Einki er sum fyrr. Tað mugu vit sanna við bláa borðið hjá Peturi Háberg ovast í Áarstovu. Borgarstjórin vil hava okkum at halda ólavsøku heima í túninum, og vilt tú keypa eina føroyska øl til høvið, so er tað sum amen í kirkjuni, at bara Føroya Bjór eigur hana, okkara føroysku, eisini tá fremsta søluvøran eitur Norðlýsið. Einki er sum fyrr.
Tí bar til við bláa køksborðið á ovastu hædd í Áarstovu heima í Havn at smakka brúsandi vín úr Kolding í Danmark, sum er norðasta góðkenda vínmark í Evropa við egnum tignarheiti fyri uppruna, appellatión, tey rópa. Vínbóndin, Sven Moesgaard, ger vart við at sjáldsama vínmarkin kallast Dons og at vit eru í Almind við Kolding. Terroir kalla tey gróðarbotnin og økið, har vínviðurin stendur.
- Eftir at vit byrjaðu við borðvíni uttan árstal og slag av drúvu í 2001, er hetta fyrsti alment góðkendi vínbóndagarður við autorisatión í danska ríkinum, sigur Sven og leggur afturat, at eingin vínbóndagarður her um leiðir hevur fingið so nógvar virðislønir, og at hetta er norðasta vínmarkin í øllum ES.
- Týdningarmest er, at hetta er einasta øki við sertifiseraðum góðskumerki, BOB, sum vit fingu við afturvirkandi kraft í 2018, og stendur fyri Beskyttet Oprindelsen Betegnelse, ið svarar til franska AOC. Tað er bobluvínið, sum hann kallar fína brúsandi hvítvínið, og so staðbundna vínið, sum í 2005 fekk frámerkið Beskyttet Geografisk Betegnelse. Hesi bæði hvítu vínini frá Skærsøgaard standa í dag til smakkroynd á ólavsøkuborðinum í Áarstovu.
- Hetta er øgiliga grønt, semjast vit um kring bláa borðið. Lætt stikkulsber og ein feril av italskum víni. Hugtakandi at ein drúva kann yvirliva í norðurlendska kuldanum, siga tailendska Wi Ounsa, sum er høvuðskokkur á matstovuni Tarv, og danska Esther Nemery, sum er leiðari í Skeiva Pakkhúsi.
Vit nikka kring borðið eftir at hava smakkað økisvínið úr Jútlandi, Solaris Classic 2019.
- Her eru nógv miniralir, men eftirsmakkurin er ikki so drúgvur. Hetta er gott vín til hummara, grønmeti og høsnarunga. Og so er avgerandi at leggja til merkis, at vínið opnar seg serstakliga nógv við hitanum, fer tað upp á tólv hitastig. Kanska drekka vit so gott hvítvín ov kalt. Tað er altíð ein javnvág at taka støðu til, hvat hóskar seg best. Til dømis er góður toskur generelt meira krevjandi, enn teir rættir, vit hava nevnt, sigur Wi.
So kemur hin brúsandi grøna frá Skærsøgaard, cuvée brut 2017, við sertifiseraðum hágóðskuvíni frá danska økinum DONS á borðið. Drúvurnar eru Solaris, Orion og Madeleine Angevine. Brúsandi vínið, sum er 12%, er gjørt eftir tí tey rópa méthode traditionelle, gerað á fløsku í minst níggju mánaðir. Perlandi turt, angi av blómu og grape, við góðari fyllu og turrum eftirsmakki uttan at fruktsýran verður ágangandi. Lætt og elegant, so sum tað sømir seg einum tjóðskaparligum hátíðarborði. Eg hevði farið í sloyfu afturvið hesum brúsandi ólavsøkuglasi.
- Hesi bæði hvítu vínini frá Skærsøgaard verða heilt vist at síggja á matskránni hjá okkum heima í Havn, sigur John Mikkelsen, matstovuleiðari væl nøgdur.
So til Jens Michael Gundersen, sum sæst á myndini niðanfyri, og eitt vet av danskari vínsøgu kring navnið Nordlund.
Sven Moesgaard er fegin um at síggja søguligu myndirnar eg tók av vínbóndanum Jens Michael Gundersen í Nordlund í Avedøre fyri útvið tjúgu árum síðan. Ikki visti eg at hann doyði bara 53 ára gamal í fyrrárið, Jens Michael.
- Når du kommer forbi vil jeg gerne forære dig Danmarks første rødvin, som er 2001 årgangen fra Skærsøgaard. Jeg smagte den for et år siden, og den står stadig fint. Jens Michael Gundersen, som gjorde et stort pionerarbejde for dansk vin, og som jeg også satte stor pris på, døde desværre for et par år siden alt for ung af hjerteslag. Og gem blot den gamle vin som et evigt minde, sigur Sven Moesgaard, um talmerkta Nordlund vínið frá 2002, sum eg havi goymt, og aldri fari at opna.
- Seinastu tretivu árini er hitalagið í Danmark hækkað við 1,5 stigum í miðal, men við stórum lokalum frábrigdum. Týdningarmesta er tó, hvussu nógvir vakstrardagar eru uttan frost frá um várið og til heystið. Henda grøna vakstrartíðin er nú longd við trimum vikum, sigur Sven ikki sørt fegin.
- Gamaní hava tit fá frukttrø og tey búnast sjálvdan. Men eg havi hoyrt frá Nils Malmros, at hann hevur bitið í eitt føroyskt súrepli og at smakkurin var himmalskur. Frábrygdini, nyansurnar, í frukt og víni tykjast at økjast og fjøltáttast í so avbjóðandi umstøðum, sum tykkara í Føroyum. Sløg av vínum eru, sum eru rættuliga harðfør. Eg vil viðmæla tykkum at royna við franska slagnum, ið rópast Leon Millot, sum veksur væl í Noregi. Drúvan kann eisini turkast og fáa eina høga sukurkonsentratión. Kanska kann drúvan dyrkast og fáast at vaksa á góðum úrvaldum støðum í Føroyum. Eg brúki drúvuna til reyðvín, rosé og heitvín av port-slagnum, so tit kunnu smakka hjá mær, sigur Sven.
Wi Ounsa tekur undir við broytingini í hitalagnum, sum hon hevur merkt við tað, at stór veðrakrov ikki eru turr í mai, sum var vanligt fyrr, men heldur í juli.
- Og turra kjøtið, sum vit hava kent tað, og ræsing eisini, verða kanska ein sagablott um fimtan ár, heldur Jóhan Mortensen, sum er íverksetari og knýtir saman altjóða træðrir í matgerðarlist heima í Havn.
- Tá fer kanska onkur at royna seg við føroyskum víni, heldur Jóhan og nevnir hvítleykin heiman av Sandi sum dømi um vakstrarligt nýbrot av veðurlagsávum.
Wi nikkar og ímeðan plingar telefonin og ger vart við fyrstu bílegging til dagin við bankatoski næsta ár.
- Tað var ein amerikanari, sigur John Mikkelsen, matstovuleiðari heima í Havn.