Eftir eitt hálvt ár við ongum, slettis ongum, áhugaverdum filmi yvirhøvur, tørnar Netflix nú fyri við einum mafiafilmi, sum bara stroymingarrisin hevur havt ráðini til at gera lidnan. Einki annað filmsframleiðslufelag vildi fíggja ovurhonds dýra filmin, sum út á dagin í dag, mikudagin 27. november, varð leysgivin at síggja.
Talan er um The Irishman hjá Martin Scorsese, sum letur okkum fylgja við, hvussu leikur fór um ólavsøkuleitið í 1975, tá amerikanski fakfelagsformaðurin Jimmy Hoffa (Al Pacino) varð fyribeindur, hvarv og aldri kom aftur í aftur. Sjey ár seinni, hin 30. juli í 1982, varð Jimmy Hoffa lýstur deyður at vera, in absentia. So løgið tað ljóðar, er tað fyrstu ferð at Al Pacino hevur spælt í einum Scorsese filmi.
Stillføri høvuðsleikarin er Frank Sheeran (Robert de Niro), ið hevur eyðknevnið írin, tí hann er ein lítillátin og altíð álítandi arbeiðarpatriotur, sum er av írskari ætt, og sum frá líður fer at ganga blóðdryppandi ørindi fyri mafiafamiljuna Bufalino, har Russel Buffalino (Joe Pesci) er patriarkurin.
So flyta vit okkum á ellisheimið, har írin nú situr 83 ára gamal í rullistóli og fortelur søguna, sum hóast hon er briljant og sannførandi heimssøga heilt frá endanum á øðrum verðaldarbardaga og fram, í hálvan fjórða tíma, er einføld og løtt at fylgja við í.
Og her er tað, at kostnaðarmikla yngingarviðgerðin, sum er talgild, fær ein leiklut, so vit síggja somu leikarar sum ungar og samtíðareldri, 77 ára gamla nútíðar De Niro, sum 24 ára gamlan og nýheimkomnan amerikanskan krígsveteran úr Italia, til núverandi aldur og 6 ár eldri.
- It is what it is. Tað er tað. Hartil er tað komið. Nú er tað har. Tað er tað. It is what it is. Soleiðis fella orðini frá Russel Buffalino til Frank The Irishman Sheeran. Vinmaðurin Hoffa er farin ov langt og má steðgast. Nú er tað komið har til.
Men ber tað til at beina fyri einum av sínum egnu?
- I went to school for five fucking years, sigur órættaði Hoffa, og sipar til fangahúsið, har hann gekk livsins skúla.
Hetta er samfelagslig uppstigan hjá einum ungum arbeiðara, íranum Frank Sheeran, sum í byrjanini longu er krígsveteranur heima í Philadelphia, og nú søgan tekur við, er einsamallur á ellisheimi. Fyrsti hann møtir sum ungur eftir kríggið, er Russel Buffalino, ið hjálpir honum við einum uppsteðgaðum motori. So koyrir tað bara, sum sagt verður. Mutur sum lív og vinnuvegur, meðan katólska kirkjan signar. Hon er kittið í litfagra mafiasamfelagnum.
Írin møtir Angelo Bruno (Harvey Keitel), sum í mínum eygum er mest hugtakandi fysiognomi í øllum filminum, hóast leikluturin er lakoniskt lítil.
Hetta er ein filmur um trúfesti, har klipt verður róliga aftur og fram. Hin mafiahelvtin, sum eisini svør til trúfesti, heldur fyri, at kunnu teir drepa ein forseta, so kunnu teir eisini drepa ein fakfelagsforseta. Sipað verður til John F. Kennedy og sjálvan Hoffa, sum nýggi filmurin hjá Martin Scorsese ikki smæðist fyri at siga, at amerikanska mafian í báðum førum drap. Soleiðis er tað.
- Kom okkurt til tíni hús, so koyrdu vit tað. Kom okkurt ikki til tíni hús, so var tí at vit ikki koyrdu. Vit kunnu steðga Amerika, nær tað skal verða, sigur ein sigurssælur Hoffa, ið enn ikki veit, at nakar vil honum ilt.
Fyrstu ferð hann er í sambandi við íran er um telefonina. - Vilt tú verða partur av hesi søgu, spyr Hoffa hin fámælta íran, sum lágmæltur sigur: Yes I Will...
- Eg helt, eg tosaði við General Patton, sigur írin tá hann leggur rørið á. Telefonina eigur Russel Buffalino, sum allan vegin er formidlari í gongdini í filminum.
