Kokkur á Fiskastykkinum og Úti á Gjógv í Sandavági er Sonni Zachariassen, sum eg fyrr havi møtt í Húsagarði á Hotel Brandan í Havn. Sonni hevur verið her síðan august í fjør. Jana Jonhardsdóttir myndprýddi veggin við inngongdina til køkin, har Sonni stendur. Omanfyri sæst inngongdin til restaureraða bygningin Úti á Gjógv, uttanfyri Fiskatykkið, í Sandavági, har William Heinesen gjørdi bumerkið. Avbjóðingin hevur verið at halda eina javnvág millum at skapa nakað nýtt og at varðveita tað gamla, sigur arkitekturin. Nú er hetta eitt mentanarhús við servering. Hóast fiskastykki eru at síggja í til dømis Suðuroy, Fuglafirði og úti við Strond í Havn, er hetta fremsti savnandi varði yvir klippfiskatíðina í Føroyum, eg havi sæð. Hvar eg so ferðist í syðra Evropa, leiti eg á havnalagnum eftir farsporum og ímyndum, sum horva aftur til uppskipingarpláss, sølubúðir og matstovur, ið hava handlað hesa bestu vøru, sum nakrantíð fór og enn fer úr Føroyum. Mest sum óbroytt av tíðarinnar tonn, er hon enn