Skip to main content

Posts

At stíga út á lyftið

Átrúnarliga orðalagið ríkar málið, eingin ivi um tað. Tak nú tíðindafundin, har kristni Miðflokkurin reið av miðgarði og pressaði nøkur uppáhald á verðsliga veggin, har hassjtagg kristinvirði stóðu niðast. At stíga út á lyftið kalla tey tað, tá litið verður á Harran, og hin rættrúgvandi befallar seg í hansara hendur og gevur upp alt verðsligt starv, nú tey halda, at  Føroyar eru farnar av kós. Tá eigur ein at lesa Sálmin 37,3 um at líta á Harran og gera tað, sum gott er, liva í landinum og tó halda seg burtur frá verðsligari makt, ið bara hevur girnd sum grund. Tá umræður at døma onnur og føra seg sjálvan fram um hin dømda, eigur til áminningar at verða lisið í Matteusi 7,1-2 Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd! Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd, og við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált. Er úrslitið av verðsliga valinum tó soleiðis, at hin rættrúgvandi kemur til kors og fær ikki sess teirra heilagu, eiga øll samvalevni at vera um hi

Maradona í Filmsfelagnum

Rebellur. Hetja. Svindlari. Gudur. Øll hesi heiti standa á plakatini, tá Filmsfelagið sýnir spildurnýggja heimildarfilmurin Diego Maradona mikukvøldið 4. september. Hetta er upptakt til fótbóltsdystin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli, sum er dagin eftir. Fótbóltskennarin og útvarpsmaðurin, Suni Merkistein, fer at innleiða hesa sýning í Filmsfelagnum, sum er hin fyrsta í heyst. Diego Maradona varir meir enn tveir tímar og byggir á fleiri enn 500 tímar av filmi, sum ikki eru sæddir áður. Tað upplýsir lítla danska arthaus felagið, Angel Films, ið varð stovnað í 1988 við heimstaði í Lyngby. Tey innflyta listaliga áhugaverdan film til Norðurlendska marknaðin. Diego Maradona stillar nákvæmt á hin kenda fótbóltsspælaran Diego Armando Maradona, sum í dag er 58 ára gamal. Í staðin fyri at lýsa alt úr hansara hendingaríka lívi, hevur leikstjórin Asif Kapadia, sum eisini gjørdi filmarnar um Amy Winehouse, sum vann Oscarvirðislønina, og um Ayrton Senna, valt at siga søguna um fort

Nú strika vit danskt

Sjónvarpsaltarið eftir formansrunduna týskvøldið Enn einaferð minnir føroyska almannavarpið okkum á sniðfundiga snedigu sendingarnar hjá Anders Lund Madsen úr Fugloy. Tíðarleysar í nógv størri mun enn tær grynru hjá íslendska Andra, í løtum skemtiligar, ja galgenhumoristiskar , fyri at brúka eitt danskt orð. Tí danskt er tað, hóast almannavarpið í arbeiðs- og virkishugsjón sigur, at tað er fremsti mentanarberi, sum arbeiðir fyri at varðveita føroyskt mál, almannavarpið. Hvørja ferð eg hoyri og síggi Anders Lund Madsen beundri eg hansara tosingarlag, evnisval og almenna stíl, ikki minst hársniðið og klædnastílin. Men stílurin er onga løtu borin av føroyskum máli, heldur ikki tá hann vitjar tann kunngjørda partin av Danmark (sic!), sum er Fugloy har úti í donsku havsbrúnni. Við sínum danska máli møtir hann fugloyingum í túninum, sum eisini svara aftur á hansara máli - donskum. Sum dansktlærari má eg siga, at alla mína tíð havi eg hugsað um danskt í føroyskum skúla sum eitt vagl

Kotilett við útsikt og søgu

Her var tað at gastronomiska matlistin byrjaði í Føroyum -  á Skálatrøð, har útsikt eina løtu eisini var til hámentað Tjóðleikhús mitt á trøðni í Havn. Sum útsiktin vísur er sentrala høvuðsstaðarplássið lagt út og strikað av til parkering hjá arbeiðsfólki og útróðarmonnum allan sólarkringin. Tað er gott, tí her við Irish Pub møtast eisini útlendsk ferðandi at parkera og fáa mettuna fyri ein bíligan penga. Og ongastaðni fæst hon so passalig sum her, mettan. Ein risastór kotilett av svíni við sós, kips og reyðkáli fyri 95 krónur. So ódýra fært tú fólksligu mettuna, tí hetta er verkamannakostur burturav, ið dregur viðskiftafólk til sín, tí tey eru sosialar verur, ið fara hagar onnur fara, og har sum viðmælt verður á tvittrum og øðrum miðlum teirra millum. At køkurin í Irish Pub fyri stuttum varð kosin Føroya reinasti í eini kanning hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ger tað ikki verri. Og so hoyrir tú Útvarpið og sært beinleiðis fóbóltsdystir niðri undir. Eitt sovorðið stað he

