Skip to main content

Posts

Heimsmálini á filmi

Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST. Luttakandi filmar skulu lýsa minst tvey av teim 17 Heimsmálunum, sum eru lýst av ST. Longdin á lidna filminum kann í mesta lagi vera 7 minuttir. Frásøgumátin er upp til næmingarnar, bara hann heldur seg til evnið og endamálið, sum er at upplýsa um Heimsmálini. Ein greið undirvísingargongd skal fylgja við filminum, so hann er klárur at brúka á undirvísingarportalinum Snar. Á henda hátt kunnu aðrir lærarar eisini brúka filmin. Tilmeldingarfreistin er 1. septembur, lidni filmurin skal sendast Námi í seinasta lagi 11. november, og í viku 48 finnur ein dómsnevnd vinnaran. Umframt at verða sýndur á stórskíggja í Námi og á undirvísingarportalinum Snar, verður vinnandi filmurin eisini sýndur í Kringvarpinum.

Grindadráp doesn't fit this picture

Soleiðis havi eg aldri sæð grindadráp avmyndað fyrr. Hugtakandi dronumyndina úr Syðrugøtu eigur pólski ferðamaðurin Jakub Witek. Eftir at hava súkklað runt Ísland og fyri fyrst ferð í lívinum gjørt ein film um pólendingar har, hevur Witek vitjað fýra ferðir í Føroyum og roynt seg við heimildarfilminum  Faroe Way The Art of Survival in the Faroe Islands . Vakrar myndir við góðum frásøgufólkum og heilt nógvum práti. Serliga takksamur er Witek fyri at hitta pólsku kvinnurnar Ewelina Joensen og Kinga Eysturland í Klaksvík og Klaudia Borowiec í Syðrugøtu gjøgnum Facebookbólkin Polonia Farerska .  Men tað varð grindadrápið, ið gjørdist sambindingarliðurin okkara millum, tí grannin, Hans Jákup Hermansen, hevði hitt pólska ferðamannin, og varð sloppin at siga frá um grind og grindadráp, søguliga og í dagsins samfelag. Júst hetta evnið goymir Witek til síðst í heimildarfilminum, og sigur beint fram: "You're a very smart and advanced country and grindadrap doesn't fit this pictur

8 milliónir til film um ríkisfelagsskapin

Ulla Hæstrup, ið sum barn búði í Suðuroy, har hon eisini gekk í skúla, fer nú at hava skeið um heimildarfilm í Filmshúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Síðan ársbyrjan í 2015 hevur hon verið filmsráðgevi í Danska Filmstovninum. - Filmshúsið hevur gjørt av at seta sjóneykuna á heimildarfilm í 2019. Tað gera vit við eini røð av skeiðum og verkstovum um hugskotsmenning og arbeiði frá hugskoti fram móti lidnum filmi, sigur Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, í tíðindaskrivi í dag. Pláss er fyri 12 luttakarum á fyrsta skeiðnum, sum verur 30. og 31. mars í Filmshúsinum. Ikki minni áhugavert fyri føroyska filmsumhvørvið er hetta ískoytið í tíðindaskrivinum: "samstundis við, at vit halda hetta skeiðið, er stuðulsvegleiðing ávegis, har DFI (Det Danske Filminstitut) kann lata menningar- og framleiðslustuðul til films- og sjónvarpsframleiðslur við temanum ”ríkisfelagsskapurin”. 8 milliónir krónur eru í puljuni, sum umsøkjarar úr Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja u

Fleiri og fleiri ganga í biograf

Fleiri og fleiri fólk ganga í biograf. Tað er sjón - ella tal - fyri søgn. Tá Filmsfelagið byrjaði nýggja samstarvið við Havnar Bio var ársmiðaltalið fyri hvørja sýning 98,1 seld atgongumerki. Síðan hava miðaltølini fyri árið í Filmsfelagnum svinga millum 77 og 98 seld atgongumerki fyri hvørja sýning. Filmarnir hava verið millum 28 og 32 ymiskir hvørt árið í Havnar Bio. Men í ár ber av. Higartil hevur miðaltalið fyri hvørja sýning í Filmsfelagnum verið heilt uppi á 147,2. Vit fegnast. Kom í biograf og síggj film í felag. Tað er tað, sum Filmsfelagið stendur fyri. Filmar í felag. Og so kanst tú møta fólkum sum hesum fryntliga manni, sum sæst omanfyri, eitt heilt vanligt mikukvøld mitt í Havn

