Skip to main content

Posts

Broytingar í miðlalandslagnum

Í kvøld fer heimsins størsti bókahandil, Amazon, at senda fótbólt í Bretlandi. Tað skrivar fótbóltsmiðilin FourFourTwo , og vísir til tær broytingar, sum Premiere League dystir hava verið fyri tey 30 árini Sky Sports hevur sent fótbólt. Nú hevur Amazon rindað 90 milliónir bretsk pund fyri rættindini at senda 20 dystir hvørt kappingarár, trý ár á rað. “That’s certainly not the limit of Jeff Bezos’ financial reach and, most likely, it’s not the extent of his company’s ambitions in the market either. So this is a signposting moment,” skrivar fótbóltsmiðilin . Meðan Útvarp Føroya fyrr var einasti sendari við fótbólti og guðstænastu, og tú ikki kundi koyra gjøgnum eina føroyska bygd meðan kappróður var uttan at betala, so eru hesi viðurskifti heldur ikki so einstreingjaði longur. Veit ikki, um aktørarnir eru vorðnir fleiri, men tað er pengastreymurin í hvussu er, tá umræður fótbólt í pengakappingum á kommunalt bygdum spæliplássum við atgongumerkjasølu, sum fer í lummarnar hjá vertsfe

Bach í kertiljósi

Tað eru ikki bara svartir fríggjadagar, nú heimligu handilsjólini eru í hondum. Hóskvøldið 12. desember verður triðja versiónin av Bach í kertuljósi framførd í Ólavskirkjuni í Kirkjubø. Tiltakið er eins og áður alment og ókeypis. Í ár er tað bratsjspælarin Jón Festirstein, mitt fyri í myndini ovast, sum er kvartettstrúkarameastro og skipar fyri tiltakinum. Ovast á manningarlistanum hjá Jón eru sopranin Cinthia Parada, sum er kilensk operasanagarinna, ið býr á Strondum og Dávur Birgisson, sum er úr Hoyvík, og fer at spæla á gittar. Cinthia sæst til høgru og Dávur til vinstru á lýsingamyndini ovast. Strúkaramanningin hjá Jón Festirstein er annars Sámal Petersen, violin, Ragnar Andreasen, violin og Tóri Restorff Jacobsen, cello. Afturvendandi Bach serfrøðingurin, Meinhard Bjartalíð, sum er sóknarprestur í Glyvra prestagjaldi, fer eins og undanfarin ár at hugleiða, nú tiltakið verður aftur í Ólavskirkjuni, sum rúmar 120 fólkum. Aftaná konsertina verður hugnaløta í Stokkastov

Tríggir filmar vinna virðisløn frá Námi

Gilli frá 18u á Glasir, Sanna, Randi og Beinta úr 8. a  í skúlanum á Argjahamri Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum í kvøld. Tað sigur heimasíðani hjá Námi . Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er sjey minuttir langur. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er. Allir filmarnir síggjast í einum spælilista á Facebookprofilinum hjá Nám og Snar. Tríggir vinnarar vórðu funnir, sum allir deildu eitt fyrstapláss. Teir fingu sostatt ein triðing av virðislønini, tað er 10.000 krónur í part, av teim tilsamans 30.000 krónunum, sum Nám sponsoreraði. Grundgevingar hjá dómsnevndini vóru hesar: ”Gang ein túr” T1 Tekniski skúli, Klaksvík (2:34): Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og góðan

Kreativur háskúli

Í dag bjóðaði Pernille Mejslov okkum í Námi til framsýning á Føroya Fólkaháskúla, har hon undirvísir í kreativari skriving og tekning. Hon er úr Lejre kommunu við Roskildefjørðin. Samstundis løgdu hon og Rigmor Dam seinastu hond á næmingablaðið Tjaldrið, sum er eins gamalt og háskúlin, 120 ár. Næmingarnir hava sjálvir gjørt alt blaðið og myndprýtt við tekningum og fotomyndum. Á baksíðuni er fotomynd av eini instalatión við eini song og slóð til tónleikastykkið Sovi Bara hjá Jónas Langgaard. Eftir gongini hava næmingarnir á heystskeiðnum gjørt ein stóran máling, har tey eiga eitt petti í part. Næsta ár er málninguri ein annar, sigur Pernille. Permuna á søguliga Tjaldursblaðnum hava teir tríggjar Ýr Ákadóttir, Paulina Joensen og Annika á Fløtum Rasmussen gjørt. So ganga vit gjøgnum túnið, heilsa uppá nýggja stjóran, Hedvig Weserlund Kapnas, og ganga yvir í Hansastovu, sum er kreatva húsið, har eisini kjallari er. Fyrst fyri eru litfagrir fuglamálningar hjá Anniku, su e

Netflix ger tað aftur

Eftir eitt hálvt ár við ongum, slettis ongum, áhugaverdum filmi yvirhøvur, tørnar Netflix nú fyri við einum mafiafilmi, sum bara stroymingarrisin hevur havt ráðini til at gera lidnan. Einki annað filmsframleiðslufelag vildi fíggja ovurhonds dýra filmin, sum út á dagin í dag, mikudagin 27. november, varð leysgivin at síggja. Talan er um The Irishman hjá Martin Scorsese, sum letur okkum fylgja við, hvussu leikur fór um ólavsøkuleitið í 1975, tá amerikanski fakfelagsformaðurin Jimmy Hoffa (Al Pacino) varð fyribeindur, hvarv og aldri kom aftur í aftur. Sjey ár seinni, hin 30. juli í 1982, varð Jimmy Hoffa lýstur deyður at vera, in absentia. So løgið tað ljóðar, er tað fyrstu ferð at Al Pacino hevur spælt í einum Scorsese filmi. Stillføri høvuðsleikarin er Frank Sheeran (Robert de Niro), ið hevur eyðknevnið írin, tí hann er ein lítillátin og altíð álítandi arbeiðarpatriotur, sum er av írskari ætt, og sum frá líður fer at ganga blóðdryppandi ørindi fyri mafiafamiljuna Bufalin