Jógvan Steingrím Rasmussen, høvuðskokkur, er fremstur í liðnum í køkinum í Áarstovu, nú borðreitt verður við bankatoski. Hinir á køksliðnum eru frá vinstru Hjalmar, Jónas og Magni.
- Uttan teir, matstovuleiðaran John, tænararnar og hesar fantastisku karmar, sum søguligu húsini eru, bar hetta ikki til, tí hetta er eitt felags avrik, sigur Jógvan, sum í fjør flutti heim úr Danmark, har hann hevði egna matstovu.
Eg kenni hann sum Stóra Jógvan, tí hann er uppvaksin í Tórsbyrgi, har ein annar Jógvan er, okkara Lítli Jógvan, kallaður. Um aldarskiftið skrivaði mamman, Valborg, saman við Sigrid Dalsgarð, bókina Maturin, sum Skúlabókagrunnurin gav út, beint eftir at tey eisini høvdu givið út Grønu og Reyðu Døgurðabókina hjá Mariu Vilhelm úr Vestmanna.
Nú er aftur toskur á Bankanum. Tað vóru tíðindini í vikuni, eftir at havrannsóknarskipið Jákup Sverri var komið aftur av Føroyabanka.
- Serligi toskastovnurin á Føroyabanka er komin fyri seg aftur. Tað er niðurstøðan hjá Havstovuni eftir nýggjastu yvirlitstrolingarnar.
Eftir hampuligan fiskiskap í áttatiárunum, var sera lítið at fáa á Føroyabanka í hálvfemsunum. Um aldarskiftið var aftur nógv at fáa og í 2003 var rættiligur rokfiskiskapur á Bankanum. Síðani minkaði fiskiskapurin aftur ár um ár og í 2008 varð Føroyabanki stongdur fyri vinnuligari veiðu. Men nú sær serliga toskaslagið á Føroyabanka út til at vera komið fyri seg aftur.
Av uppløgdu veiðini hevur Áarstova keypt tosk frá Barðinum til útseldu borðreiðingarnar, sum eru hetta vikuskiftið.
Innan vit sessast kring bátin, sum er borðið uppiá í Beintustovu, fáa vit til viks ein svalligan vælkomudrykk, ið er perlandi turr Deutz sjampagna í søguligu stovuni við fríum útsýni yvir Eystaruvág.
- Planurin er at gera eina kalda servering við toska ceviche við tigre de leche, og saltaðum toski við oystra mayonnaise og súrkáli, sum fyrsta felags servering, sigur Jógvan, sum í góðari tíð hevur lagt og skipað skránna saman við matstovuleiðaranum, John Mikkelsen.
- Síðani er ein heit servering við lippum, sum eru friteraðar við agurkusalati og remulátu, nokkso klassiskt, men við einum tvisti, sigur Jógvan við skránni í hondini, og greiðir frá um altíð at leita og finna tær bestu rávørurnar, og laga matskránna eftir tí, sum tá er til at taka.
- Høvuðsrætturin verður heilt klassiskt franskt pocheraða ryggjastykki av nýveiddum bankatoski við caviar buerre blanc, serverað við frískari grønari brandátu og rogni av síli. Tankin er kanska serligani at taka nakrar rættir, ið allir eru frá hvør sínum landi ella londum, og foreina teir við toski av bankanum her í Føroyum, sigur Jógvan um høvuðssýnið í skránni og borðreiðingini.
John greiðir frá, at vínið, ið er parað við matinum, er frá Josep Drouin í Bourgogne, sum er lýst í bókini Søga, vín og vinir, ið Hanus Kamban skrivaði fyri Áarstovu í 2015. Har renna vit okkum í hugtakið jørð terroir, og at eitt natúrligt samband má vera millum the soil terroir og hvussu vínið verður, the expression of the wine. Chablis vínið, sum verður skonkt í stórum kúputum glasi afturvið høvuðsrættinum, er úr tí norðaliga Bourgogne, og er nú mest sum fasta og hevdvunna paringin við feska toskinum av bankanum, Chablis.
Tigre de Leche, tikaramjólk, er peruviansk sýra, sum er sett til matin, ið annars er ráur og ikki hitaður a nakran hátt. Ein spennandi tilgongd, ið gevur ein góðan transparentan smakk, sum í lættleika stendur væl upp í móti tyngra og mótstríðandi súrkálinum í fyrstu samskipaðu serveringini við torski av bankanum.