Fekk gávu frá Maluni

Tá hin í Føroyum kendasti danski filmsleikarin, 70 ára gamli Jesper Christensen, í gjárkvøldið fekk høvið at enda Tórshavnar Filmfestival, TÓFF, við nýggja filminum ”Før frosten”, fekk hann eina gávu frá Maluni Fosaa. Gávan var ein svørt butterfly úr føroyskari laksaskræðu og mansjettknappar. Nakað somu gávu fekk danski krúnprinsurin frá Føroya Løgtingi, tá hann fylti 50. Í gjár gjørdu Malan og tær eina gávu lidna, sum er ætlað danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen. Jesper Christensen var sorinskrivarin í ”Barbara”, ið er mest sæddi filmur í Føroyum, hevur tríggjar ferðir spælt við í James Bond filmum, og er nú høvuðsleikarin í nýggja danska filminum ”Før frosten”, sum Filmsfelagið vísti á TÓFF í Havnar Bio í gjárkvøldið, tá høvið varð at møta Jesper Christensen. Undir leiðslu av Tinu í Dali Wagner, stjóra í Filmshúsinum, greiddi Jesper Christensen frá um leiklutin og yvirhvøur at spæla á filmi í eini 40 ár. Eisini svaraði hann eini rúgvu av spurningum úr f

Andrias fær Geytan á triðja sinni

Hann pitchar longu næsta filmin, ein ovurfegin Andrias Høgenni við Geytastandmyndini í hondini í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, tá hann vann Geytan á triðja sinni. Fyrstu ferð var fyri Stina Karina í 2015 og aðru ferð fyri Et knæk í 2016. Í fjør vann Trygvi Danielsen, Silvurdrongur, Geytan fyri filmin 111 góðir dagar. Í ár varð Runavíkar kommuna sponsorur, so tað fall borgarstjóranum, Torbirni Jacobsen, í dagligari talu Tobba, í lut at handa vinningin, sum er Geytastandmyndin og 30.000 krónur. Tað gjørdi Tobbi við eini rimmartalu at stimbra føroyska filmsumhvørvið og við eini stuttligari søgu um Geytan, sum einaferð var komin krímraktur til Runavíkar at vísa film, og fekk 100 C-vitaminir, sum hann slúkti í einum. Tobbi vísti eisini eina linsu úr gamla Glyvra bio, sum mentanarsamskiparin í kommununi, Bárður Højgaard, segði, varð brúkt at skifta millum formatini. So varð grundgevingin frá ein samdari Geytadómsnevnd borin fram. Hon var soljóðandi: Menniskjan er ein sosi

Ræst frá borgarstjóranum í Sumba

John Mikkelsen og Hjalmar Johannessen eru í køkinum í Nýggjastovu heima í Havn, har matstovan Ræst heldur til. John hevur mong ár verið vertur og matstovuleiðari, og í kvøld er tað Hjalmar, sum ger matin. Hann er kokkanæmingur, og mánadagin fer hann til Danmarkar á skúla í tíggju vikur, og kemur so aftur sum útlærdur kokkur. Her er heimligt sum í kova, tá John letur dyrnar upp og bjóðar vælkomin. Tað angar av røstum. Umframt matgerð á høgum støði í øllum grannalagnum eru júst hesi húsini serstøk, tí her búði Hammershaimb, sum legði lunnar undir føroyska málið, so tað ikki doyði út, men bleiv eitt fullment skriftmál eisini. Gamaní saman við Óla Skúlahaldara og øllum hinum, eisini úr Danmark og Íslandi. Móðurmálsdagar hava verið hildnir her á føðingardegi Hammershaimbs og 25. mars er 200 ára dagur hansara. Í stovuni eru myndir á bróstinum og bøkur á hillunum, sum vóru vit inni hjá heilt vanligum fólki, sum væl at merkja hava sans fyri at varðveita og fara væl um. Tað er greiða