Skip to main content

Nei, lívið er ikki ov stutt til franskan film


Sunnudagin var bastilludagur, fjúrtandi juli, la fête nationale de France, tjóðardagur í Fraklandi.

Tað fekk meg at leita fram eina lítla danska sitatbók um film frá 1985 við absurda heitinum Livet er for kort til franske film.

Um sama mundi komu fleiri bøkur av hesum lættsodnandi lættisoppaslag, sum segðist vera gott av hava við sær sum skeinisopp á vesinum hjá Ekstrablaðnum og har um leiðir, tí nú vann nýggja sjangaran lokumslitteraturur fram.

Ikki dugi eg at siga, um orðafellið at lívið skal vera ov stutt til franskan film, er til á øðrum tungumáli enn júst tí danska. Kanska hava tey tikið filmisku tilsipingina undan ønologiska víngómanum, har teir kræsnu altíð hava sagt, at lívið er ov stutt til vánaligt vín. Tað er til at skilja, ja um allan heim og ikki bara hin franska.

Og fert tú hesa vikuna eitt legg inn á Býarbókasavnið í bilparkeringsgongugøtuni í Havn, ella enn betri á teirra heimasíðu, sum er púra bilparkeringsfrí, so finnur tú franskan film í longum strípum á Filmstriben.

Har er eitt gullnám av fronskum filmi, søguligum og nýggjum.

Tað vóru jú fronsku Lumière brøðurnir, sum í 1895 skaptu filmin, sum vit kenna hann í biografi í dag. Og óneyðugt er at siga, at hyggur tú eftir fleiri fronskum filmum, so fært tú eisini innlit í ein brotpart av fronsku tunguni, og ikki bara teirri ensku, ið er mest sum einaráðandi á handilsliga filmsarknaðnum hvar tú so fert í biograf.

Býarbókasavnið sigur, at á Filmstriben er eitt úrval av góðum filmum, bæði nýggjum og klassiskum, sum kunnu stroymast beinleiðis til teldu ella sjónvarp. Lánitíðin fyri hvønn filmin er 24 tímar. Tá ið lánitíðin er farin, ber til at læna fleiri filmar, tó í mesta lagi 6 filmar um mánaðin fyri hvønn lánara. Øll, sum eru skrásett sum lánarar á Býarbókasavninum, kunnu nýta Filmstriben.

Og skal eg vísa á ein franskan filmsleikstjóra, sum eg kenni gjøgnum Filmsfelagið, so er tað François Ozon (f.1967), ið eins og týski lagsbróðurin Rainer Werner Fassbinder (1945-1982) altíð er í gongd at finna nýggj evni at snara og spinna ein film úr og um.

Meðan keypstænastan Netflix ikki hevur nakran film hjá franska meistaranum Ozon, hevur ókeypis tænastan Filmstriben ellivu filmar hjá Ozon.

Eg vil heita á øll, við áhuga fyri ikki bara fronskum, men fyri filmslist yvirhøvur, at kunna seg við Ozon.

Til ber at seta hol á Ozon við tí stillført skaldsliga svart hvíta meistaraverkinum Frantz (2016), sum fer fram í franskt týska marknaðarlandinum eftir fyrra verðaldarbardaga. Er orka til meir vil eg mæla til nútíðarliga hardcore filmin Dobbelt begær (L'amant double, 2017). Er hugurin til ein film av fittara fólkakomediuslagnum í feriuni, so er at velja Trofæfruen (La Potiche 2010).

Nei, summarlívið er ikki ov stutt til franskan film. Tvørturímóti!