Skip to main content

Heimsmálini á filmi


Við 30.000 krónum í vinningi skipar Nám fyri filmskapping fyri hádeild og miðnám um Heimsmálini hjá ST.

Luttakandi filmar skulu lýsa minst tvey av teim 17 Heimsmálunum, sum eru lýst av ST.

Longdin á lidna filminum kann í mesta lagi vera 7 minuttir.

Frásøgumátin er upp til næmingarnar, bara hann heldur seg til evnið og endamálið, sum er at upplýsa um Heimsmálini.

Ein greið undirvísingargongd skal fylgja við filminum, so hann er klárur at brúka á undirvísingarportalinum Snar. Á henda hátt kunnu aðrir lærarar eisini brúka filmin.

Tilmeldingarfreistin er 1. septembur, lidni filmurin skal sendast Námi í seinasta lagi 11. november, og í viku 48 finnur ein dómsnevnd vinnaran.

Umframt at verða sýndur á stórskíggja í Námi og á undirvísingarportalinum Snar, verður vinnandi filmurin eisini sýndur í Kringvarpinum.