John Mikkelsen og Hjalmar Johannessen eru í køkinum í Nýggjastovu heima í Havn, har matstovan Ræst heldur til. John hevur mong ár verið vertur og matstovuleiðari, og í kvøld er tað Hjalmar, sum ger matin. Hann er kokkanæmingur, og mánadagin fer hann til Danmarkar á skúla í tíggju vikur, og kemur so aftur sum útlærdur kokkur. Her er heimligt sum í kova, tá John letur dyrnar upp og bjóðar vælkomin. Tað angar av røstum. Umframt matgerð á høgum støði í øllum grannalagnum eru júst hesi húsini serstøk, tí her búði Hammershaimb, sum legði lunnar undir føroyska málið, so tað ikki doyði út, men bleiv eitt fullment skriftmál eisini. Gamaní saman við Óla Skúlahaldara og øllum hinum, eisini úr Danmark og Íslandi. Móðurmálsdagar hava verið hildnir her á føðingardegi Hammershaimbs og 25. mars er 200 ára dagur hansara. Í stovuni eru myndir á bróstinum og bøkur á hillunum, sum vóru vit inni hjá heilt vanligum fólki, sum væl at merkja hava sans fyri at varðveita og fara væl um. Tað er greiða

Mest sæddu filmar í Føroyum

Við Rannvá Gaard Fossaberg og Káru Bjarnadóttir Jacobsen sum vertum varð í sendingini Góðan Morgun Føroyar  í morgun avdúkað, hvørjir fimtan filmar eru teir mest sæddu seinastu fimm árini í Havnar Bio, har allar flestu fólk ganga í biograf. Kári Sólstein tók myndina av okkum í studio fimm. Hin biografurin er Atlantis Bio í Klaksvík, sum hevur tólv tey allar bestu setrini í landinum, og onkuntíð eru spildurnýggir biograffilmar eisini at síggja í Løkshøll í Runavík. Her er úrslitið úr Havnar Bio, har filmar oftast verða vístir við donskum heiti, tí teir eru frá donskum filmsútleigarum. Ovastur á listanum er hesin: 1. Hobbitten: Femhæreslaget (The Battle of the Five Armies, Peter Jackson) 2014 2. Star Wars - The Force Awakens 2015 3. Bohemian Rhaposody 2018 4. Dreymar við havið (Sakaris Stórá) 2017 5. Skønhed og Udyret (sangleikurin The Beauty and the Beast) 2017 6. Mamma Mia Here We Go Again 2018 (hin fyrri kom í 2008) 7. Star Wars - The Last Jedi 2017 8. Spect

Oscargitingar

So hevur danski filmnørdurin Casper Christensen lokkað meg at velja Oscarvirðislønir, soleiðis uppá forhond og onkustaðni uppá kvamsvís, har eg eri í villareiði. Men her eru mínar Oscargitingar í ár: Thanks for filling out Dine Oscar-gæt 2019 Here's what we got from you: Dine Oscar-gæt 2019 Gæt hvem der vinder ved årets Oscaruddeling og vind retten til at blære dig i et år, samt en tjeneste af Filmnørdens Hjørne. Vi holder øje med, hvem der fører konkurrencen under selve uddelingen, som vi dækker direkte på filmnoerden.dk/live mandag d. 25. februar fra kl. 01.00. Vi høres ved og god fornøjelse med forudsigelserne ;-) Email address * birk@email.fo Hvad er dit fulde navn? * Birgir Kruse 1. Visual Effects: • (X) "Avengers: Infinity War" • ( ) "Christopher Robin" • ( ) "First Man" • ( ) "Ready Player One" • ( ) "Solo: A Star Wars Story" 2. Costume Design: • ( ) "The Ballad of Buster Scruggs&q

Menn tora í torra

Meðan tey bæði spæla Wonder Woman við Kacey Musgraves í útvarpinum, ein sangarinna sum helst fer at bjarga kántrítónleikinum í útryðjuni hjá okkum í Norðuratlantshavi, undrist eg yvir at menn tora so væl í torra. Teir seta seg á forsíðuna við størsta toskinum ovast, og redaktiónin er bara menn, frá skrift til prent. Sexuelt er hetta nokkso homogent. Men ein kvinna sæst í tíðindarenslinum longst til høgru, men eg skilji at tað er ikki tí at hon hevur álboga seg fram úr almúguni, nei, tað er tí at hon fyllir fýrs. Allar mest løgna er at útvarpið og sjónvarpið so trúliga sendir á báðum almannarásunum til restina av landinum við einum fultiknum mannfólkapaneli. Tveir klaksvíkingar, tveir havnarmenn og tríggir bygdarmenn. Í kvøld er gudhjálpitúmær, hann er eisini maður, framhald í sjónvarpinum, har ein havnarmaður tosar við tríggjar bygdarmenn av sama tingstaði um sama evni. Onkur segði, at hetta er sum hálvfemsáraføðingardagurin, ið verður repeteraður hvørt nýggjár meðan vit sláa okkum

