Amerikanski sjónvarpsverturin, Jon Stewart, sum í sekstan ár stjórnaði The Daily Show, plagdi at enda við at siga "Here it is, folks, your moment of Zen". Uttan hansara sniðfundigu sarkasmu og politisku undirtónar vil eg flyta hesa margtýddu kontemplativu miðlavending og gera hana til mítt egna uppáhald eitt leygarkvøld heima í Havn, har mítt egna ýti og úrtøka varð staðfest við hesum Zenbuddistisku orðum við høgra fremstafingri hjá einum lámi í notublokkin á fonini:
"Fellir inn í teg sjálvan og alt er gott. Tíðarleyst og vektleyst. Tað bara er. Fyrstu ferð eg havi kent eina Zen løtu yvir mati. Eg yvirgevi meg."
Men innan varð tað so mangt. Her er hann avmyndaður úr køksvindeyganum í vikuni, einogfjøruti ára gamli Langstensmíðaði Magnus Heinason, sum í allari eyðmýkd er almenna føroyska havrannsóknarskipið og íspinnarin av endurfødda bankatoskinum.
Eftir túr nummar nítjan hundrað og átta fyri Havstovuna skrivar kanningarleiðarin, Petur Steingrund, í vikuni, at toskurin á Føroyabanka er framvegis ikki komin fyri seg aftur, við tað at nøgdin av toski lá á sama lága støði, sum hevur verið vanligt síðan 2006.
Úrtøkan var tó hundrað og einotrýss toskar og fimm tons av hýsu. Kanningarleiðarin skrivar, at eins og í fjør var sera nógv at fáa av hýsu og har var nógv smáhýsa ímillum. Hetta var triði túrurin av yvirlitstrolingum á vári í ár. Høvuðsendamálið við túrinum var at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingum av toski, hýsu og upsa, t.e. veiða í vekt og í tali, longdarbýti, vektbýti, aldursbýti, kynsbýti og kynsbúning av nevndum sløgum. Vit fóru av Havnini mikukvøldið kl 21:10. Vit vóru á Havnini týsmorgunin kl. 7 og landaðu fyrrapartin.
Sama morgun varð bankatoskurin og øll hin upplagda hjáveiðan eins og undanfarin ár í gastronomiska kalendaranum skorin til á Hotel Føroyum. Nýggjasta er, at stjørnukokkarnir á KOKS eru farnir at tryggja sær sundmagan á bankatoski til kips.
Ólavur Sjúrðarberg og Ingvar Joensen vóru flakaskerarar saman við ídnu kokkunum, sum frá vinstru niðanfyri eru Jógvan Winther Poulsen, John Eli Kristmundson, Rani Dam, Hans Petur á Myrini og høvuðskokkurin Kári Kristiansen.
Undir yvirskriftini ”Føroyabanki eitt gastronomiskt eldorado” var íbirtarin av gastronomiska kalendaranum Heima í Havn, Jóhan Mortensen, gestur í morgunsendingini hjá Útvarpinum hósdagin. Hann hevur leingi hildið at bara serkønir og gastronomiskt upplærdir skiparar skulu sleppa at fiska bankatosk. Og sjálvur haldi eg, at sporføri skuldi sloppið við, so sertifiseraði bankatoskurin kundi eyðmerkjast, tá hann lá á borðiskinum framman fyri tær, hvar í verðini tú so vart. Ein himmerigsmundfuld. Ella sum heimamissiónssangbókin sigur: "Ja tað er himmal, himmal longu her." Men aftur til útvarpið, har Jóhan heldur, at møguleikarnir við fiskinum á Føroyabanka eru stórir. Toskurin hevur gott orð á sær, er ríkur í smakkinum, og konsistensurin er serstakur. Eisini hýsan er nakað serligt, og hevur somuleiðis stórt potentiali, sigur Jóhan og leggur afturat, at í blómandi matstovuvinnuni kunnu nógv fleiri lið fáa vinning úr fiskinum á Føroyabanka. Vit eru sum heild vorðin meir tilvitað um tilfeingið á bankanum, sum er ogn Føroya fólks, og Jóhan vildi unt øllum føroyingum at roynt fiskin av bankanum. Tí hevði hann toskabitar við sær, sum morgunvertirnir í sendingini púra laiv fingu høvi at royna.
Jóan Pauli Joensen lurtaði, og setti seg beint við knappaborðið og skrivaði soleiðis á Facebook: "Føroyabanki eitt gullnám. Í einum lítlum samfelag sum Føroya eru tað ikki so nógv ljós, sum brenna undir lonini, og tí eiga vit at geva okkum far um tey, sum lýsa bjart. Teir tankar sum Jóhan Mortensen í morgun í útvarpinum gjørdi sær um Føroyabanka eru genialir og lurta eigur at vera eftir teimum tí, har er veruliga skil í. Vit eiga á Føroyabanka eitt tilfeingi, sum í einum gastronomiskum heimshøpi kann koma at verða okkum ein gylt høna, sum verpur okkum gullegg so tað forslær, um farið verður rætt fram, ikki minst nú Føroyar eru komnar á tað gastronomiska landkorti við teimum báðum Michelin stjørnunum, sum lætnar eru KOKS. Tað ræður um fáa tað rætta gullvirði burtur úr tíð gullnámi sum vit hava á Føroya Banka eins og russar fáa gull burtur úr rognunum - kaviarinum - hjá styrjanum. At tilfeingið á Føroyabanka skuldi komi at verða útflutt sum onnur bulk-vøra vildi verið bæði synd og skomm. Jóhan Mortensen er bara genialur í síni hugsan og fatan. Latum okkum vóna at restin av Føroyum eisini fatar boðskapin."
