Skip to main content

Mest sæddu filmar í Føroyum


Við Rannvá Gaard Fossaberg og Káru Bjarnadóttir Jacobsen sum vertum varð í sendingini Góðan Morgun Føroyar í morgun avdúkað, hvørjir fimtan filmar eru teir mest sæddu seinastu fimm árini í Havnar Bio, har allar flestu fólk ganga í biograf. Kári Sólstein tók myndina av okkum í studio fimm.

Hin biografurin er Atlantis Bio í Klaksvík, sum hevur tólv tey allar bestu setrini í landinum, og onkuntíð eru spildurnýggir biograffilmar eisini at síggja í Løkshøll í Runavík.

Her er úrslitið úr Havnar Bio, har filmar oftast verða vístir við donskum heiti, tí teir eru frá donskum filmsútleigarum. Ovastur á listanum er hesin:


1. Hobbitten: Femhæreslaget (The Battle of the Five Armies, Peter Jackson) 2014
2. Star Wars - The Force Awakens 2015
3. Bohemian Rhaposody 2018
4. Dreymar við havið (Sakaris Stórá) 2017
5. Skønhed og Udyret (sangleikurin The Beauty and the Beast) 2017
6. Mamma Mia Here We Go Again 2018 (hin fyrri kom í 2008)
7. Star Wars - The Last Jedi 2017
8. Spectre (007) 2015
9. Jurassic World 2015
10. Avengers: Infinity War 2018
11. Heaven is for Real 2014 einasta sýning í Norðurlondum!
12. Rouge One: A Star Wars Story 2016
13. De Utrolige 2 Disney animatiónsfilmurin Incredibles 2018
14. A Star Is Born 2018
15. Fast & Furious 7 2015

- Her sært tú nøkulunda hvørjar filmar fólk dáma, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum rekur Havnar Bio, og hevur savnað tølini, sum listin byggir á.


At fegnast serliga um er, at fjórðmest sæddi filmur í almenna biografinum í fimm ár er hin føroyski Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá. Ole Wich tók myndina í trappunum í Havnar Bio har filmurin varð frumsýndur í Filmsfelagnum 6. september 2017. Beint nú er Sakaris í holt við ein nýggjan film, sum hevur arbeiðsheitið Oktober og fer at verða tikin í Suðuroy. Andrias Høgenni og Anton Petersen gera eisini hvør sín nýggja spælifilm, sum teir allir tríggir fara at greiða frá um í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 15. Aðrir filmar eru í gerð ella eru í minsta lagi ætlaðir, og Havnar Sjónleikarafelag hevur gjørt filmin Illir andar lidnan. Hann varð sýndur innbodnum fyri jól og í mars fer hann at verða sýndur almenninginum í júst Sjónleikarhúsinum har hann fer fram og er tikin. Fågelfangarens son, sum svenski leikstjórin Richard Hobert hevur tikið í Vágum við danska Rudi Køhnke sum høvuðsleikara í fjør verður frumsýndur 5. apríl.


Venda vit aftur til fimtan teir mest sæddu filmarnar í Føroyum í fimm ár, so finna vit á ellinta plássi ein heilt sjáldsaman film, sum yvirhøvur ikki hevur verið vístur í okkara grannalondum. Tað er amerikanski átrúnaðarligi filmurin Heaven is for Real, sum bara er vístur í Føroyum og ikki í nøkrum øðrum Norðurlandi. Tí hevði hann hvørki undirtekst ella danskt heiti. Greitt er, at religiøst áhugað fólk er eitt heilt serligt biografsegment í Føroyum og ikki í hinum Norðurlondum. Eisini tey vilja síggja film i felag.


Annars er at siga, at tónleikafilmar og filmar um tónleikastjørnur eru serstakliga væl umtóktir í Føroyum. Bara á hesum fimm-ára lista eru tríggir millum fimtan teir mest sæddu biograffilmar: Bohemian Rhapsody, Skønheden og Udyret, Mamma Mia Here We Go Again og A Star is Born. Seinni í ár verður Yesterday sýndur. Biografeigarar meta, at hann verður millum mest sæddu filmar í ár.


Fara vit longur aftur í tíð enn hesin listi røkkur, so er greitt, at mest sæddi biograffilmur í Føroyum er Barbara hjá Nils Malmros frá 1997.  Um 20.000 fólk hava sæð tann filmin. Nils Malmros avmyndaði eg í 2014 tá Barbara Fish House læt upp. Niðasta myndin er tikin inni í somu stovu mitt í 1990'unum.