Onnur servering hevur í denn grad ein tvist, sum Jógvan sigur. Lippur av feskum bakatoski innbakaðar og friturustoktar í øldeiggi úr nýggja brygginum hjá OY, sum ógvuliga hóskandi kallast Toskabryggj og eri í gulari dós. Leskiliga samansetingin, ið leiðir tankarnar á besta bretska fish & chips støð, er einføld og litrík úr tí gula yvir i tað grøna. Ein góður greiddleiki, næstan popp art.
Høvuðsrætturin er toskur, sum er pocheraður, ella lagaliga dampaður í vatni, í mesta lagi beint undir kókimarkinum við hvítari smørsós, beurre blanc, og rognum av síli, sum afturvið fasta hvítbleyta toskastrukturinum skapa ein varisligan bakvegg í munnholuni. Toskurin er lagdur á bok choy kál úr Kvívík. Vit skifta orð um fastleikan í hvíta kjøtinum, ið gevur eitt klistrandi klikk undir tonnunum, og sum norski Ragnar Sandbæk, ið kallar seg ”trålfisker, lærer, fiskeribyråkrat, forfatter, skribent og musiker”, lýsir sum innsiden på et kvinnelår í yrkingasavninum Forholdsregler mot haien, ið hann gav út og gav mær, tá vit møttust í Tromsø í 2000.
Kring borðið tosa Ingvar og Ólavur um tað strævna arbeiði at avhøvda tosk, sum er veiddur undir Føroyum. Eingin hevur so hart bein sum tann føroyski. Tað er stórur munur á Nýfunnlandi, Grønlandi og Føroyum. Tað er lagaligt at avhøvda fisk í Grønlandi, men hart í Føroyum. Frá søguligu ungdómstúrunum hjá Ingvari og Ólavi, flytir tosið til nútíðina, sum hevur nýggjar avbjóðingar við sær, nú vit hava dugnaligar útlendingar, ið manna bátar, til dømis indonesarar, ið burturav manna ein útróðrabát á Eiði, og stórur partur av køkinum umborð á Norrønu, ið á sama hátt eru útlendingar.
Kendi sjónvarpskokkurin, Gutti, vil vera við, at samstundis fer stillisliga fram ein fremmandagering av egnum mati, til dømis í skismaðinum millum hugtøkini lættsaltaður toskur og saltfiskur.
- Økið og søguliga tíðarskeiðið við stórheitstíðini á bankanum og katólsku sambondunum, er so lítið lýst í føroyskum bókatilfari, undirvísing og útbúgving, sigur Gutti við týðuligari adressu til skúlamyndugleikarnar.
- Trupuleikin er, at vit ongantíð síggja endaproduktið, og tí ikki vita, hvat virði er í okkara vøru, sigur Gutti, og ger okkum serliga hugtikin av manninum, sum útvatnaði føroyskan saltfisk í Bilbao í eini av mongu sjónvarpssendingunum, har hann kannaði og lýsti saltfiskasambondini úti í heimi.
- Øll eta, men eingin setur krøv, sigur Gutti. Menniskjansliga handfaringin, at vera bestur í verðini at gera saltfisk, manglar, heldur Gutti. Ikki bara toskurin, men saltfiskurin, sum vit skulu skapa og fáa forstáilsi fyri, hvat hann er og bleiv til í tí modernaða køkinum. Her eru skipini avbjóðingin, heldur Gutti, og sipar til arbeiðsplassini hjá kokkum.
- At gera mat til fjúrtan mans, at fáa góða løn og góða frítíð er avbjóðingin, ja hóttanin, hjá okkum kokkum, sum enn ganga í landi.
Íbirtarin av Føroyabankakvøldunum síðan 2011, Jóhan Mortensen, heldur røðu og sigur, at hetta er eitt antiklimaks.
- Toskurin er komin fyri seg, og alt arbeiðið hjá okkum øllum er rokkið. Men er hetta so endin á Føroyabankarørsluni? Nei, sigur hann við einum Churchill-sitati.
- Hetta er ikki eingang byrjanin til endan á Føroyabankarørsluni. Men kanska endin av byrjanini til Føroyabankarørsluna.