- Einastu, tú ikki kanst líta á, eru millióningabørn, sigur Hoffa, ið er sansaleyst óður inn á Kennedyfólkini. Og nú er Bobby farin at kanna alt, sigur hann í øðini heima í stovuni.
Nixon kemur til, tí hann fær hópin av pensiónspengum frá Hoffa og The Teamsters. Hetta er effektiv og ikki sørt stuttlig søga við filmi sum fremsta nation-building miðili.
Hoffa er eitt hysteriskt reyvarhol, sum bara rópar og hevur - í skapi av aldrandi Pacino - eitt rættuliga avmarkað kenslu- og ræddarregistar. Hinvegin roynir hann at fáa innisæla íran at opna seg, men til fánýtis.
- Tú sigur mær aldri, hvussu tú hevur tað, sigur Hoffa við íran, og sendir okkum ein tanka til filmin Joker, ið fánar í hesum selskapi. Írin verður lagaður og skaptur, so hann seinni endurtekur alt tað, ið hann hevur lært.
Dømi um vána eftirmæli av Hoffa er, at í filminum letur Scorsese hann seta seg púra órørdan at súpa ein bíligan ís á einum diner, tá sjónvarpið ber tíðindini um at John F. Kennedy er myrdur. Írin hyggur eftir honum. Fyrr í filminum hevur hann undrað seg yvir, hvussu ein kann drepa ein av sínum egnu. Ikki bara tankin, men sannkenningin um, at Hoffa er meir enn ódamligur, er gróðursettur og farin at næla. Og so er hann turrisligur avhaldsmaður, hysteriski Hoffa. Og tað verður bara verri. Hann missur sansin fyri øllum gerandisligum viðurskiftum og hevur ongan realitetssans. Ein simpul maður er fangaður í síni egnu ómentaðu fávitsku.
- Hann kann ikki halda fram at tosa soleiðis við okkum, siga samstarvspartarnir og undirsáttarnir.
Longu í byrjanini verður avdukað, at tað er advokaturin hjá Hoffa, Bill Bufalino (Ray Romano), sum í rættinum skal verja leigudrápsmannin Frank Sheeran, íran, fyri níðingsgerðina, at drepa vinmannin Hoffa. Og rættarverjan er so mikið góð, at vit sita spent gjøgnum allan film, at frætta, hvussu írski vinurin og lastbilaførarin kundi koma í tað støðu, at hann beindi fyri Hoffa, ið brúkti alt lívið at bøta um viðurskiftini hjá júst lastbilaførarum og øðrum flutningsarbeiðarum í International Brotherhood of Teamsters. Tað er henda frásøguliga filmskjarna, ið ger filmin so áhaldandi góðan.
Tónleikurin er tíðarrættur, hetta er arbeiðarin, ið hevur bowling sum savningramentan. Kvinnurnar eru at hyggja eftir og at investera í. Soleiðis er tað.
“The guy with the gun” verður írin nevndur í einum setningi, tí eftir fýra ár í Italia dugir hann at skjóta, vera í kríggi og at tosa italskt, sigur nýggi mafiaarbeiðsgevin við ein annan.
Filmurin dvølir við smálutir, ið eiga at verða sæddir á stórum lørifti og í góðum stólum og rúmi. Hetta er ein krevjandi biograffilmur, har gott er at gera seg út við Jack Daniel’s í kopphaldaranum. Angin, smakkurin og liturin á Jack Daniel’s gongur væl afturvið The Irishman. Og so slær hann í báðum førum hart, drykkurin og filmurin. Estiskt fært tú huga at lesa til arkitekt, bona bilar og eta steaks við feittmarmoreraðari rond.
Greitt er, at alment fíggjaða kríggið fyrst skapti og herdi íran og síðan gjørdi hann til perfekta drápsmannin í soldinum hjá amerikansku mafiuni, ið eisini hevði rót í Italia, so tað allan vegin er ein lønandi amerikanskur vinnuvegur hjá einfoldigum men marknaðarsterkum entreprenørum.
Søgan byggir á sjálvævisøguligu og sannferdigu bókina I Heard You Paint Houses um Frank The Irishman Sheeran, sum Charles Brandt skrivaði í 2004.
