Drive-in, video on demand og stroyming eru nýggj, men ikki minni neyðug orð í heimligu biograforðabókini beint nú.
Hóast biografarnir, teir eru tveir í landinum, í einum høggi mistu alla inntøku, tá koronastungsilin varð settur í verk á grækarismessu, hava tey ikki sett seg at bína yvir einvegis útreiðslum og harvið falla í fátt.
Nei, nú verður útibio í høvuðsstaðnum.
Meðan tey í Søldarfirði nýliga hava lagt dygt støði undir gomlu hugsjónina um drive-in biograf, fer Havnar Bio um flaggdagsvikuskiftið, tað er í dag, í morgin og í ovurmorgin, at halda fram við útibio á Skálatrøð. Í tryggari frástøðu í egnum bili.
- Tórshavnar kommuna hevur boðið okkum plássið, og vit hava tikið av, sigur Jákup Eli Jacobsen, sum dagliga rekur Havnar Bio, ið er partur av danska biografsamstarvinum Fokus Biograferne.
Ljóðið fer Ljóðtøkni hjá Hjalmari Hvítklett at taka sær av, og ljóssterka stórskermin eigur AV-Lux hjá Hans Andor Johannesen. Ikki kann sigast annað, enn at teir báðir, sum nú rulla seg út á Føroya fremstu mentaparkett, Skálatrøð, hava gott skil fyri tøkni, tí teir hava báðir arbeitt nógv og leingi í Kringvarpinum.
Her er skráin fyri Drive In Bio í Havn:
24/4 kl. 22.00 Rocketman
25/4 kl. 19.00 Sonic - The Hedgehog
25/4 kl. 22.00 Bloodshot
26/4 kl. 19.00 Jumanji - The Next Level
26/4 kl. 22.00 21 Bridges
Atgongumerkið, sum kostar 300 kr er fyri hvønn bilin, sum ikki skal verða hægri enn 1,85m.
Drive In dyrnar á Skálatrøð opnað kl. 21:00.