Skip to main content

Kreativur háskúli


Í dag bjóðaði Pernille Mejslov okkum í Námi til framsýning á Føroya Fólkaháskúla, har hon undirvísir í kreativari skriving og tekning. Hon er úr Lejre kommunu við Roskildefjørðin. Samstundis løgdu hon og Rigmor Dam seinastu hond á næmingablaðið Tjaldrið, sum er eins gamalt og háskúlin, 120 ár. Næmingarnir hava sjálvir gjørt alt blaðið og myndprýtt við tekningum og fotomyndum. Á baksíðuni er fotomynd av eini instalatión við eini song og slóð til tónleikastykkið Sovi Bara hjá Jónas Langgaard.


Eftir gongini hava næmingarnir á heystskeiðnum gjørt ein stóran máling, har tey eiga eitt petti í part. Næsta ár er málninguri ein annar, sigur Pernille.


Permuna á søguliga Tjaldursblaðnum hava teir tríggjar Ýr Ákadóttir, Paulina Joensen og Annika á Fløtum Rasmussen gjørt.


So ganga vit gjøgnum túnið, heilsa uppá nýggja stjóran, Hedvig Weserlund Kapnas, og ganga yvir í Hansastovu, sum er kreatva húsið, har eisini kjallari er. Fyrst fyri eru litfagrir fuglamálningar hjá Anniku, su er 18 ára gomul og úr Kollafirði.


So fara vit inn í stovuna, har fleiri arbeiða við ymsari tøkni, ymsum myndaevnum og formatum. Fyrst fyri er 21 ára gamla Poulina av Oyri, sum hevur serligan alsk til skriðdjór, hon hevur eina pythonslangu, og so ger hon nógv við mandalatekningar. Poulina hevur teknað alt tað hon minnist, og vónar, eins og hinar vit møta, at kunna liva sum listafólk.


Okkara ørindi eru at síggja avrikini, sum Pernille hevur bjóða okkum til, nú skúlin í Hornabø í Havn fyllir 120, og kanska fáa eyga ein nýggjan teknara ella illustratør til komandi bókaútgávur.


Við síðuna av Poulinu arbeiðir 16 ára gamla Ýr Ákadóttir av Tvøroyri. Eisini hon hevur teknað síðan hon minnist, og droymir um at kunna liva av list og at arbeiða sjálvstøðugt heimanífrá.


Triðja unga myndlistakvinnan, sum vit møta á heystskeiðnum í háskúlanum í Hornabø, er 17 ára gamla Amy Sofía Poulsen úr Miðvági. Í Tjaldursblaðnum upplýsir Amy, at hon hevur teknað síðan hon fýra ára gomul gekk í barnagarði, droymir um framhaldandi at búgva í Føroyum, og at sleppa at tekna til film og bøkur - og at skriva.


120 ára haldið verður á skúlanum fríggjadagin. Rigmor, sum eins og Pernille er lærari, fæst við at gera gamla skúlan mitt í Havn sjónligan. Hon spyr meg, hvat eg hugsi, tá eg hoyri Háskúlan nevndan.

- Ull, sigi eg. Fyrr søgdu vit, at ull er Føroya gull, men í dag er ull okkara avbjóðing. Meðan alt kann gerast tann bera ull, ikki minst í munni, so kann ullin eisini foredlast og verða nakað heilt nýtt og ovæntað, kanska ein merkivøra, ið fær sítt egna lív á filmi sum ein stjørnutroyggja til dømis. Tað er avbjóðingin, haldi eg fyri í gongini í Háskúlanum. Og so aldrin at sova dagin burtur, men altíð halda seg aktivan í mun til áhuga og setning.

Og júst tað knýtir til eitt tónleikastykki, sum Jónas Langgaard hevur gjørt til næmingablaðið Tjaldur og fotomyndina av installatiónini á baksíðuni á blaðnum, sum er av eini song! Fylg hesi slóð og hoyr Sovi Bara hjá Jónas Langgaard.

Takk fyri innbjóðingina!