Skip to main content

Posts

Altjóða arbeiðaradagur

ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ Heiður og æra til arbeiðið stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk har norðuri í Russlandi. Nú altjóða arbeiðaradagur er, eitt nýtt innvinningarár byrjar, frítíðarløn verður goldin og Marx fyllir 202 týsdagin, fann eg gomlu arbeiðaramyndina aftur á blogginum. Myndina, sum eg tók í Russlandi fyri seytjan árum síðan, vísir eitt uppslag, sum hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera framdriftsskrúvur til hernaðarskip. Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russiska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir, skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar hvørki væl ella gott. Uppslagið á myndini er fleiri húsahæddir í stødd. Á gamalsovjettiskan hátt verður sagt: ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ. Tá eg spyrji um tekstin, yppir dagsins russiski arbeiðari øksl og smírist at fornisku boðunum, ið minna øll á farnar tíðir. Altjóð

So grundleggjandi er menniskjansliga lívfrøðin

Tá bókaklubbar vóru í hásæti, var henda bókin hin mest spennandi. Har greiddi Desmond Morris frá um menninskjansliga atferð tá tey møtast, heilsast, krámast og parast. Akkurát sum dýrini. Og tað var ikki so løgi, tí bretski Morris er zoologur, sum bleiv kendur í 1967 við bókini The Naked Ape , har hann viðgerð, hvussu menninskjansliga lívfrøðin skapar okkara mentan, har fyrsta stig er lógvatakið. Nøkur ár herfyri var almenn móttøka í býnum, tí fyritøkan hevði fingið nýggjan stjóra. Eg eri boðin við og støkki inn á gólvið. Stjórin fær eygnasamband, rættir armarnar út og ger eitt innbjóðandi chassé stig. Eg lati meg fella inn í føvningin, leveri eitt varisligt klemm, og signaleri við høgru hond á herðablaðið, at nú er liðugt. Vit traðka hvør til sítt og næsti í røðini ynskir til lukku við nýggja starvinum. Henda nýkomna interpersonella klemmimentan hevur altíð tykist mær ikki bara høsnut, sum í kólandi djóragarðinum, men eisini menniskjansliga óunnilig. Sum frá leið uppdagaði eg,

Netið blívur betri, sjúkari samfelagið er

The Industrial Worker: Kapitalistiska pyramidan (uppslag 1911) Í hesum koronatíðum uppliva vit úr sofuni og við fjarstýringini í hondini fleiri og fleiri funkur, sum vit ikki vistu av vóru til. Vit kunnu byrja við at staðfesta, at til ber hjá allar flestu at arbeiða heima, uttan at nakað liggur á láni, kanska tvørturímóti. Vit finna uppá alternativar samansetingar at bjóða viðskiftafólki nýggjar tænastur og møguleikar, koyra vøru út til tey, ið biðja um tað, og ikki at roksa ov nógv, tá felags starvsfundir eru á netinum, bara tað ikki er á Zoom ella Skype, men á Teams. Til ber eisini at byrja dagin við at syngja morgunsang í felag, hvør sær, at lesa floygdu prædikuna hjá bispi á VP, fáa innlit í sunnudagsskúlavirksemi í Hebron, og um kvøldið at tendra fyri einum bryggjaríi, sum hevur kollektiva ølsmakking við einum undirhaldandi fólkatigslimi. Heimabundna kreppan hevur skapt úttrykk, sum helst altíð hava verið har, men sum flestu okkara aldri hava varnast, í hvussu er ikki

Vestfilm drive-in

Í døgunum 30. apríl til og við 3. mei 2020 skipar Vestmanna kommuna fyri fyrsta føroyska filmfestivalinum nakrantíð - VESTFILM . Føroyska biografsøgan byrjaði í Vestmanna, og av tí sama er upplagt at taka fakkilin uppaftur, og skipa fyri fyrsta føroyska drive-in filmfestivalinum í landinum, siga fyrireikararnir. Samstundis er VESTFILM eitt serstakt høvi at uppliva tað besta, ið føroyska filmsvinnan hevur at bjóða. Talan er um onki minni enn 28 stuttfilmar, tvær frumsýningar og tríggjar filmar í spælifimslongd. Skráin og hugskotið til VESTFILM er ment í tøttum samstarvi við Filmsfelagið : DAGUR 1 Fyrsta sýning - Aldur (Heiðrikur á Heygnum) - Tunnan (J.Steenberg & J.Lamhauge) - Skuld (Heiðrikur á Heygnum) - Ikki illað meint (Andrias Høgenni) Onnur sýning - Ábyrgd (Katrin Joensen-Næs) - Passasjeren (Sakaris Stórá) - Kom og dansa (Andrias Høgenni) - Stina Karina (Andrias Høgenni) Triða sýning - Bye Bye Blue Bird (Katrin Ottarsdóttir) DAGUR 2 Fyrsta sýnin

