Skip to main content

Menn tora í torra


Meðan tey bæði spæla Wonder Woman við Kacey Musgraves í útvarpinum, ein sangarinna sum helst fer at bjarga kántrítónleikinum í útryðjuni hjá okkum í Norðuratlantshavi, undrist eg yvir at menn tora so væl í torra. Teir seta seg á forsíðuna við størsta toskinum ovast, og redaktiónin er bara menn, frá skrift til prent. Sexuelt er hetta nokkso homogent. Men ein kvinna sæst í tíðindarenslinum longst til høgru, men eg skilji at tað er ikki tí at hon hevur álboga seg fram úr almúguni, nei, tað er tí at hon fyllir fýrs. Allar mest løgna er at útvarpið og sjónvarpið so trúliga sendir á báðum almannarásunum til restina av landinum við einum fultiknum mannfólkapaneli. Tveir klaksvíkingar, tveir havnarmenn og tríggir bygdarmenn. Í kvøld er gudhjálpitúmær, hann er eisini maður, framhald í sjónvarpinum, har ein havnarmaður tosar við tríggjar bygdarmenn av sama tingstaði um sama evni. Onkur segði, at hetta er sum hálvfemsáraføðingardagurin, ið verður repeteraður hvørt nýggjár meðan vit sláa okkum á lørini við faldenpåhalenkomikki í festligum lag. Eg má kláa mær í nakkanum at taka alt hetta inn í sansingargøgnini á innara filmsløriftinum. I can try to move mountains if you want me to, syngur hon á ljóðsporinum, hin tølandi Kacey. Eg seti plátuna á replay. Eins og tey gera í varpinum. Replay.