Alt, sum vit fáa á borðiskin í Barbara Fish House í kvøld, er av Bankanum og grønmetið er heiman av Sandi. Ein vísindalig frágreiðing um toskin á Føroyabanka, sum Eyðfinn Magnussen hevur skrivað, liggur saman við matskránni. Hann er stórur og veksur serliga skjótt tey fyrstu árini, verður sagt um bankatoskin, sum í átjan samanberingum kann verða dupult so stórur, sum toskur av øðrum norðuratlantiskum grunnum.
Eftir eitt roséglas við perlandi portugisiskum espumante úr hvítu alvarinho drúvuni frá Soalheiro har norðuri í søguliga saltfiskalandinum, er heimligi bankatónin lagdur og settur. Ýtið eigur matstovustjórin, John Mikkelsen, sum heldur í øllum gastronomiskum træðrum á matstovunum Heima í Havn, ið leingi hava verið fremstar á brúkarastýrdu nettænastuni Tripadvisor.
Fyrsti rættur er bankatoskur, sum er settur á træspjót og grillaður við aspargus. Annika Repond Sørensen ber okkum rættin niður úr køkinum á loftinum og inn á borðið, har vit sita níggju fólk fram við innasta vegginum.
Partur av fyrsta rætti er eisini rimmaður bankatoskur, sum verður borðreiddur við várleyki. Í gløsini fáa vit perfekt parað norðurportugisiskt hvítvín úr somu drúvu sum frammanundan, alvarinho, nú við frámerkinum Granit á navnaseðilinum.
Annar rættur er settur saman við djúpstoktari hýsu av sama túri hjá Magnusi Heinasyni av Føroyabanka, hummus og reyðum sofrito, sum er rørt í hvør sín borðisk afturvið. Vínið er í somu ættarlinju, men nú úr Galisia í Spania, har vínhúsið Attis kallar hvítu drúvuna albariño og skrivar heimstaðin Rias Baixas á navnaseðilin.
Triða umfar er sett saman av kjálkum, lippum og høgguslokki av bankanum. Til serveringina er eisini rørd ein chimichurri sós. Afturvið skeinkir Julia Carlsson perlandi hvítt galisiskt Fefiñanes Albariño, Rías Baixas 2017.
Nú kemur høvuðsrætturin, sum er uggi, toskanakki, við kræklingi og grønmeti heiman av Sandi. Flakaskerarin, Ólavur, sum situr yvir mær, sigur, at hann hevur skorið upp í spíðs heilt upp í nakkan og so niðurá. Tú kanst blaða í nakkanum, sigur hann og kring borðið verður nikkað játtandi.
Vínið, sum Annika Jespersdóttir skeinkir afturvið, hevur eitt so hástemt heiti, at eg síggi bíbilskar súlnagongdir fyri mær: Rafael Palacios. Men tað er bara kristna navnið á vínbóndanum, sum er frá Valdeoras í spanska Jákupslandinum Galisia, har fólk gera pílagrímsferðir, og í hesum føri brúkar hann godello drúvuna, Rafael Palacios. Ein royndur ummælari á Vivino, sum frammanundan hevur ummælt 2346 sløg av víni, sigur soleiðis: ”Ripe apple, pear, peach, floral, herbal (citronella, pepper), mineral/smokey. Great wine, lovely weight, good acidity, lingering aftertaste. Who needs Chardonnay when you can have this!”
Høvuðskokkurin, Kári Kristiansen, greiðir frá um rávøruna og hvussu alt er handfarið í tronga køkinum uppi á loftinum. Hann bjóðar uppá at síggja alt í verki, meðan Norman Savio De Souza eygleiðir í baksýni.
Omaná er ananas og karamellísur við dessertvíni, sum er ein rein pinot noir cava, sum tey siga um froyandi vín í Spania, av slagnum Parxet. Til kaffi fáa vit Lepanto brandy de Jerez, sum er úr palomino drúvuni og hevur verið goymt í fimtan ár í Fino tunnum og hevur frámerkið Solera Gran Reserva. Turt og elegant. Men ikki nóg mikið við tí. At leggja endaligt lok á máltíðina og hugfarsligu samveruna, fáa vit nú Portotonic í glasið. Ein svalligur drykkur, sum í øllum einfeldni er Graham’s Fine White Port við tonic omaná. Perfekt match til høvið.
Tær tríggjar, Annika Jespersdóttir, Julia Carlsson og Annika Repond Sørensen heilsa okkum úr køkinum í Barbara Fish House, og vit takka fyri eitt ógloymandi kvøld úr gastronomiska kalendaranum.