Skip to main content

Andrias fær Geytan á triðja sinni


Hann pitchar longu næsta filmin, ein ovurfegin Andrias Høgenni við Geytastandmyndini í hondini í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið, tá hann vann Geytan á triðja sinni. Fyrstu ferð var fyri Stina Karina í 2015 og aðru ferð fyri Et knæk í 2016. Í fjør vann Trygvi Danielsen, Silvurdrongur, Geytan fyri filmin 111 góðir dagar.

Í ár varð Runavíkar kommuna sponsorur, so tað fall borgarstjóranum, Torbirni Jacobsen, í dagligari talu Tobba, í lut at handa vinningin, sum er Geytastandmyndin og 30.000 krónur. Tað gjørdi Tobbi við eini rimmartalu at stimbra føroyska filmsumhvørvið og við eini stuttligari søgu um Geytan, sum einaferð var komin krímraktur til Runavíkar at vísa film, og fekk 100 C-vitaminir, sum hann slúkti í einum. Tobbi vísti eisini eina linsu úr gamla Glyvra bio, sum mentanarsamskiparin í kommununi, Bárður Højgaard, segði, varð brúkt at skifta millum formatini.


So varð grundgevingin frá ein samdari Geytadómsnevnd borin fram. Hon var soljóðandi:

Menniskjan er ein sosial vera. Metingarnar at finna ein Geytavinnara byggja á søgu, filmiskt frásøgusnildi og tøkni. Dómsnevndin er samd um ein vinnara, sum livir upp til øll hesi krøv. Filmurin er so hegnisliga gjørdur, at hann heldur forvitnið intakt, tí hann balanserar millum at vera komiskur og tragiskur, samstundis sum søgan er merkt av eini menniskjansliga skroypiligari javnvág og geografiskari bíðistøðu, sum skerpar støðuna. Hvussu oftani hevur tú ikki roynt at sleppa undan at møta einum persóni í eini gerandisstøðu, sum til dømis til handils? Orsøkin kann vera at finna langt undan, tá eitt gerandisval, sum tú tá gjørdi, nú fær fylgir. So nógv hava meldað til Geytan, at vit kunnu við vinnaranum í dag í huga, spyrja, hvat er tað, sum blokerar fyri teirri góðu søguni? Hon er ikki søgd í breiðum formati, men í 4:3 formati. Søgan lendir inni á tí mest sosiala, sum sosiala menniskan tekur sær fyri - Facebook. Vinnarin er: Ikki illa meint. Nú fer filmurin hjá Andriasi Høgenni at liva sítt egna lív, og við hesum filmi sum støði fær áskoðarin nú størsta leiklutin. So sterkur miðil er filmur. Til lukku!

Ole Wich tók myndirnar frá handanini. Geytavinnarar eru higartil Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015, Andrias Høgenni í 2016 fyri Et knæk, Trygvi Danielsen, ið eisini kallar seg Silvurdrongur, fyri 111 góðir dagar í 2018 og Andrias Høgenni fyri filmin Ikki illa meint í 2019.

Áskoðaravirðislønina, sum Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu handaði, fekk Julia í Kálvalíð fyri filmin Omman.


Ole Wich tók myndina. Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016, Maria Guldbrandsø Tórgarð fyri Maðurin við blæuni í 2018 og Julia í Kálvalíð fyri filmin Omman í 2019.


Semja var millum fleiri av gestunum til Geytatiltakið og tey, sum vanliga ganga í Filmsfelagnum, at nú er støðið so høgt at gera føroyskan film, at ein leikaravirðisløn eisini eigur at verða stovnað. Verður tað til veruleika, so er at finna ein sponsor beinanvegin, so tríggjar virðislønir verða næsta ár, ein Geytavirðisløn, ein áskoðaravirðisløn og ein virðisløn fyri leikaraavrik. Livst, so spyrst. Takk fyri eitt frálíkt tiltak, sum so nógv stóðu saman um í Norðurlandahúsinum!