Tað er nú gott við eini journalistiskari yvirfriðingarnevnd

Í flaggskipinum hjá almannavarpinum, Degi og Viku, var í gjárkvøldið eitt sjáldsama nýupplýsandi innslag um stættarsamfelagið Føroyar. Eitt starvsfólk á Hagstovuni segði greitt frá tølum, sum eru dagførd so nær okkara nútíð, sum Hagstovan megnar, at stættarsamfelagið, tað er gjógvin millum rík og fátæk, veksur í framlagda tíðarskeiðnum og ikki er ein saga blott. Ójavnin veksur. Eftir sjáldsama innslagið varð eg stórliga bilsin, at tað ikki var ein annar starvsmaður á Hagstovuni, sum varð fakligur framsøgumaður í almannavarpinum í júst hesum máli. Men hyggasíggj, í stundini var starvsfelagin, eg hugsaði um, á Føroya fremsta palli at rætta fyrra starvsfelagan fyri almanna eygum - á Facebook . Ikki bara rættar hann sarvsfelagan, sum hevur dirvið at siga løgmanni mitt ímóti, men hesin senni, sum ikki slapp til orðana í Degi og Viku, nevnir eisini upp í saman navnið á sjónvarpsjournalistinum, sum ger sítt góða, kritiska og vælfunderaða gerandisarbeiði á einum fakliga góðum og ko

Tá herverk verður gjørt á landið

Innan mánaðurin er úti, hevur løgtingsval verið í Føroyum. Tó er eingin myndugleiki, ið enn setur seg upp afturá at steðga jørð- og betongarbeiðnum í Saksun, har eitt himmalrullandi rimaportur við gulum gjaldsterminali er sett upp á einum vegi, sum onkur borgari, ið heldur eingin myndugleiki tá kundi steðga, hevur gjørt. Himmalska rulliportrið hevur tað til felags við vegin, at tey dyrka art brut , tað ljótasta og mest brutala í allari landslagaðari installatiónslist beint upp at vøkru ánni, har Torstein og teir fyrr royndu við flugu. Soleiðis fer alt. Syft, sum ein fluga. Í løtuni manglar bara víðkaða traktorrulliportrið, so er landslagsinstallatiónin fullkomin og fullgjørd. Tað hevur listamaðurin sagt í miðlunum. Hvør hevur latið stuðul til hesa verkætlan? Tað kann so ikki vera Sunda kommuna, sum hevur ein skilagóðan og ítøkiligan mentapolitikk, har lurtað verður eftir borgaranum, tað eg veit. Og hvør skal beina fyri betongfundamentinum og allari listainstallatiónini, tá onnur

Bygdirnar draga, siga ferðafólkini

- Tað eru føroysku bygdirnar, sum draga, sigur virðislønti ferðabloggarin Eric Stoen, sum var her í farnu viku við 11 ára gamla soninum. - I used to work in healthcare, but was - not so secretly - addicted to travel. I would always post about family trips on Facebook, trying to inspire my friends to take their kids to crazy places too. Then in 2014 I quit my job and started this website to inspire more people. Síðan hevur Eric Stoen skrivað ferðabloggin Travelbabbo og gevur á Føroyaferðini í farnu viku Odu W. Andreasen toppkarakter fyri Mykinesferðina, sum er skipað undir navninum Go Local . Á einum greiðum øðrum plássi er bygdin við Gjógv, sigur ferðabloggarin, sum hevur vitjað í fleiri enn 90 londum og altíð er praktiskur og upplýsandi fyri lesaran, eisini um minni heppin og ikki sørt kritisk viðurskifti á ferðini, men ikki hjá Odu, sum omanfyri hevur borðreitt við eksotiskari súpan fyri gestunum. Niðanfyri sæst Maud Østerø av Trøllanesi, sum eg avmyndaði í fyrrárið.

Nei, lívið er ikki ov stutt til franskan film

Sunnudagin var bastilludagur, fjúrtandi juli, la fête nationale de France , tjóðardagur í Fraklandi. Tað fekk meg at leita fram eina lítla danska sitatbók um film frá 1985 við absurda heitinum Livet er for kort til franske film . Um sama mundi komu fleiri bøkur av hesum lættsodnandi lættisoppaslag, sum segðist vera gott av hava við sær sum skeinisopp á vesinum hjá Ekstrablaðnum og har um leiðir, tí nú vann nýggja sjangaran lokumslitteraturur fram. Ikki dugi eg at siga, um orðafellið at lívið skal vera ov stutt til franskan film, er til á øðrum tungumáli enn júst tí danska. Kanska hava tey tikið filmisku tilsipingina undan ønologiska víngómanum, har teir kræsnu altíð hava sagt, at lívið er ov stutt til vánaligt vín. Tað er til at skilja, ja um allan heim og ikki bara hin franska. Og fert tú hesa vikuna eitt legg inn á Býarbókasavnið í bilparkeringsgongugøtuni í Havn, ella enn betri á teirra heimasíðu, sum er púra bilparkeringsfrí, so finnur tú franskan film í longum strípum