Drive-in á Skálatrøð

Drive-in, video on demand og stroyming eru nýggj, men ikki minni neyðug orð í heimligu biograforðabókini beint nú. Hóast biografarnir, teir eru tveir í landinum, í einum høggi mistu alla inntøku, tá koronastungsilin varð settur í verk á grækarismessu, hava tey ikki sett seg at bína yvir einvegis útreiðslum og harvið falla í fátt. Nei, nú verður útibio í høvuðsstaðnum. Meðan tey í Søldarfirði nýliga hava lagt dygt støði undir gomlu hugsjónina um drive-in biograf, fer Havnar Bio um flaggdagsvikuskiftið, tað er í dag, í morgin og í ovurmorgin, at halda fram við útibio á Skálatrøð . Í tryggari frástøðu í egnum bili. - Tórshavnar kommuna hevur boðið okkum plássið, og vit hava tikið av, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum dagliga rekur Havnar Bio, ið er partur av danska biografsamstarvinum Fokus Biograferne. Ljóðið fer Ljóðtøkni hjá Hjalmari Hvítklett at taka sær av, og ljóssterka stórskermin eigur AV-Lux hjá Hans Andor Johannesen. Ikki kann sigast annað, enn at teir báðir, sum nú ru

Føroyskur framleiðari í filmi úr Kabul

Jón Hammer er ein á liðnum hjá stjørnuframleiðaranum Katju Adomeit, nú filmurin Mítt barnaheim í Kabul verður stroymdur inn í stovur í danska ríkinum. Tað er biografurin Grand Teater, sum skipar fyri stroymingini, nú allir biografar eru stongdir. Grand byrjaði at vísa film í Keypmannahavn í 1913, og hevur undir koronastongsilinum lagt seg eftir at stroyma góðan nýggjan arthousefilm, sum júst er vørumerkið í hesum biografi, ið er besti samstarvsfelagi hjá Filmsfelagnum. Meðan vit bíða eftir, at vanliga biografvirksemið byrjar aftur - í Danmark, har tey hava virknan mentanarpolitikk, er uppskot um at halda frástøðu í biografinum, og at landið stuðlar við at keypa tómu sessirnar, sum eru ímillum - ber til fyri 49 krónur at síggja filmin úr Kabul heimastroymdan. Lukkutíð hevur eksotiski filmurin Parwareshghah danskan undirtekst, tí talaða málið er dari, hindi, urdu og russiskt. Í 2017 møtti eg framleiðaranum, Katja Adomait, sum sæst longst til vinstru omanfyri, og medframl

Er fótbólturin ein mafia?

Sum tilbúgvingarstovnur fær Kringvarpið seg roynt í hesum døgum við kreppusamskifti um, hvussu borgarin skal fyrihalda seg, og hvussu myndugleikin og fakkunnleikin velur at orða seg. Í stundini er mikrofonin og myndatólið har. Frálíkt avrik í sjálvum sær, ikki minst tá Barbara Holm í Degi og Viku mánakvøldið hevði boðið Bjarna Arge og Brynhild Thomsen í sendistovuna at skifta orð um samskiftið, hvør strategiska ætlanin hevur verið, hvør er sloppin framat, og hvussu samskiftið hevur hilnast. Ein hin best fyrireikaða samrøða og orðaskifti, eg havi hoyrt í føroyskum miðili, tað eg minnist, um júst hetta týdningarmikla evni. Men ítróttin og fótbólturin, sum hevur tiltuskað sær ein pall við ikki hissini makt, slapp ikki við í kjakið. Kanska varð evnið tómt og liðugt, tá tólv minuttir vóru farnir, tí tá endaði verturin góða prátið. Sindur ómotiverað, at runda klokkan skal praktiserast so fýrakantað. Men kanska var tað tí, at tá vildi fótbólturin eisini við, nú borgarstjórarnir eisini

Føroyskur filmur komin á Amazon

Í dag fæst filmurin hjá Sakaris Stórá Dreymar við havið á Amazon, sum ikki bara er bókahandil á netinum, men eisini stroymingartænasta, ið varpar og veitir film beint inn í stovuna, hvar tú so situr og hyggur og lurtar, ella bara slotar í eini koronakeddari kringlupausu frá Kina til Kolumbia og alla klótuna í kring. Dreams by the sea  er heitið á fyrstu føroysktmæltu filmsvøruni, sum í nýggjari tíð er gjørd til altjóða marknaðin í spælifilmslongd, ikki bara til gamla og viðurkenda biografin, har fólk møtast í felag, men nú eisini til heimabiografin, har tú sjálv situr. Eitt kærkomið høvið at stytta sær um stundir, nú koronasmittan hevur bundið okkum heima. Hóast filmurin lýsir eitt evarska lítið samfelag, og er á einum máli, sum fey fæstu vita um og neyvan nakrantíð raka við, var tað ikki fyri talgildu tøknina, so er hann lættari enn nakrantíð at síggja. Fish&Film, sum framleiddi, er hervið fyrsta føroyska fyritøka, sum selur film á Amazon. Tað upplýsa filmsframleiðararn