Hetta er visjónin hjá arbeiðsbólkinum, sum í mong ár hevur arbeitt við Skálatrøð, har annanvegin bilar og hinvegin bátar fylla rúmið, í báðum førum deyðir lutir, steinetandi deyðir lutir, sum ikki skapa tað minsta lív í besta savningarstaði í øllum høvuðsstaðnum. Lív er tað, sum peikað verður á. Í 2016 sigur Eyðun Johannessen soleiðis um ætlanina at byggja tjóðleikhús undir nýkomna berginum, sum er oman móti parkeringsplássinum á Skálatrøð í Havn: - Á parkeringsøkinum framman fyri bergið á Skálatrøð skal Tjóðpallur Føroya byggjast. Ein bygningur til hugaheim okkara, hvørs aðaltanki er at bergtaka og hugtaka. Tí eiga vit at leggja okkum eftir, at hetta verður eitt stað, sum letur seg upp, og sum vit ikki kenna okkum fremmand í. Tað, eg síggi og hoyri fyri mær, tá hugtakið bergtikin verður nevnt, eru aldargamlar søgur, sagnir, kvæði og ævintýr úr okkara frásøgu- og hugaheimsmentan. Um forfedrar, ið búðu undir trongum lonum og ferðaðust úti í okkara náttúru, undir bjørgum og k