Góðar oddagreinar

Av og á kemur mær til hugs, hvussu góðar oddagreinar vóru fyrr, og hvussu langt er millum góðar oddagreinar í dag. Gamaní komu bløðini oftari út fyrr og oddagreinarnar vóru munin sjónligari. Tað henta í hesi søguligu gongd var tá, at kunna vísa næmingum á bygnaðin í eini góðari oddagrein, og støðugt at bera saman við krøvini til ein stíl í elstu flokkum fólkaskúlans, inngang og útgang og at halda seg til eitt evni og grundgeva fyri tí, og at pláss eisini skuldi vera fyri egnum ískoyti, sum gav stílinum eitt persónligt frámerki. So kom próvdómarin til og tryggjaði vegna øvrigheitina at avrikið var í ordan. Í dag eitir tað hádeild og framseting, men at skriva lærir tú enn bara uppá ein máta. Tað er at skriva. Eingin onnur uppskrift er. Tí er tað ein kærkomin lesiuppliving at yvirlitstrola nýggjastu oddagreinina í prentaða Sosialinum, har Eirkur viðger tað ultra komisku støðuna, sum Sambandsflokkurin hevur skvisað seg í við Javnaðarflokkinum mitt ímillum og Tjóðveldisflokkinum, sum ei

Lítlum báti rekist eg á

Fríggjadagin letur Steinprent dyrnar upp fyri framsýning hjá Peter Callesen, sum hevur arbeitt í verkstaðnum. Í tíðindaskrivi verður sagt, at framsýningin er fyrst og fremst tilfarsliga sermerkt. Tí umframt grafisku verkini, framsýnir Peter Callesen eisini verk, har hann brúkar pappírið sum skulpturelt tilfar. Hann hevur til framsýningina gjørt tvey verk, Time is Running og Falling Cloud , ið taka støði í sálminum hjá Fríðriki Petersen, "Tíðin rennur sum streymur í á", sum við inniligari lýsing av áraleysa rekanum mót stóra fossinum, setir orð á tilverunnar grundtreyt, at lívið er stokkut, og at vit liva tað ásannandi, at tað einaferð er liðugt.  Time is running lýsir fossin, sum ítøkiliga brýtur seg út úr blýantstekningini og rennur niður í fagrastu mynstrum.   Náttúran og menniskjan í henni er nakað, sum Peter Callesen hevur stóran áhuga fyri. Tað er eitt evni, hann hevur fingist við í fleiri A4-standmyndum, m.a. í verkinum Eismeer, ið er ein beinleiðis tilsipi

Matur og leikur - tað er Deyðadansurin 3.0

Samstundis sum matstovan KOKS aftur hevur sett Føroyar á gastronomiska heimskortið, bjóðar Gunnvá Zachariasen undir heitinum Deyðadansurin 3.0 til sjónleik við Strindberg-drama undir leiðslu av Pelle Nordhøj Kann og heilt serligum mati frá kokkinum Soniya Sjöberg. - Júst sum August Strindberg sjálvur eksperimenteraði við sínum naturalistisku royndum á Intima Teatern í Stockholm fyrst í seinastu øld, har hann kunngjørdi, ‘at sjónleikur skuldi upplivast sum veruleikin sjálvur’ og verða heilt tætt at áskoðaranum, soleiðis er eisini Deyðadansurin 3.0 ein sera intim, forkunnug, fyri ikki at siga eksklusiv og sansalig uppliving. sigur Gunnvá Zachariasen, ið spælir leiklutin sum Alice. - At koma í eygnahædd við áskoðaran er nakað heilt serligt sum leikari. Vit, leikarar og gestir, koma so at siga at kennast gjøgnum kvøldið, vit práta saman, vit syngja, eta, dansa, vit liva hetta kvøldið saman, alt meðan kærleiksorrustan spælur seg út á gólvinum framman fyri okkum, sigur Gunnvá,