Skip to main content

Posts

Mølin verður miðdepilin

Hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen hava sett sær fyri at gera søguligu handilshúsini á Mølini, sum eru frá 1889, til ein nútíðar miðdepil og tænastusinnaðan savningarstað í Skálavík.  Birita er fjórða ættarlið og langabbin er avmyndaður á bróstinum í caféini, so her andar beinanvegin av autentisiteti, sum ikki bara er hugnaligur, men eisini funktionellur í eyðkendu gul-grønu húsunum.  Nútíðar caféin er longst til høgru, meðan gamla posthúsið er vinstru megin á myndini niðanfyri. Her fer móttøkan at verða, tá nýggja hotellið við tíggju gestaíbúðum verður liðugt til vinstru fyri søguliga bygningin.  Innkomin í Caféina á Mølini verður tú straks boðin vælkomin og finnur ein hóskandi sess so djúpan og til viks, sum tær hóvar best. Men eg síggi eisini, at borðini eru øll umbiðin, tí her eru útferðir og føðingardagar.  Trýst er á Sandoynna, tað sæst longu umborð á Teistanum, á bryggjuni í Skopun og á vegunum í oynni.  Hóast nóg mikið er at ger

Danskt vín á ólavsøku

Einki er sum fyrr. Tað mugu vit sanna við bláa borðið hjá Peturi Háberg ovast í Áarstovu. Borgarstjórin vil hava okkum at halda ólavsøku heima í túninum, og vilt tú keypa eina føroyska øl til høvið, so er tað sum amen í kirkjuni, at bara Føroya Bjór eigur hana, okkara føroysku, eisini tá fremsta søluvøran eitur Norðlýsið. Einki er sum fyrr. Meðan marknaðarkreftirnar eru stutttíðarbundnar at dagsins profitti, eru tær kreftir, ið skapa hitan í luftini og laga vánir til gróður á sjógvi og landi, av meiri varandi slag, ikki bara her hjá okkum, men á allari klótuni. Vit kunnu siga, at veðurlagsbroytingarnar, ið vit hava hoyrt serliga nógv um síðan túsundáraskiftið, eru komnar fyri at verða. Tí bar til við bláa køksborðið á ovastu hædd í Áarstovu heima í Havn at smakka brúsandi vín úr Kolding í Danmark, sum er norðasta góðkenda vínmark í Evropa við egnum tignarheiti fyri uppruna, appellatión, tey rópa. Vínbóndin, Sven Moesgaard, ger vart við at sjáldsama vínmarkin kallast D