Set-up’ið er sannførandi sum altíð hjá harðrenda søgumanninum Scorsese, sum nú eisini er vorðin gamal og gevur sær stundir, í løtum kanska ov nógvar og góðar, at knýta saman eina orsøk, amerikanskt patriotkríggj í Italia og italsk familjukríggj í Amerika. Alt fyri at halda maktina og ávirka samfelagsgongdina, tá tú einki álit hevur á nøkrum uttan harðskapi, sum er tað einasta barometur og parametur, ið tú sum maður og valdspersónur hevur førleika til at arbeiða við. Kríggj elvir til kríggj, og fongsulsrevsing fyri brotsverk elvir til meira fongsul og fleiri brotsverk. Tað er áleið moralan.
Tá hann er bestur, dvølir filmurin við avleiðingarnar hjá hesum aldrandi manni, Frank the Irishman Sheeran, sum nú hyggur aftur á ógerðirnar, filmiskt nakað mildari enn eg hevði væntað.
- Øll eru deyð, siga CIA agentarnir við Sheeran á ellisheiminum í endanum á filminum. Hann hevur júst verið og keypt sær eina írskt-grøna kistu fyri 6000 dollars. Tá fekk hann 1500 dollars í avslátturi og skuldi taka hana við sær, kistuna.
So rullar hann í koyristólinum til prestin af fáa seinastu oljuna. Ein deyðamerktur filmur er komin at endan. - Hvør fer at ringja og sigi sovorið í telefonini, mutlar írin fram fyri seg, og presturin skilir einki. Tigandi írin tekur tøgnina við sær. - Tú hevur lívið fyri tær, sigur hann við ungu sjúkrasystrina, ið mátar blóðtrysti. - Og lat hurðini standa á glopp, tá tú fert, sigur einsamalli maðurin við deyðanum í durinum.
Ein nemandi poetisk søga. Um úr ongum at vinna alt og bøta við meira. Einsemi, har sjálvt tíni egnu børn ikki vilja kennast við teg. Um filmurin Joker fyrr í ár spurdi mannin, hvussu hann hevur tað, so spyr hesin enn harðari: Maður, hvussu hevur tú tað?
Tríggjar vikur í amerikanskum biografum kvalifisera filmin at koma í Oscarkappingina, og so kann hann vísast á heimavølli, sum er privati sjónvarpsskíggin hjá hvørjum einstøkum, har stroymingartænastan bjóðar hald. Og tað er í dag, mikudag 27. november, kvøldið fyri Thanksgiving Day í USA, at filmurin nú sæst her.
Ikki tí, hevði annar av teim báðum biografunum, Atlantis í Klaksvík og Havnar Bio í Havn, valt at vísa filmin, sum er tøkur í hesa stuttu tíð, so høvdu teir verið tveittir úr góða samstarvinum, sum biografarnir eru í beint nú.
Hetta vísir tvíeggjaða svørðið, sum Netflix er.
Annan vegin fíggja tey nakrar av bestu biograffilmunum ár undan ári, og hinvegin máa tey støðið undan biografvirkseminum, sum er at síggja film á stórum lørifti í felag, kring allan heim.
Netflix hevur eisini havt ráðini at keypa seg inn í eina bretska Arthaus-ketu av biografum, so tey har hava trygd fyri, at teirra filmar eisini verða vístir millum fólk í biografi.
Sterka stroymingartænastan hevur eisini eydnast at sáa og skapt split millum árligu filmstevnurnar í Venezia og Cannes, har tey í fyrra førinum vísa Netflixfilmar og als ikki í hinum førinum. Kanska er tað tí, at vatnflóð hevur herja í Venezia seinastu dagarnar.
Hvørja avirkan Netflix fer at hava á biograffilm framyvir veit eingin. Men ein avleiðing av teim at síggja til endaleysu røðum, sum spretta úr stroymingartænastunum er, at ein app er uppfunnin, sum á mobilum gadgets kann spola við skjótari og hálvskjótari ferð, tá røðirnar dovna, verða keðiligar og krevja ov nógva tíð at verða sæddar og skapa umrøðu. Helst er appin eitt greitt tekin um, at ovurhonds konsummerkta filmsforbrúkarrisman fer at halda uppat, í hvussu er soleiðis, sum vit í dag kenna hana við røðum eftir røðum, har lítið og einki hendir, eisini hiðani úr Norðurlondum.
Og so er hóskiligt at nevna, at millum mongu filmarnar á Netflix eru eisini Scorsese verkini Mean Streets (1973) og Goodfellas (1990).
Øll við áhuga fyri filmi eiga at síggja The Irishman. Ger teg væl út, set teg væl til rættis og skrúva hart frá í heimabiografinum. Tað er tað.