Nú byrjar veruliga stríðið, at verja og menna hetta Guðs tilfangi, sum vit so ofta hava tosað um í skjótt tólv ár. Vit hava sáað utopi og heystað veruleika, segði Jóhan við borðið í Beintustovu, og takkaði øllum, John, Ingvar og Ólavi, sum altíð hava verið til reiðar at skera og leggja lag á og vera til fyrimyndar hjá ungu kokkunum.
Ingi Samuelsen, sum eisini er við borðið, eftirlýsir einum størri fokus á bankan, Føroyabanka, og alla hansara søgu og møguleikar. Kanska í einum festivali, har tankarnir hjá Jóhan, um at foredla bankatoskin, verða gjørdir til veruleika.
Í oddagrein í Blaðnum Vikuskifti hjá Portalinum, skrivar Ingi í dag soleiðis um bankatoskin:
Tað fyrsta, ið gerast skal, er at fáa sertifiserað bankatosk sum eina serliga vøru - eitt terroir - á hædd við vín, ostar, skinkur og annan serligan mat, ið hoyrir til eitt ávíst avmarkað øki. Neyðugt er at seta gongd á granskingarætlanir beinanvegin - eisini fyri at fáa at vita, hvat bretar og onnur vita um fiskin á bankanum, tí tað sigst, at fremmand havrannsóknarskip gjørdu sínar royndir, áðrenn Føroyar fingu sín sjálvsagda ræðisrætt yvir Bankanum.
Síðuleypandi skal arbeiðast fyri, at Føroyabanki gerst ein tjóðarlund, og kemur á Unesco-listan yvir heimsarvin, sum ein unikkur partur av verðini.
Út frá hesum eigur veiðan at skipast við strongum krøvum til fiskifør, hagreiðing, hvussu long tíð skal ganga áðrenn fiskurin verður avreiddur og so framvegis. Fiskurin skal landast til ávís virkir, ið eru góðkend til at salta tosk og ísa hýsu til serligu keypararnar úti í heimi, ið eru sinnaðir at rinda tann yvirprís, sum hesin makaleysi fiskurin hevur uppiborið.
Sjálvandi skulu føroysku matstovurnar hava sín framíhjárætt til rávøruna, eins og ein prosentpartur kundi verið latin á ein marknað ella eitt torg har landins borgarar – eigararnir av tilfeinginum – fáa møguleika at keypa sær eitt kók eisini.
Hetta er eitt neyðugt arbeiði, ið eigur at fara í gongd ongantíð ov skjótt, sigur Ingi.
So flytir tosið seg til teir fornisku lutir, sum Jákup Sverri í vikuni fekk inn á dekkið undir síðstu yvirlitstroling á Føroyabanka. Helst eru hetta vraklutir av skipi, ið var søkt á bankanum undir fyrra veraldarbardaga, kanska Grimsbytrolaranum Sisapon, sum týski dreparakavbáturin UC.33 søkti lagnudagin 23. mai í 1917.
- Hetta er ein partur av okkara søgu, sum er verdur at varðveita, heldur Ólavur Sjúrðaberg, ið var við á túrinum og her sæst við einum gjar- og soppavaksnum steini av botninum á Føroyabanka.
Undir yvirskriftini Føroyskur politikkur og fyrra heimskríggj - millum flutningstrupulleikar, kavbátar og danskan politikk, sigur Hans Andrias Sølvará undir Vísindavøku á Føroya Fólkaháskula í 2016, at til samans 17 føroysk fiskifør vóru søkt í mai, juni og juli í 1917: Elsa, Britannia, Beinir, Traveller, Streymoy, Brestir, Margretha, Orion, Isabella Innes, Mary Boyes, Freden, Immanuel, A H Friis, Kornsø, Cimbria, Vesta og Ceres.
Granskarar eru komnir eftir, at flestu skipini vórðu søkt av sama kavbáti, UC 33, førdur av kaptein-loytnantinum Martin Schelle. Samanlagt søkti hann 36 skip undir krígnum, men varð sjálvur søktur av einum enskum patruljubáti í St. George's sundinum hin 26. september 1917.
Omaná bankatoskin er sitrónfromasja, caneles, kaffi og brandy. Útselt er til allar borðreiðingar í Áarstovu har pláss er til 60 fólk til hvørja setu. Prísurin er 750 krónur fyri matin, sum við víni kostar 1300 krónur og 1400 krónur í alt tá vælkomudrykkur og kaffi og brandy omaná er talt við.